hósdagur 8. februar 2018síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
21
SOSIALURIN 119
BLOGGUR
VALENTINE
JÓGVAN ZACHARIASSEN BLOGGAR
R
eyðar hjartaformaðar
sjokulátaeskjur, angandi
blómur og marglitt kort
teljast millum tey, ið
standa fremst á handilshyllunum
kring landið í hesum døgum.
Ymiskt er, hvat fólk halda um
Valentinesdagin. Summi vilja vera
við, at tað er tað reina oysl, og onnur
meta hetta vera eitt gott høvi at
vísa konu síni, at hon er serstøk.
Men hvar hevur Valentinesdagurin
uppruna sín?
Ymiskt er, hvønn fólk halda
Valentine vera, men hildið verður,
at hann livdi í 3. øld e.Kr.. Talan er
um ein mann, ið æt Santa Valentine
av Terni, føddur í Italia ár 226 og
tikin av døgum tann 14. februar ár
269/70 í Róm.
Rómverski keisarin, Claudius II,
var ein miskunnarleysur einaræðis
harri, sum hevði sett sær fyri at
økja um rómverska herin, tí trýstið
á rómverska ríkið gjørdist alsamt
stórri. Hann setti í gildi eina lóg,
sum bannaði hermonnum at gifta
ella trúlova seg. Endamálið var, at
orsøkirnar hjá hermonnonum til
at tráða eftir at koma heim, skuldu
skerjast/avmarkast mest møguligt,
so tankarnir ikki vóru aðrastaðni
enn á ábyrgdini sum hermaður -
kona og børn, vóru mett sum hótt
an ímóti hesi tilgongd.
Tá ið lógin var komin í gildi, stóð
Valentine á odda fyri at mótmæla
hesi skilaleysu lóg. Hann gjørdi alt
fyri at verja frælsið hjá hvørjum
einstøkum hermanni, og stóð
við orð síni, at ein og hvør skuldi
hava møguleikan at velja, um ein
vildi trúlovast, giftast ella ikki.
Santa Valentine helt á at víga pør
í kirkju síni og vildi ikki at lurta
eftir boðunum hjá Claudiusi. At
enda var Claudius so argur inn á
Valentine at hann gav boð, um at
drepa hann. Hann var tikin, buk
aður við gassum við naglum í og
at enda hálshøgdur. Valentine leið
martyrdeyðan fyri sannføring sína
um, at ein og hvør skuldi hava fyri
treyturnar til saluna og friðin, sum
hjúnabandið kann rúma.
Søgnin sigur, at tá ið Valentini
sat í fangahúsi og bíðaði eftir dómi
sínum, skrivaði hann eitt bræv til
dóttir fangavaktarans, sum hann
var komin at kenna í fangahúsin
um. Hann endaði brævið við hesum
orðunum: “Frá tínum Valentine.”
Eftir deyða sín, fekk Valentine
heitið “halgimenni” fyri dirvið at
standa upp fyri hjúnabandið og
rættin hjá hermonnum til at trú
lovast, giftast og at fáa egna fam
ilju. Og ár 496 gjørdi Gelasius pávi
deyðadag Valentines heilagan.
Men lítið vitsti Valentine, hvørja
alheimsávirkan bardagi hansara
fyri hjúnabandinum fór at hava.
Valentinesdagurin, sum vit
kenna hann í dag við blómum,
kortum og sjokulátu er tó langt frá
tí, sum dagurin upprunaliga stavar
frá. Tað er lætt at fara til handils og
keypa vøkru valentinespakkarnar
og síðani skriva eitt kort, ið endar
við orðunum, “Tín Valentine.”
Nakað annað er at sita í fangahúsi
og hava fingið deyðadóm fyri at
berjast fyri hjúnabandið, og síð
ani at skriva, “Tín Valantine”.
Santa Valentine minnir okkum á,
at miðdepilin í kærleikanum er
kostnaðarmikil, uppoffrandi og
gevandi – ja, sjálvt nakað, sum vit
eru til reiðar at lata lív fyri.
C.S. Lewis segði: “At elska er at
vága. At elska kostar mær nakað.
Elska og hjarta mítt fer sanniliga
at kenna vónbrot. Ja, tað verður
kanska enntá sundurbrotið. Um
eg vil vera vísur í, at hjartað ikki
skal særast, so skal eg halda tað
fyri meg sjálvan. Læsa tað inni á
einum tryggum stað, har eingin
kann koma tí nær. Men á hesum
stað, har alt tykist trygt, fer hjartað
kortini at broytast. Tað verður
kanska ikki brotið, men at enda
verður tað óbrótiligt, óbroytiligt
og óatkomandi.”
Hetta var júst tað, ið Claudius
ynskti, men eitt par, sum livir upp
til tað, sum Santa Valentine gjørdi
fer at kveikja og varðveita kærleik
an. Tey skilja, at tað er møguligt at
geva uttan at elska, men tey vita, at
ein kann ikki elska uttan at geva. Tí
vilja tey elska. Tey vilja geva. Tey
vilja luta. Tey vilja fyrigeva. Tey
vilja fata. Tey vilja vera tolin. Tey
vilja læra. Tey vilja seta seg inn í
umstøðurnar hjá hinum. Tey vilja
vera kærleikanum trúgv. Og tey
vilja vera trúføst til deyðan.
Var Valentine spurdur um Val
entinesdagin í dag, hevði hann
óiva svarað: Sannur kærleiki er
at maðurin kemur niður av høga
hesti sínum, vísir eyðmýkni og
boyggir seg niður at elska og æra
konu sína – og vera tilreiðar at lata
lív fyri, at kærleikin skal vera fríur/
frælsur at móttaka og geva.
Og hvør veit, um hann ikki
hevði fingið sær eina sjokulátu í
munnin, hevði luktað góða angan
av rósunum og kvøtt okkum við
eini heilsu, ið var undirritað: “Tín
Valentine!”?
Nakað annað er at sita í
fangahúsi og hava fingið
deyðadóm fyri at berjast fyri
hjúnabandið, og síðani at skriva,
“Tín Valantine”