hósdagur 8. februar 2018síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
17
TUNLAR
ÁKI BERTHOLDSEN
T
að er bráðneyðugt at fáa
nýggjar tunlar Norður
um Fjall og tískil ber tað
ikki til at bíða eftir at tað
almenna fer at gera teir.
Tað halda níggju løgtinglimir úr
trimum ymsum flokkum.
Tískil hava teir lagt eitt uppskot
fyri Løgtingið um at fara undir
tunlarnar beinanvegin.
Og í hesum uppskotinum royna
tey at snúgva sær fyri og hava lagt
eitt heldur óvanligt uppskot fyri
Løgtingið. Tey siga nevniliga, at
tað skal ikki vera Landsverk, sum
skal standa fyri arbeiðnum.
Tvørtur ímóti halda tey, at tað
skal verða felagið, sum eigur og
rekur Norðoyatunnilin, sum skal
standa fyri arbeiðnum.
Sostatt skulu tunlarnir Norður
um Fjall verða eitt framhald av
Norðoyatunlinum, siga tey.
Kunnu bíða við pengunum
Í hesum sambandi vilja tey hava
Løgtingið at samtykkja, at Norð
oyatunnilin skal fyrireika og for
prokjektera tunlarnar Norður
um fjall og teir vegir, sum skulu
gerast í tí sambandi. Talan er um
vegir og tunnil ímillum Klaksvík og
Árnafjørð og ímillum Árnafjørð og
Norðtoftir.
Men hinvegin skal Landsverk
góðkenna ætlanina fyri at tryggja,
at øll krøv verða gingin á møti.
Landsverk hevur gjørt ymsar
kanningar í sambandi við tunlar
nar Norður um fjall, men løgtings
fólkini, sum hava lagt uppskotið
fram, vilja eisini hava Løgtingið at
samtykkja, at Landsverk skal lata
felagnum, sum rekur Norðoya
tunnilin, alt tilfarið fyri einki.
Tey vísa á, at tá ið Landið ger
tunlar, verður peningurin játtaður
samstundis, sum arbeiðið verður
gjørt. Men tá ið eitt alment parta
felag ger arbeiðið, er ikki neyðugt
at peningurin verður játtaður sam
stundis sum arbeiðið verður gjørt.
Tey vísa á, at Norðoyatunnilin
fekk sína fyrstu almennu peninga
játtan í 2002, og seinasta játtanin
varð latin á fíggjarlógini í 2009.
Annars varð tunnilin tikin í nýtslu
í 2006.
– Játtanin til Norðoyatunnilin
var sostatt latin yvir átta ár, men
arbeiðið at gera hann tók bara tvey
og eitt hálvt ár, siga tey.
– Kann Norðoyatunnilin fíggja
ein part av tunlunum Norður um
Fjall, kann játtanin á fíggjarlógini
strekkja seg yvir fleiri ár, og sostatt
slepst undan at spreingja íløgu
ætlanina hjá Landinum, siga teir
níggju løgtingslimirnir.
Byrja at kalla beinanvegin
Tey níggju Løgtingsfólkini vísa á,
at Norðoyatunnilin er um at vera
goldin, og sambært fíggjarætlanini
hjá felagnum, hevur hann eitt
avlop upp á umleið 10 milliónir
krónur, áðrenn rentur, skatt og av
skrivingar. Tað er sostatt avlopið,
felagið hevur at forrenta seg við.
– Norðoyatunnilin er eitt stórt
virðið at seta í veð fyri arbeiðið at
gera tunlarnar Norður um Fjall,
siga tey níggju løgtingsfólkini.
Samstundis er rentan so lág,
at tey vænta, at tað ber til at fáa
byggilán til tunlarnar Norður um
Fjall fyri eina rentu upp á eini tvey
prosent um árið.
Kann Norðoyatunnilin stendur
sum byggiharri fyri tunlarnar
Norður um Fjall”, kann arbeiðið
byrja at kalla beinanvegin, siga teir
níggju løgtingslimirnar. Sostatt
kunnu tunlarnir Norður um Fjall
framskundast eini trý ella fýra ár,
leggja tey afturat.
Bummgjaldið halda fram
Annars hevur tað verið eitt
hjartamál hjá fleiri av hesum
politikarunum at bummgjaldið í
tunlinum skal strikast tá ið hann
er goldin.
Men tey siga nú, at tey eru sinn
að at sleppa hesum kravi fyri at
Norðoyatunnilin skal kunna fíggja
ein part av tunlunum Norður um
Fjall.
Men samstundis verður eisini
neyðugt hjá landinum, at hækka
partapeninginin í Norðoyatunli
num 280 milliónir krónur. Men
tað kann gerast við at hækka
partapeningin 70 milliónir krónur
um árið frá 2021 til 2024, og tað
samsvarar rættiliga væl við tað
langtíðarætlan, Landið annars
hevði lagt.
Annars fer alt arbeiðið at gera
tunlarnar Norður um Fjall at kosta
360 milliónir krónur.
Ongin vandi
Løgtingsfólkini, sum hava lagt
hetta fram, ásanna eisini, at virk
semið í landinum er nógv í løtuni,
og at vandi tískil kann vera fyri, at
búskapurin gerst ov heitur.
– Í slíkum tíðum kann vera
neyðugt at tálma virksemið, siga
tey. Men tey halda kortini ikki, at
tað er nakar vansi at gera tunlar, tí
tað krevur ikki so nógv fólk, men
maskinur, og sostatt eru lønar
útreiðslurnar ikki so høgar.
Tey, sum hava lagt uppskotið
fyri Løgtingið, eru Jákup Mikkelsen,
Joen Magnus Rasmussen, Jacob
Vestergaard og Elsebeth Mercedis
Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokki
num, Bill Justinussen og Jenis
av Rana úr Miðflokkinum og
sambandsmenninir, Bárður Niel
sen, Helgi Abrahamsen og Magnus
Rasmussen.
ALMENT FELAG
SKAL GERA
TUNLAR Í
NORÐOYGGJUM
Løgtingslimir royna at snúgva sær fyri at fáa gongd á arbeiðið
at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall. Afturfyri hava teir
slept ætlanini um at strika bummgjaldið í Norðoyatunlinum
ÁKI BERTHOLDSEN
Politikarar kunnu bara takka
sær sjálvum fyri, at tey ikki
langt síðani hava fingið nýggjar
tunlar Norður um fjall.
Tí høvdu teir fylgt einum
tilmæli frá Landsverki, varð
longu farið undir at gera
nýggjar tunlar Norður um Fjall
í 2013, og so var væl og virðiliga
koyrandi nú.
Í samferðsluætlanini, Lands
verk gjørdi í 2012, varð mælt til,
at tunlarnir Norður um Fjall
skuldi vera teir fyrstu, sum
skuldi gerast. Farast skuldi
undir teir longu í 2013 og teir
skuldu verða liðugir í fjør.
Síðani
skuldi
nýgg jur
Hvalbiartunnil gerast, og hann
skuldi vera liðugur í 2020 og at
enda skuldi tunnil til Viðareiðis
gerast, og hann skuldi vera
liðugur í 2023.
Men politikararnir tóku
Landsverk av ræði gjørdu held
ur eina semju um at byggja
tunlarnar í øvugtari raðfylgju.
Sostatt varð fyrst farið undir
Viðareiðistunnilin, og hann er
nú liðugur. Síðani skuldi farast
undir Hvalbiartunnilin, og tað
verður um ársskiftið í ár, og at
enda skuldi so loksins farast
undir tunlarnar Norður um
Fjall, og teir skuldu so verða
liðugir í 2024.
Tað er sostatt ein beinleiðis
politisk orsøk til, at tunlarnir
Norður um Fjall endaðu aftast
í røðini, har Landsverk annars
vildi hava teir fremst í røðina.
Politikarar úr Norðoyggjum
hava roynt ymsar snildir fyri at
broyta hesa raðfylgjuna eina
ferð afturat.
Eitt nú hava teir ført fram,
at projektið at gera tunlarnar
Norður um Fjall, hevur verið
liðugt leingi, so tað var eingin
grund at útseta arbeiðið. Hin
vegin varð einki projekt um
nakran Hvalbiartunnil, so tað
slapst ikki ígongd við hann
kortini.
Men meirilutin í Løgtingi
num hevur hildið fast um, at nú
skuldi semjan, sum varð gjørd
eftir at Landsverk varð tiki av
ræði, haldast, og at tinglimir
úr Norðoyggjum skuldu ikki
trumfa Hvalbiartunnilin aft
ur um, eftir at teir fyrst høvdu
fingið skúgvað Viðareiðis
tunnilin fremst.
Kundu longu havt
fingið nýggjar tunlar
Við hesi ætlanini
kann arbeiðið at gera
nýggjar tunlar Norður
um Fjall, framskundast
trý ella fýra ár