hósdagur 8. februar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
10
FØSTAN STÓRAN
TÝDNING FYRI
KATOLIKKAR
- Vit leggja stóran dent á føstuna sum fyrireikingartíð til páskirnar. Og
føstan gevur okkum møguleika fyri at leggja áherðslu á ein einfaldari
lívsstíl, sigur Ole Jakob Nielsen, sum vendi um til katólska trúgv í 1984.
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
E
ins og fyri katolikkar
nógva aðrastaðni í heim
inum hevur føstan stóran
týdning fyri katolikkarn
ar í Føroyum. Í Mariukirkjuni eru
serligar messur í føstuni, og dentur
verður lagdur á at liva einfalt og at
hugsavna seg um tað andaliga.
- Føstan er ein andalig fyrireiking
til ta stóru páskahøgtíðina, sigur
Ole Jakob Nielsen, ið serliga savnar
seg um bønarlívið og hugsar um
líðingarsøguna hjá Jesusi í føstuni.
Føstan minnir okkum á, at tað er
tíð til hugdýping, sigur hann.
Fyrr varð álagt fólkinum ikki
at eta kjøt í føstuni, men hesum
verður ikki nógv gjørt burtur úr
longur. Kortini eru tveir dagar í
føstuni, har katolikkar framvegis
ikki eta kjøt. Talan er um øskudag,
sum er mikudagurin eftir føstu
lávintsmánadag, og langafríggja
dag. Hetta eru heilt serligir dagar
í katólsku trúnni.
Hóast matarhaldið í føstutíðini
ikki longur hevur sama týdning
sum fyrr, so leggja katolikkar seg
framvegis eftir at gera allar mál
tíðir einfaldar í føstuni.
- Sum heild er tann hugburður
millum katolikkar, at mann verður
meira umhugsin við máltíðunum
og etur einfalt, etur minni og etur
bíliga. Mín fatan er, at dentur verð
ur lagdur á tað millum katolikkar,
sigur Ole Jakob Nielsen.
- Í føstuni verður heitt á tey
trúgvandi um at minka nýtsluna
og hugsa um, hvat mann kann gera
fyri at hjálpa teimum fátæku, og
teimum, sum líða neyð og verða
forfylgd, sigur hann.
Ole Jakob Nielsen sigur, at tað
er ikki tað materiella, sum er kjarn
in í føstuni.
- Men tað hjálpir okkum at hug
savna okkum um tað, sum hevur
størstan týdning í føstuni, og tað
er tað andaliga, vísir hann á.
Serligir kirkjuligir siðir
Í føstuni hava katolikkarnir serlig
ar siðir í sambandi við messurnar.
Eitt nú á øskudegnum, sum er byrj
anin til føstuna.
Í katólsku londunum er øsku
dagur ein almennur halgidagur.
Soleiðis er ikki í Føroyum, og tí
er messan í Mariukirkjuni um
kvøldið. Tey, sum eru í kirkju, fara
tað kvøldið fram og fáa ein øsku
kross teknaðan í pannuna.
- Tað verður gjørt fyri at minna
okkum menniskju á, at vit eru
komin úr dusti, og at vit aftur verða
til dust. Hetta er ein áminning um,
at vit eru bara á jørðina eina stutta
tíð, greiðir Ole Jakob Nielsen frá.
Øskan, sum verður brúkt til
at tekna krossin, er frá brendum
greinum. Leivdir av pálmagreinum,
sum vórðu vígdar pálmasunnudag
árið fyri, verða brendar og øskan
latin í íløt og vígd. Hetta er eitt
symbol upp á pálmagreinarnar,
sum jødarnir veittraðu við, tá Jesus
reið inn í Jerusalem pálmasunnu
dag.
Sunnanfyri brúka tey pálma
greinar. Í Føroyum brúka katolikk
arnir øsku frá vetrargrønum
greinum.
Fyrr var tað eitt krav, at kat
olikkar skuldu í kirkju at skrifta
sínar syndir. Soleiðis er tað ikki
longur. Men í føstuni er tað vanligt,
Føstulávint