Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 20 LIST Fagna Leirvíks-málaranum á 100 ára føðingardegnum Mánadagin eru 100 ár síðani Jóannis Kristiansen var borin í heim – dagurin verður hildin í Fuglafirði og Leirvík ÁRNI GREGERSEN H ann valdi at fara eina aðra leið enn aðrir før­ oyskir listamálarar, Jóannis Kristiansen úr Leirvík. Millum teirra, sum hava skil fyri málningalist verður hann ofta nevndur sum Føroya einasti im­ pressionistur við serligum íblástri frá teimum fronsku im­pression­ist­ un­um. Mánadagin eru 100 árliðin síð­ ani hann var føddur. Í hesum sam­bandi skipar Petur Martin Pet­ersen, systirsonur Leirvíks-mál­ ar­ans, fyri opnum húsi á Bøvegi 16 í Fuglafirði. Har fer at bera til at síggja nakr­ar málningar hjá Jóannis Kristiansen og til ber eisini at fáa eitt prát um listamannin. Frá týsdegnum verður ein fram­ sýning eisini sett upp á báta­savn­ in­um í Leirvík. Jóannis Kristiansen var føddur í Leirvík og vaks eisini upp har, hó­ ast hann so at siga alt sítt vaksna lív búði í Keypmannahavn. Frá 1944 til 1948 gekk hann á danska Kunst­akademinum, har Aksel Jørg­ensen, professari, var læru­ meist­ari hansara. Hóast hann búði í Keyp­manna­ havn og giftist har, so brúkti hann nógva tíð í Føroyum øll tey árini hann virkaði, sum listamálari. Ofta kom hann higar heilt tíðliga á vári og fór ikki avcstaðaftur fyrr enn seeint um heystið. Hann fann sær motiv í føroysku náttúruni. Millum teir stóru Jóannis Kristiansen verður í dag roknaður millum tey listafólk, sum hevur ávirkað føroysku máln­ ingsalistina. -Hann var tann einasti, sum legði seg eftir tí impressionistiska, sigur Bárður Jákupsson, listamálari og fyrrverandi stjóri á Listasavninum. -Jóannis Kristiansen dugdi at brúka náttúruna og geva henni litir og ljós. Hann brúkti føroysku náttúruna øðrvísi enn hinir før­ oysku málararnir, sigur Bárður Jákups­son. Jóannis Kristiansen doyði bert 70 ára gamal. Í 1993 var ein afturlítandi fram­ sýning í Leirvík av hansaraz verk­ um. Tá skrivaði Ingálvur av Reyni mill­um annað: “Hann bar í sær, øll tey mongu árini hann var útiseti, myndina av Føroyum. Hann vitjaði javnan heimaftur, var okkurt árið her líka frá Græk­ aris­messu, og til væl var liðið á heystið. Tá leitaði hann sær út um garð­ ar­nar til tey støð, honum fullu so væl í barna og unglingaárum: seyða­húsið í brøttu líðini, gomlu krónna og risastóra sermerkta stein­in í fjøruni. Hann teknaði og málaði heim­ bygdina úr enda í annan. Býlingurin, sum hann sá úr ateliervindeyganum við Sigatindi í bakgrundini, hevði hann serligan tokka til og teknaði og málaði hann á øllum ársins tíðum. Jóannis var farin at mála longu áðrenn hann fór niður, og niðri fekk hann sær hollan kunnleika innan máln­ ingalist á akademiinum í Keyp­ mannahavn, hjá Aksel Jørgensen professara. Tað var sermerkta ljósið í Før­ oyum, ið hugtók hann eina mest. Kava­myndir hansara vóru so bjartar, at tú nærum blindaðist, men milda seinnapartsljósið, ið sveip­ar seg um teigar og tún, hevði hann eisini ans fyri og málaði tað so inniligt, sum kanska ongin ann­ ar. Myndirnar hjá Jóannisi eru stund­um átøkar teimum hjá fronsku impressionistunum. Hug­ tikin var hann av hesum mætu meistarum, men aldri var talan um eftir­gerð – kopiering – hann hevði sjálvur upplivað tað, hann málaði. Ofta bera myndir hansara bráð av at vera skjótt gjørdar. Tað sær so lætt út hjá honum. Sum gjørt í eini handavending. Soleiðis var tað bara ikki. Stríðið var ofta almikið, áðrenn hann slepti einari mynd. Hann hevði hana frammi og setti hana frá sær ótaldar ferðir. Hann ímyndaði sær evnið – motivið – uppaftur og uppaftur. Tá hann so at endanum var náddur á mál, sá tað mangan út, sum var mynd­in málað eftir stuttari løtu. Júst hetta ger myndir Jóannisar so livandi og sannar.” Bárður Jákupsson sigur um Jóannis Kristiansen: -Hann er eitt týðandi andlit í mill­um føroysk listafólk og han er avgjørt verdur at minnast. Hann gekk sínar egnu leiðir, men málningar hansara tala fyri seg. Framsýningin í bátasavninum í Leirvík verður opin frá týsdenum klokkan 17 og restina av vikuni. Um vikuskiftið frá 15 til 18 og hóskvøldið hugleiðir Peter Martin Petersen í kirkjuni um altartalvuna íLeirvík. Jóannis Kristiansen doyði 70 ára gamal Báturin í góðveðrinum í Fuglafirði er ein mynd sum málarin var sera vælnøgdur við sjálvur