hósdagur 8. februar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
16
POLITIKKUR
ÁKI BERTHOLDSEN
N
ú eri eg ræðuliga spent
ur.
Tað sigur Jenis av
Rana, løgtingsmaður
fyri Miðflokkin.
Hann hevur lagt uppskot fyri
Løgtingið um at gera tað lættari
hjá sjúklingum í Føroyum at fáa
heilivág við kannabis.
Uppskotið var til umrøðu í
Løgtinginum í gjár og har fekk
tað størri undirtøku, enn Jenis
av Rana hevði gjørt sær vónir um
frammanundan.
– Tað fekk so mikið góða undir
tøku frá næstan øllum tingfólkum,
at nú eri eg ræðuliga spentur upp á
hetta, tí nú havi eg góðar vónir um
at tað verður samtykt, sigur Jenis
av Rana.
Og hann sigur, at tess meiri hann
kannar, og tess fleiri sjúklingar
hann tosar við, tess sannførdari
er hann um, at hetta er tað einasta
rætta.
Óttin er ógrundaður
Jenis av Rana sigur, at tað tykist
sum um at alsamt fleiri politikarar
skilja týdningin av hesum, og at tað
einasta, hetta snýr seg um, er at
veita rættiliga illa sjúkum fólkum
ein linna.
Í nógvum førum hevur heilivág
ur við kannabis víst seg at hjálpa
rættiliga væl og tí eiga vit at royna
hann, sigur hann.
Í Løgtinginum vóru nøkur
ivamál kortini reist. Ein spurningur
er, um kannabis heilivágur ikki
kann gera størri skaða í longdini,
tí kannabis er turvelvandi og av
leiðingin kann vera, at sjúklingar
verða narkomanar afturat tí at tey
eru sjúk.
Men Jenis av Rana staðfesti,
at tann óttin er ógrundaður, tí í
kannabis heilivági er javnvágin
ímillum tey turvelvandi evnini, og
hini evnini, sett soleiðis saman, at
sjúklingar verða ikki bundnir av tí.
Og sum Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri
Fólkaflokkin førdi, so er bundin
skapur neyvan nanað at stúra
fyri, tí nógvir av sjúklingunum,
sum fáa kannabis, eru so illa sjúk
ir, at teir liggja til tað síðsta, so
bundinskapur er ein tann minsti
trupulleikin.
– Tað er nettupp tað, at nógvum
førum snýr hetta seg um at gera
seinastu tíðina hjá sjúklingunum
so góða, sum tilber, og hjá øðrum
snýr tað seg um at gera lívið liviligt
hjá illa sjúkum fólki, leggur Jenis
av Rana afturat.
Rætt og slætt skeivt
Hinvegin harmast Jenis av Rana
um, at tað eisini varð ført fram, at
í Føroyum hava sjúklingar atgongd
til heilivág við kannabis og tí er
ongin grund hjá Løgtinginum at
samtykkja nakað á hesum øki.
Jenis av Rana sigur, at tað er
rætt og slætt skeivt. Í Føroyum
fáa nakrir fáir sjúklingar atgongd
til nøkur heilt fá sløg av kannabis
heilivági. Og harafturat er manna
gongdin so tvørlig og torskild, at
tað eru rættiliga nógvir sjúklingar,
sum standa við sviðusoð ístaðin
fyri at fáa heilivág, teir kunnu fáa
stórt gagn av.
Ein trupulleiki er so eisini, at
summir serlæknar vilja ikki geva
heilivág við kannabis, sigur Løg
tingsmaðurin fyri Miðflokkin.
Hann sigur, at verður hansara
uppskot samtykt, verða nógv fleiri
sløg av kannabis heilivági til taks,
umframt at kommunulæknarnir
kunnu skriva resept upp á tað,
akkurát sum teir kunnu skriva
resept upp á allan annan heilivág.
Undirtøka úr øllum
herðashornum
Tá ið orðaskifti var í Løgtinginum
vóru tað politikarar úr at kalla
øllum flokkum, sum tóku undir
við uppskotinum um at gera tað
lættari at hjá sjúklingum at fáa
heilivág við kannabis.
Hilbert Elisson og Heðin
Mortensen úr Javnaðarflokkinum,
halda báðir, at vit eiga at seta eina
slíka royndarskipan í verk, og tað
er Sonja Jógvansdóttir, samd í.
Eisini ein annar javnaðarmaður,
Djóni Nolsøe Joensen er sinnaður
at gera eina roynd. Hann heldur
kortini, at tað er skeivt at geva
leyst, men hann er sinnaður at gera
stig fyri stig, alt eftir, hvat gransk
ing á økinum vísir.
Og Jógvan á Lakjuni, løgtings
maður fyri Fólkaflokkin heldur, at
vit eiga at gera alt, vit kunnu, fyri at
veita illa sjúkum fólkum ein linna,
og er hetta ein møguleiki, eiga tey
eisini at fáa hann.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri
dugir ikki at síggja, hví vit ikki
skulu tora at fara undir eina
royndarskipan á hesum øki, tá ið
tey hava tað í Danmark.
– Kann tað hjálpa, eiga vit at
seta tað í verk, sigur hann.
Og hann helt, at tá ið Miðflokk
urin av øllum leggur eitt uppskot
fram um kannabis, má tað takast
í álvara, tí so kann tað ikki annað
enn tæna einum góðum endamáli.
Bárður Nielsen úr Sambands
flokkinum heldur, at hetta eigur
at standa sína roynd, tí tað er
undarligt, at Løgtingið skal nokta
sjúklingum heilivág, sum hjálpir
væl.
Helgi Abrahamsen, sum eisini
er úr Sambandsflokkinum, vísir
á, at Danmark og Føroyar eru eitt
viðgerarøki, og tað er undarligt, at
ein heilivágur skal vera lógligur í
Danmark og ólógligur í Føroyum.
Popput
Hinvegin eru tey í Tjóðveldi ikki so
fegin um at ætlanina at Løgtingið
skal geva læknum rúmari ræsur
at geva sjúklingum heilivág við
kannabis
Ingolf S. Olsen heldur, at tað
tað popput at tosa so hjartaliga
fyri heilivági við kannabis, áðrenn
málið er viðgjørt yvirhøvur.
– Vit tosa nógv um at virða fak
kunnleikan og tað er ikki rætt at
Løgtingið ger ímóti heilsufakliga
kunnleikanum fyri tað um danir
gera tað, helt Ingolf S. Olsen.
Hann sipar til, at Landslæknin
og Landsapotekarin hava mælt frá
at broyta skipanina, sum longu er
í Føroyum.
Hann vísti kortini ikki málið
heilt frá sær, men hann legði dent
á, at undir øllum umstøðum vil
hann hava málið betri lýst, áðrenn
hann tekur støðu.
Eisini Katrin Kallsberg vísir á,
at tær neyðugu kanningarnar eru
ikki gjørdar til at vit hava trygd
fyri, at heilivágurin er tryggur, og
hvussu stórir skamtir krevjast til
ymsar sjúkur.
Vil ikki hava skyldina
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í
Heilsumálum tekur ikki undir við
uppskotinum:
Hon sigur, at øll vilja hjálpa
fólki, sum hava tað ringt, men hon
heldur kortini, at tað er eitt brot á
eina rættiliga grundleggjandi sið
venju, at Løgtingið skal taka støðu
til, hvønn heilivág, vit skulu brúka.
– Trygdin hjá sjúklingum má
vera í hásæti og tað er eitt brot,
sum vit neyvan hava sæð áður, á
alla siðvenju, at Løgtingið skal gera
av, hvønn heilivág, vit skulu brúka.
Hon spyr eisini, hvør skal so fáa
skyldina, vísir tað seg, at kannabis
heilivágur hevur álvarslig hjáárin
vit einki vita um nú.
Sjálv leggur hon dent á, at hon
ætlar sær ikki at átaka sær skyld
ina av tí, og tí heldur hon, at vit
skulu halda okkum til tær manna
gongdir, sum eru galdandi.
Uppskotið hjá Jenis av Rana um at geva sjúklingum í Føroyum lættari atgongd til
heilivág við kannabis, fekk størri undirtøku í Løgtinginum enn hann hevði væntað
NÚ ERI EG
ØGILIGA SPENTUR
Tað tykist sum
um at alsamt fleiri
politikarar skilja
týdningin av hesum, tí
tað einasta, hetta snýr
seg um, er at veita
rættiliga illa sjúkum
fólkum ein linna,
sigur Jenis av Rana