hósdagur 8. februar 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
11
Siðurin við føstugudstænastum er væl varðveittur í Føroyum.
Hendan siðvenjan er ikki til í øðrum londum longur, men
her hjá okkum hava vit framvegis føstugudstænastur
hvørja viku í føstuni, sigur Jákup Reinert Hansen, ph.d
og lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya.
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
K
ristna føstan byrjar
øskudag, sum er miku
dagur eftir føstuláv
intsmánadag, og endar
á páskum. Fyrr var føstan strong
og hevði eitt nú við sær, at fólk
máttu ikki eta kjøt, og tey skuldu
eisini halda seg burtur frá dansi og
gamansleiki. Føstan var fyrireik
ing til páskahøgtíðina og ætlað til
at liva eitt friðarligt lív við páska
boðskapinum í huga.
Við reformatiónini varð farið
frá strongu reglunum viðvíkjandi
matarhaldi, men endamálið við
føstuni at hugsavna seg og fyri
reika seg til páskamorgun varð
varðveitt. Dentur varð lagdur á
tað friðarliga lívið, og eitt nú var
kortspæl bannað.
Í londunum, sum vit vanliga
samanbera okkum við, verður lítið
og einki gjørt burtur úr føstuni
longur. Í Føroyum er støðan
nakað øðrvísi, og her á landi er
tað framvegis siðvenja at halda
føstuna í ávísan mun.
Føstugudstænasta
hvørja viku
Eitt nú heldur fólkakirkjan fast
við siðvenjuna at halda føstuguds
tænastur um kvøldið hvørja viku
í føstuni.
Jákup Reinert Hansen sigur,
at hesin siður er bara varðveittur
í Føroyum. At byrja við var føstu
gudstænasta mikumorgun, men
síðst í 1800-talinum varð hon flutt
til mikukvøld. Nú er føstuguds
tænasta hóskvøld summastaðni
og aðrastaðni sunnukvøld. Tá
verður framhaldslestur lisin úr
pínslusøgu Jesusar.
Ein annar siður innan kirkju
gátt í Føroyum í sambandi við
føstuna er, at tá fara prestarnir
aðrastaðni at prædika enn har,
sum teir eru settir í starv. Jákup
Reinert Hansen, ph.d og lektari
í kirkjusøgu sigur, at prestarnir
í Føroyum ferðast nógv runt og
prædika í øðrum kirkjum í føstuni.
- Tankin við tí er helst tann, at
allar teir vanligu sunnudagarnar
skulu prestarnir vera har, sum teir
eru í starvi. Føstugudstænasturnar
hava ein meira leysligan dám,
sigur Jákup Reinert Hansen,
sum ikki sigur seg vita, hví tað er
íkomið, at prestarnir ferðast runt
til aðrar kirkjur at prædika.
Hetta at prædika í øðrum
kirkjum er væl skipað, og føstu
gudstænastur eru í stórum parti
av føroysku kirkjunum í føstuni,
sigur hann.
Dansifeløgini
halda føstuna
Í føstuni fekk gerandislívið sum
heild ein meira álvarsaman dám,
og hildið varð aftur við stuttleika
og gamansleiki. Tað varð til dømis
ikki dansað í føstuni.
Jákup Reinert Hansen greið
ir frá, at føstan er ætlað at gerva
niður og fyrireika seg til uppreisn
ina. Tað svartasta nullpunktið er
langifríggjadagur, men so verður
aftur farið til høgtíð og veitslu við
uppreisnini á páskum.
Í Føroyum verður framvegis
hildið fast við tann partin av føst
uni um at vísa afturhaldni við
stuttleika. Eitt nú liggja dansi
feløgini still í føstuni. Føroyskur
dansur verður dansaður føstu
lávintsmánakvøld og viðhvørt
eisini týskvøld, og so verður ikki
dansað aftur fyrr enn á páskum.
- Á føstulávint endar føroyski
dansurin við einum braki, og so er
ongin føroyskur dansur aftur fyrr
enn á páskum, sigur Jákup Reinert
Hansen, sum vísir á, at føroyski
dansurin er gamal og hevur fastar
røtur í føroyska samfelagnum. Tað
er helst orsøkin til, at dansifeløgini
halda føstuna, sigur hann.
Halgidagslógin setur
avmarkingar
Í Føroyum setur halgidagslógin
eisini avmarkingar fyri, hvussu
nógv verður dansað í á páskum.
Jákup Reinert Hansen sigur, at
hetta er helst nakað, sum fer at
fara við tíðini, men enn avmarkar
halgidagslógin dansin um páskir
nar.
Tað eru ikki so øgiliga nógv ár
síðani, at tað mesta var afturlatið
í dymbildagavikuni. Hetta er ikki
galdandi longur, men upplating
artíðirnar hjá dansistøðunum eru
framvegis avmarkaðar á páskum.
Vanligu dansiloyvini, sum fút
in útskrivar, eru ikki galdandi
fyri skírisdag, langa fríggjadag,
páskaaftan og páskadag. Saman
við øðrum halgidøgum eru serligar
reglur galdandi fyri hesar dagar.
Í Føroyum er tað framvegis ikki
loyvt at skipa fyri dansi skírisdag,
langafríggjadag og páskadag. Men
páskaaftan millum klokkan 01.00
og 04.00 er loyvt at dansa.
Endamálið við
føstuni er gott
Jákup Reinert Hansen heldur, at
endamálið við føstuni er gott. Í dag
er tað kanska ikki so vanligt, at
munur verður gjørdur á døgunum.
Eitt nú hava handlar opið allar
dagar í vikuni í dag. Men er tað ikki
nakað sunt í tí, at allir dagar ikki
eru líka, spyr Jákup Reinert Han
sen. Hann vísir á, at tá so føstan
var liðug, so var tað aftur ein stór
gleði og veitsla, sum varð hildin.
- Vit hoyra aftur og aftur um
fólk, sum vilja gera nakað gott
fyri seg sjálvan. Tey byrja kanska
at eta vistfrøðiligt, ella gera okkurt
annað gott fyri kroppin, ella tey
hugsavna seg um okkurt.
- Sjálvt um hetta ikki beinleiðis
er knýtt at kristindóminum, so
hevur hetta samband við enda
málið við føstuni, sigur Jákup
Reinert Hansen, ph.d og lektari
í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri
Føroya.
Føstan livir væl innan
kirkjugátt í Føroyum
at katolikkar skrifta minst eina
ferð, og summir gera tað ofta, sigur
Ole Jakob Nielsen, sum heldur,
at um tú følir, at tú hevur gjørt
okkurt skeivt móti øðrum, so er
skriftarmálið ein hjálp at koma í
gjøgnum tað á ein jaligan hátt.
Innsavning til neyðstødd
Í sambandi við føstuna skipar
katólska kirkjan eisini fyri inn
savning til neyðstødd kring heimin.
Í Mariukirkjuni er innsavning,
hvørja ferð messa er í føstuni.
Tá føstan er liðug, verður pen
ingurin sendur til felagsskapin
Caritas. Caritas er heimsvíðfevndur
hjálparfelagsskapur hjá katólsku
kirkjuni. Felagsskapurin er við í
verkætlanum og hjálpararbeiði í
200 londum.
Tað er kortini ikki neyðugt at
fara í kirkju fyri at lata pening
til hjálpararbeiðið hjá katólska
felagsskapinum. Tað ber eisini
til at senda pening beinleiðis til
felagsskapin.
Gera ikki meira burtur
úr føstulávint
Serliga í Suðurevropa og í Suður
amerika verður nógv gjørt burtur
úr føstulávint. Har verður skipað
fyri stórfingnum grýluveitslum,
har stórur partur av fólkinum
luttekur.
Í Føroyum hava katolikkarnir
ikki nakra serliga siðvenju í sam
bandi við føstulávint.
- Vit hava ikki nakra ávísa kat
ólska siðvenju á føstulávint. Hjá
okkum ganga børnini grýlu tað
sama sum hini børnini, sigur Ole
Jakob Nielsen.
Alsamt fleiri katolikkar
Tað eru umleið 200 katolikkar í
Føroyum, og teir møta fjølmentir til
messu í Mariukirkjuni sunnudagar.
Ole Jakob Nielsen sigur, at hjá
flestu katolikkunum er tað púra
náttúrligt at ganga í kirku. Umleið
ein fjórðingur er í kirkju hvønn
sunnudag, sigur hann.
Tilflyting úr katólskum londum
hevur havt við sær, at talið á kat
olikkum í Norðurlondum er vaks
andi. Eisini í Føroyum eru kat
olikkarnir fleiri í tali. Tað kemst
av, at konur frá millum annað
Filipsoyggjunum, sum er katólskt
land, eru fluttar til Føroya og giftar
føroyskum monnum.
- Katólska meinigheitin í Før
oyum er alheimsgjørd og fjøl
broytt, sigur Ole Jakob Nielsen.
Hann leggur afturat, at nógvir av
monnunum hjá filippinsku kon
unum koma við í kirkju, og nakrir
hava eisini vent um til katólsku
trúnna.