hósdagur 8. februar 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
12
Í ár verður føstulávintmánadagur
tann 12. februar. Næstu dagarnir eftir
føstulávintsmánadag eita grýlukvøld og
øskadagur. Við øskudegi byrjar føstan
eftir skemtið í sambandi við føstulávint.
Føstulávint merkir kvøldið fyri føstuna.
Føstan er knýtt at páskum og kirkjuárinum.
Føstan byrjar 7 vikur fyri páskadag, sum
er tann fyrsti sunnudagurin eftir fyrsta
fullmána eftir várjavndøgur. Føstulávint
kann tí verða millum 1. februar og 7. mars.
Øskudagur, sum er mikudagurin eftir
føstulávintsmánadag, er byrjanin til
ta 40 daga longu føstuna, har fólk
við bøn og avhaldni fyrireika seg til
uppreisn Jesusar páskamorgun.
Fyrr var øskudagur ein iðranar- og
andaktsdagur. Tey, sum fóru í kirkju tann
dagin fingu ein svartan kross teknaðan
í pannuna við øsku. Øskukrossurin er
áminning um, at menniskju eru bara á
jørðini eina stutta tíð. Dagurin verður
framvegis hátíðarhildin í katólsku kirkjuni.
Sunnudagarnir í føstutíðini verða
ikki taldir við í føstuna, tí teir verða
ikki hildnir at vera føstudagar.
Føstulávint kemur úr týska orðinum
fastelabend, sum merkir kvøldið innan
føstuna. Fyrr ótu tey feitt og gott
og stuttleikaðu sær, áðrenn stranga
føstan byrjaði. Í føstuni var ikki loyvt
at eta smør, ost og drekka mjólk.
Tað var heldur ikki loyvt at eta kjøt í
føstuni. Í suðurevropeiskum londum verður
føstulávint kallað karneval, ella Carne
vale, sum merkir ”farvæl kjøt.” Í føstuni
ótu tey fyri tað mesta grovt breyð og fisk.
Dagin eftir føstulávintsmánadag var vanligt
at eta sonevndan fínan, hvítan mat. Eitt nú
ljóst hveitibreyð ella mjólk við hveitibollum.
Føstulávintsbollar hava sín uppruna í hesum
degnum og eru symbol upp á seinasta
møguleikan at eta gott, áðrenn føstan
byrjaði. Hildið verður, at siðurin at baka
føstulávintsbollar stavar úr Týsklandi.
Føstan var ikki fyri tey vælbjargaðu, tá talan
var um mat. Leo pávi tann 10. gav fyrst
í 1500-talinum skandinavum møguleika
fyri at keypa avlátsbrøv, ella tey sonevndu
smørbrøvini. Avlátsbrøvini góvu borgarum,
sum høvdu ráð at keypa tey, møguleika
fyri at eta smør og ost í føstuni, uttan at
stúra fyri at enda í reinsingareldinum.
Tey ríku kundu eisini fáa onnur at fasta fyri
seg. Í staðin fyri at fasta sjálvi, høvdu tey
møguleika at keypa føstumat til seks fátæk.
Føstulávint hevur sín uppruna í heidnari
siðvenju. Føstulávint var ein veitsla
fyri at hátíðarhalda skiftið frá vetri
til summar. Føstulávint er millum
vetrarhálvuna og summarhálvuna, og
upprunaliga endamálið við føstulávint
var at hátíðarhalda tað nýggja árið.
Heilt frá heidnari tíð var siður, at
menn lótu seg í summarbúna og aðrir í
vetrarbúna. Teir stuttleikaðu sær við at
berjast móti hvørjum øðrum. Endamálið
var, at summarið skuldi vinna.
Føstulávint hevur frá fyrndartíð verið
ímyndin av at lata vetrarmyrkið,
tað gamla, óreina og syndirnar fara
afturum, og biðja várinum, ljósinum
og nýggja lívinum vælkomnum.
– uppruni, s
MILDRIÐ JACOBSEN SOSIALURIN@FO
FØSTULÁV
Føstulávint