hósdagur 8. februar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
15
Tunnusláttur
er aldargamal
siður í Sumba
- Tað er nokk eingin, ið við vissu kann siga, nær sumbingar
eru byrjaðir at sláa tunnu. Teir hava sikkurt sligið tunnu
um aldarskiftið 1900. Soleiðis havi eg skilt tað frá teimum
monnum, ið eru farnir hiðani. Tað sigur sumbingurin Trygvi
Thomsen um siðbundna føstulávintshaldið í bygdini.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að munna vera fáir bygdir í
Føroyum sum gera eins nógv
burturúr føstulávint sum Sumba,
har tað í eitt mannaminni hevur
verið skipað fyri serligum føstulávints
haldið við tunnuslátti, borðhaldi og dansi.
Tað er tó serliga tunnuslátturin, ið bygdin
er tiltikin um alt Føroyar land fyri. Tunnu
slátturin byrjar vanliga um eitt tíðina, tá
menn og kvinnur savnast í bygdarhúsinum
og fáa eitt nummar til tunnuslátturin, og
síðan fara luttakararnir, ið øll eru ílatin
serligan búna við hvítari skjúrta, silkibandi
og einari kaskett, marsjerandi gjøgnum
bygdina til vendiplássið har nýggi katta
kongurin skal finnast.
51. árið á rað
Í ár er tað 51. ferð á rað at skipað verður
fyri stóra føstulávintstiltakinum í Sumba,
men siðurin við at sláa tunnu er nógv
eldri enn sjálvt haldið. Eingin veit reiði
liga nær sumbingar byrjaðu at sláa tunnu
á føstulávint, men 80 ára gamli Trygvi
Thomsen greiðir fyri Vikuskiftis-Sosial
inum, at alla hansara tíð hava sumbingar
sligið tunnu, og væl longri enn tað.
- Onkur legði herfyri eina mynd út á
Facebook, har nakrir menn slógu tunnu í
Sumba. Eg veit ikki nær frá tann myndin er,
men eg meti hon er frá tjúgunum. Myndin
er tikin har eysturi í bygdini og eingin hús
eru har tá. Tey siga, at tey kenna tveir menn
á myndini, og báðir vóru gamlir menn, tá eg
var óviti, sigur Trygvi Thomsen.
Júst nær siðurin at sláa tunnu í Sumba
á føstulávint byrjaði er tó trupult at siga
fyri vist, men Trygvi Thomsen metir, at
siðvenjan kann ganga heilt aftur til 19. øld.
- Tað er nokk eingin, ið við vissu kann
siga, nær sumbingar eru byrjaðir at sláa
tunnu. Teir hava sikkurt sligið tunnu um
aldarskiftið 1900. Soleiðis havi eg skilt tað
frá teimum monnum, ið eru farnir hiðani.
Gamlir og nýggir siðir
Umframt at tað sostatt er gamal siður í
bygdini at sláa tunnu á føstulávint, so hevur
tað eisini verið vanligt, at luttakararnir lata
seg í ein serligan búna, tá sligið verður.
- Tað eg havi fingið vita um tunnusláttur
á føstulávint er frá eldri monnum, ið eru
føddir áðrenn 1900. Teir fortaldu, at teir
slógu tunnu sum ungir. Tá brúktu teir eisini
hendan búnan, har teir lata seg hampiliga í
við hvítari skjúrtu og øðrum, greiðir Trygvi
Thomsen frá.
Litirnir á klæðunum, sum ganga aftur
gjøgnum allan dagin, eru hvítt, blátt og
reytt, eins og í Merkinum, og verða eisini
keppar og tunnur litað við somu litum.
Føroyskur dansur hoyrir eisini føstuláv
int til, og er siðvenja, at luttakararnir steðga
á viðhvørt fyri at tríva í eitt kvæði. Hetta
verður millum annað gjørt fyri at halda
hitanum, tá tað kann vera kalt at sláa tunnu
um veturin.
Sambært Trygva Thomsen, so hava
sumbingar sligið tunnu so at siga á hvørjum
ári, men byrjaði bygdafólkið at gera meira
gjørt burturúr føstulávint í hálvtrýssunum.
- Okkurt árið er tað kanska lopið um
vegna serliga orsøkir, men annars hugsi eg,
at teir hava sligið so gott sum á hvørjum ári.
Í hálvtrýssunum byrjaði man so at skipa tað
betri og halda borðhald um kvøldið, sigur
Trygvi Thomsen.
Á borðhaldinum verða eisini teir per
sónarnir, ið megnaðu at sláa tunnurnar
niður, tað er ein tunna fyri menn og ein fyri
kvinnu, kosin kattarkongar, og fáa handað
steyp. Tá borðhaldið er liðugt verður síðan
skipað fyri dansi.
- Tað eg havi fingið vita um tunnusláttur á føstulávint er frá eldri monnum,
ið eru føddir áðrenn 1900. Teir fortaldu, at teir slógu tunnu sum ungir.
vísir seg, at børnini eru øgiliga spent at gera
búnar og brúka kreativu evnini. Eina tíð var
vanligt, at børnini keyptu liðug klæðir, men
nú er tað vorðið væl umtókt at gera egin
klæðir, og tað brúka tey fleiri dagar upp á,
sigur Høgni Joensen.
Umframt at lata seg í sum grýlur og
sláa tunnu, so er føroyskur dansur eisini á
skránni hendan øðrvísi skúladagin.
- Dansiárið endar á fastalávint, so øll fara
upp á gólv at kvøða. Í ár hava børnini lært
Sigmundskvæðið yngra og so verður eisini
trivið í onkra vísu, ið øll kenna, so sum
Veturin er komin við kulda og kava, greiðir
Høgni Joensen frá.
Tvørfakligur dagur
Hóast tað er tað skemtiliga og hugnaliga,
ið er í hásæti hendan dagin í skúlanum, so
merkir tað ikki, at børnini ikki læra okkurt.
Tvørturímóti, so vísir skúlastjórin á, at
børnini fáa frálæru í fleiri fakum hendan
dagin.
- Føroyskt, tónleikur, evning og heim
kunnleiki eru millum tey evnir, ið børnini
læra hendan dagin. At kvøða er partur av før
oyskum og tónleiki. Í samband við at eldru
næmingarnir velja ársins grýlu, vakrastu
grýlu, óhugnaligastu grýlu og annað, so
hava tey gjørt ymisk silkibond í evning. Har
umframt brúkar børnini hugflog og kreativu
evnini, tá tey gera grýluklæðini. Vit baka
eisini okkara egnu fastalávintsbollar og tað
er partur av fakinum heimkunnleiki. So tey
fáa roynt seg á ymiskan hátt, sigur Høgni
Joensen.
- Dansiárið endar
á fastalávint,
so øll fara upp á
gólv at kvøða. Í ár
hava børnini lært
Sigmundskvæðið
yngra og so
verður eisini trivið
í onkra vísu, ið
øll kenna, so sum
Veturin er komin
við kulda og kava.
- Okkurt árið er tað kanska lopið um vegna
serliga orsøkir, men annars hugsi eg, at
teir hava sligið so gott sum á hvørjum ári.
Í hálvtrýssunum byrjaði man so at skipa
tað betri og halda borðhald um kvøldið.