Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 13 Í dag eru tað at kalla bara børn, sum ganga grýlu á føstulávint. Soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Upprunaliga vóru tað tey vaksnu, sum vóru grýluklødd, og hildu stórar veitslur við nógvum mati, rúsdrekka og dansi. Føstulávint var ein veitsla fyri tey vaksnu líka til umleið 1900. Hetta er nógv broytt, og nú er føstulávint fyrst og fremst fyri børnini, sum ganga grýlu. Grýla er gamalt norrønt orð, sum sipar til eitt skrímsl. Í dag er vanligt, at grýluklødd børn og ung ganga hús úr húsi, har teimum fyri tað mesta verður boðið góðgæti. Umleið í ár 1900 var endamálið eitt annað hjá tveimum systskum, sum gingu grýlu í Miðvági fysta týskvøld í føstuni. Í bókini Fólk og Mentan vísir Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur á frágreiðing hjá Rasmusi Rasmussen um grýlusið í Miðvági. At ganga grýlu var lítið umhildið tá, men hesi bæði systkini vóru fátæk, og gingu grýlu fyri at fáa kjøt. Grýlurnar vóru ljótar og ógvisligar, so ræðsla kom á børnini. Føroyskt skjaldur: Oman kemur grýla av gørðum við fjøruti hølum, bjølg á baki, skølm í hendi, kemur at skera búkin upp á børnum, ið gráta eftir kjøti í føstu Tunnusláing sigst stava frá heidnari siðvenju. Av fyrstan tíð riðu ungir menn á hestbaki, meðan teir slógu tunnu. Í tunnuni var ein livandi ketta. Hesin siður helt fram heilt til seinast í 1800-talinum. Varð kettan framvegis á lívi, tá tunnan varð smildrað ella datt niður, so varð hon ofta dripin. Seinnu árini lótu teir kettuna sleppa til rýmingar, um hon var livandi eftir tunnusláingina. Sambært granskarum varð ketta hildin at vera ímyndin av tramansskapi og gandi, og at ketta hevði við sær ólagnu. Kattakongur er tann, sum slær tunnuna niður. Tunnuslagið, sum fekk tunnuna at smildrast ella detta niður, var fyrr eins og í dag avgerandi fyri, hvør varð kattakongur. Í gomlum døgum var kortini meira upp á spæl enn ein glitrandi krúna. Í Danmark slapp kattakongurin undan at gjalda skatt í eitt heilt ár. Tað vil siga, at bóndin, sum reiðmaðurin, ið gjørdist kattakongur, umboðaði, ikki skuldi gjalda skatt tað næsta árið. At sláa tunnu føstulávintsmánadag er eitt nýggjari fyribrigdi í Føroyum. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur skrivar í bókini Fólk og Mentan, at tunnusláing sigst at vera komin við einum donskum presti heima á Sandi seinast í 19. øld. Skipað verður framvegis fyri tunnusláing fyri bæði børn og vaksin nógvastaðni í Føroyum. Føstulávint verður hildin nógvastaðni kring heimin. Har eitur føstulávint okkurt annað, og siðvenjan er øðrvísi. Karneval hoyrir serliga katólsku londunum til. Í Suðurevropa dansa tey í gøtunum, og eisini í Rio í Brasil eru stórfingnar, glæsiligar skrúðgongur við dansi og tónleiki. Bæði føstulávintssunnudag og føstulávintsmánadag er ein stórur partur av fólkinum við í karnevalum í gøtunum. Í 1700- og 1800-talinum var tað fremsti móti millum tað fína fólkið at hava sonevndar maskeradur, ella grýluveitslur, við listarligum maskum. Felags fyri grýluveitslurnar er, at tær geva møguleika fyri at gera tað, sum vit ikki vanliga tora ella hava møguleika fyri at gera í gerandisdegnum. Í grýlubúna ella gekkaskorti ber til at látast sum um, at mann er onkur heilt annar. Summastaðni í Italia hava tey framvegis stórfingnar grýluveitslu, har gestirnir eru ílatnir sum aðalstættin í 1500-1700 talinum. søga og siðir VINT