hósdagur 8. februar 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
19
Tilfar til á leið 8 vantnbakkilsi
• 2,5 desilitrar av vatni
• 125 gramm av smøri
• 125 gramm av hveitimjøli
• 3 stór egg
Góð ráð til væleydnaði vatnbakkilsi
Jórun Lassen Mørkøre, bakari, greiðir frá, at tá vatnið og
smørið er kókað, er umráðandi at koyra mjølið í við tað sama og
røra væl saman. Síðani skulu eggini í eitt og eitt. Tá tað verður
rørt saman brúkar hon ikki pískirís men sleiv. Hon greiðir frá,
at deiggið skal verða eitt sindur tjúkt, men ikki alt ov tjúkt.
Hóast tað óivað ber til at brúka skeið, tá deiggið verður koyrt
á platuna, so er best at brúka ein sproytiposa, heldur hon.
Jórun Mørkøre staðfestir, at tað er av alstórum týdningi ikki
at lata lúkuna á ovninum upp, áðrenn vatnbakkilsini eru liðugt
bakaði. Verður lúkan upplatin, so søkka vatnbakkilsini saman.
Kakumann
úr vatnbakkilsum
Ynskir tú at gera ein kakumann, ístaðin fyri at
gera fastalávintsbollar, so er mannagongdin
tann sama, men tíðin í ovninum er longri.
Hesin skal baka á leið í 40-45 minuttir. Tá
hann er ljósabrúnur er hann liðugur.
Mannagongd
Set ovnin á 200°
Koyr vatnið í eina grýtu, og fá tað upp á kók
Koyr smørið í vatnið og smelta tað
Síla mjølið niður í vatnið, tá tað kókar – so
slepst undan, at klumpar eru í deigginum
Rør vatn, smør og mjøl saman, meðan grýtan enn stendur
á kókiplátuni. Tað er umráðandi, at man skundar sær
eitt sindur at røra mjølið í. Ansa eftir, at tað er væl rørt
saman. Deiggið skal vera blankt og sleppa grýtuni
Lat síðani deiggið køla av í 15 minuttir
Rør síðani eitt egg í deiggið í senn. Tað er sera umráðandi, at tað
verður rørt væl, áðrenn tað næsta eggið verður koyrt í. Deiggið
skal ikki verða ov bleytt, og tað kann verða nokk við minni enn
trimum eggum, men hendan uppskriftin plagar at passa væl
Rør síðani deiggið saman við eini sleiv, so deiggið samlast
Koyr deiggið í ein sproytiposa ella í ein
frystiposa og klipp eina hjørnið av
Tak eina bakiplatu við bakipappíri á og sproyta á leið 8
vatnbakkilsir á platuna. Minst til, at vatnbakkilsi ganga
og vaksa í ovninum, so lat gott pláss vera ímillum hvørt
Vatnbakkilsi er kart, tá tað er gyltið og ljósabrúnt. Tað
skal ikki verða ov myrkt.
Fylla
HVÍT SJOKOLATA OG HINDBER
Í PÍSKAÐUM RÓMA
Tilfar:
Rómi
Hindber
Hvít sjokoláta
Mannagongd:
Píska róman, mosa hindberini og rør tey í róman
Smetla ta hvítu sjokulátina í vatnbaði og
smyr eitt sindur á vatnbakkilsini
Fyll vatnbakkilsini við hindberskúmi
Pynta við turkaðum hindberum
NUGGAKREM
Tilfar:
100 gram av nugga
1 ¼ dl av róma
2 ½ dl av róma
Florsukur omanyvir
Mannagongd:
Koyr Nugga og róma í eina grýtu og smelta tað saman
Koyr síðani blandingina í eitt ílat við loki,
og set tað kalt í nakrar tímar
Tá tað er kalt verður tað pískað saman,
soleiðis at tað verður til tjúkt krem
Písa róman og koy í ein sproytiposa
Fyll vatnbakkilsini við nuggakrem, og sproyta róman í.
Stroy síla florsukur omanyvir
TIPP:
Vanligt er við
sjokolátaglasuri omaná
vatnbakkilsini, og at
fylla tey við kakukremi,
súltutoy og róma.
Hóast tað smakkar væl,
so eru nógvir ymiskir
møguleikar, og best er
at royna seg fram við
tí, sum man dámar best
TIPP:
Vatnbakkilsini skulu
køla av í fimm til
10 minuttir, áðrenn
tey verða fylt við
róma, kakukremi
og øðrum góðum
TIPP:
Baka bara ein platu
við vatnbakkilsum
í senn. Er ov nógvur
bakstur í ovninum í
senn, so verður tað ov
fuktigt og tað kann
oyðileggja deiggið