hósdagur 8. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
6
Helena Dam á Neystabø:
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
Føroyum kennast vit øll
við navnið Helena Dam á
Neystabø. Ein navnframur
politikari,
sum
hevur
verið virkin í politikki í nærum
trý ártíggju – bæði í lands- og
kommunalpolitikki. Hon er dóttir
kenda politikaran Atla Dam og
abbadóttir Peter Mohr Dam, ið
báðir hava verið løgmenn. Hóast
hon er úr eini politiskari familju,
so er tað nokk mest úr egnum lívi,
at áhugin og hegnið fyri tí politiska
arbeiðinum kemur.
Tær politisku Føroyar telja í dag
vanliga eisini javnaðartingkvinnu
na úr høvuðsstaðnum.
Tí kom tað óvart á, tá ið hon tók
farloyvi úr Løgtinginum í óásetta
tíð síðst í november í fjør.
Orsøkin var, at 26. november í
fjør gjørdist ein lagnudagur hjá
tingkvinnuni. Tí tá Helena og
maður hennara Kristjan málaðu
loftið í húsunum hjá teimum, var
Helena fyri eini ógvusligum og
álvarsomum óhappi. Stigin gleið
undan henni, og tíverri hevði hon
júst vent sær, soleiðis at hon stóð
við bakinum móti vegginum, og
tí bleiv slagið hart, tá ryggurin
smekkaði móti stiganum. Hon
breyt tveir geislar.
–Eg var heppin, at tað ikki var
fatalt. Eg fari at koma á føtur aft
ur, og eg kempi, soleiðis, at eg aftur
sleppi út millum manna. Tað havi
eg ikki verið seinastu tíðina, og tað
er sjáldsamt fyri meg, sigur hon,
áðrenn hon byrjar at greiða frá um
hendingina.
–Tíbetur var maður mín Krist
jan í húsinum, tá óhappið hendi. Og
hann hevur verið við mína lið alla
tíðina. Tað hevur verið ein fantast
isk hjálp, sigur hon.
Tey fyrstu trý samdøgrini varð
tað ein spurningur um beinini fóru
at virka aftur, greiðir hon frá.
–Tað fóru nógvir tankar gjøgn
um høvdið hesar dagarnar. Eg var
glað fyri, at eg ikki hevði mist allar
førleikar, men eg hugsaði eisini
nógv um eitt møguligt lív í koyri
stóli.
–Tað, sum fylti mest hjá mær
tá var pínan. Eg hugsaði ikki so
klárt um støðuna, men eg vildi
fara undir skurð skjótast gjørligt,
so eg slapp burturúr pínuni, sigur
hon álvarsom.
Áðrenn hon varð send á Ríkis
sjúkrahúsið í Keypmannahavn,
mátti hon liggja púra still. Hon
varð send niður 29. november og
varð vakuumpakkað á eini børu,
so hon ikki eingongd fekk flutt
tærnar. Fyrst í sjúkrabil, síðani í
flogfarið og so aftur í sjúkrabil á
Ríkissjúkrahúsið. Hendan uppliv
ingin var torfør fyri Helenu. Hon
skuldi beinleiðis á skurðborðið,
tá hon var komin niður, so hon
mátti heldur ikki fáa hvørki eta
ella drekka.
–Eg hevði eina undarliga kenslu
í flogfarinum. Alt var øgiliga
strævið, og tað kendist knappliga
sum kreyp eg út úr egnum kroppi
og stóð í gongini og hugdi oman
yvir meg sjálva. Tað gjørdist so
óveruligt onkursvegna, at tað ikki
bar til at vera í tí, sigur hon álvars
liga.
Hon fór síðani undir skurð, og
fekk átta skrúvur og tvær jarn
stengur í ryggin. Hon fekk tá eisini
boð um at binda frið í tríggjar mán
aðir.
Fimm dagar eftir óhappið, tá
kalendarin sigur 31. november,
sigur læknin Helenu, at framstigini
eru stór, og at tey vita við vissu, at
hon fær brúkt beinini aftur.
–Eg havi nógva pínu, men tað
gongur framá. Tað kann taka
langa tíð, áðrenn pínan minkar
ella forsvinnur. Eg havi tó gingið
góðar langar túrar, og eg fari eisini
at kunna gera vanligt arbeiði aftur,
staðfestir hon.
Helena hevur altíð gjørt nógvan
ítrótt, og er von at venja nógv. Hon
hevur ikki kunnað vant síðani
óhappið, og tað er eyðsýnt, at hon
saknar at vera sterk og orka væl.
–Tað er øgiliga frustrerandi,
men eg havi sett mær fyri, at eg
skal kunna og orka aftur. Tað veit
eg kemur, tá alt er voksið saman,
sigur hon avgjørd.
Hóast tað er trupult at enda í
slíkari støðu, bæði kropsliga og
mentalt, so er tað takksemi, sum
eyðkennir Helenu hesa tíðina eftir
óhappið. Hon nevnir fleiri ferðir, at
tað kundi enda nógv verri.
–Eisini hava børnini og maðurin
verið nógv um meg, og tað hevur
verið fjálgt og gott. Eg havi havt
stundir til ting, sum eg annars ikki
havi havt stundir til, tí eg ikki havi
kunnað nakað annað. Tað gevur
eisini ein ávísan frið í sálina, sigur
hon friðarliga.
Gevur perspektiv
Hon greiðir frá, at ein slík hending
eisini setur aðrar tankar í gongd.
Hon hevur hugsað um lívsyrki og
um alt tað, sum hon nú vil arbeiða
við.
–Eg havi upplivað, at tað kunnu
henda ting, sum gera at hetta fær
ein enda. Tað gevur onkursvegna
eitt annað perspektiv, sigur hon.
Hon greiðir frá, at hon hóast alt
enn hevur stóran hug til tað polit
iska arbeiði, og so hevur hon eisini
hug til at taka samanum lívið og
hyggja at, hvat hon ætlar sær, áðr
enn tað er liðugt.
Hvørjir eru dreymarnir hjá
komandi ættarliðum um eitt
gott og virðiligt lív, spyr hon. Og
hvussu seta vit okkum sum mál at
røkka teimum dreymum?
Tey 28 árini Helena Dam á
Neystabø hevur verið virkin í poli
tikki, er føroyskur politikkur nógv
broyttur.
–Trendin er, at politikkur er meir
persónsfikseraður nú, enn hann
var fyrr. Eisini her er umráðandi at
hyggja at, hvørji yvirskipaði mál vit
skulu stevna fram ímóti. Vit skulu
ikki bert flasha okkum sjálvi, men
vit skulu fyrst og fremst flasha
Føroyar, staðfestir hon skemtiliga.
–Áhugavert hevði verið at eyg
leitt og granska hesa gongdina.
Spurningurin er jú, um pendulið
fer at svinga hinvegin aftur. Vit
síggja, at tað verður meira og meira
týðandi at taka vistfrøði, umhvørvi
og burðardygd í álvara, og tað setur
nýggj krøv til rikna politikkin.
Pendulið svingar kanska retur
aftur til felags grundleggjandi
virði. Tað vóni eg, sigur hon og leiðir
prátið inn á hennara uppvøkstur
og virðini tá.
Longdist illa til Føroya
Helena Dam á Neystabø er fødd og
uppvaksin í Danmark. Hon búði
einsamøll saman við mammu síni
í eini íbúð í Hvidorve inntil tær, tá
Helena var 13 ára gomul, fluttu til
Føroyar at búgva.
–Tað, sum eg minnist best er,
at eg longdist illa til Føroyar. Mær
PERSÓNSSØGA: Helena Dam á Neystabø
PÍNAN FYLTI
MEG MEST
–Eg var heppin, at tað ikki var fatalt. Eg fari at koma á føtur aftur, og eg
kempi soleiðis, at eg aftur sleppi út millum manna. Tað havi eg ikki verið
seinastu tíðina, og tað er sjáldsamt fyri meg, sigur Helena Dam á Neystabø,
sum mundi mist førleikarnar í beininum, tá hon datt av einum stiga
Vit sótu og terpaðu føroyskt og
serliga skriving eftir vanliga
skúlatíð heima hjá ommu, sum var
lærarinna uppá tann gamla stranga
mátan. Hóast eg tímdi illa tá, so kom
tað væl við seinni í lívinum, at hon ikki gav upp