Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 14 Føstulávint FASTA­LÁVINT ER EIN VEITSLU­DAGUR HJÁ NÆM­ING­UNUM Hetta er ein skemtiligur og hugnaligur dagur, ið styttir um hesa myrku ársins tíð, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S íðan Skúlin við Løgmannabreyt lat dyrnar upp í 2008 hevur árliga føstulávintshaldið verið ein av heilt stóru hæddarpunktunum í skúla­ár­ in­um. Stór sum lítil eru grýluklætt, tá tey koma í skúla hendan morgunin tá føroysk mentan er í miðdeplinum. - Man kann siga, at hetta er ein veitslu­dag­ ur hjá næmingunum. Børnini gera rætti­liga nógv burturúr og ganga høgt upp í føstu­ lávints­haldið. Hetta er ein skemtiligur og hugna­ligur dagur, ið styttir um hesa myrku árs­ins tíð, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. Skúlastjórin vísir eisini á, at fastalávint skil­ur seg frá jólunum, ið er eitt annað hædd­ ar­punkt í skúlaárinum, við at tað skemtiliga er í hásæti. - Hetta er eitt hæddarpunkt í skúlaárinum. Tað er heilt øðrvísi enn jólini, ið eru meira stíl­rein við sjónleiki og sangi. Tað er sjálv­ andi eisini eitt stórt hæddarpunkt, men fasta­lávint er í tí skemtiliga lagnum, har alt er lov. Tað er tað ikki á jólum, tá man skal sita í frið og syngja pent, sigur Høgni Joensen. Frá byrjan av Sjálvur var Høgni Joensen lærari í Skúlanum í Hoyvík í fýrsunum, tá lærarar har mettu at fasta­lávint var dottið eitt sindur niðurfyri, og byrjaðu tí at skipa fyri tunnuslátti og føstu­lávintshaldi í skúlanum. Tí var tað eisini nærliggjandi hjá honum, tá skúlin byrjaði við Løgmannabreyt, at skipa fyri árlig­um føstulávintshaldi. Tað hava børnini tikið væl ímóti. - Børnini dáma tað øgiliga væl, og tí hava vit havt tað øll árini á Løgmannabreyt. Tunnu­sláttur og grýlur hoyra saman, og tað - Fastalávint er í tí skemtiliga lagnum, har alt er lov. Tað er tað ikki á jólum, tá man skal sita í frið og syngja pent.