hósdagur 8. februar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
23
Um eg einaferð fari at skriva eina kókibók -
tað droymi eg av og á um í loyndum - so fara
eisini at vera myndir sum hendan. Myndir
sum vísa kaotisku bakgrundina handan
aðrar myndir. Rokaligan og hugnaligan
- soleiðis dámar mær allar best køkin.
TJÓÐHILD PATURSSON HEVUR SKRIVAÐ
A
ftur í ár helt eg, at hesi
jólini fór eg at hava
góða tíð. Tíð til at gera
alt hatta hugnaliga. Tíð
til at vera heima. Baka. Lesa bøk
ur. Hava gestir. So aftur í ár keypti
eg eina rúgvu av lekkrum mati at
eiga inni; fyri ikki at nevna alt tað
lekkra vínið eg keypti og ætlaði
mær at drekka (altso saman við
vinfólki). Komin inn í januar, lág
tað mesta av matinum enn í kulda
skápinum (tíbetur mest ostar, ið
hildu sær væl) og vínið stóð enn í
hillini - ja, eg noyddist at støva vín
fløskurnar av! Hálvan januar setti
eg mær fyri, at ostarnir og vínið
ikki skuldi fara fyri skeyti. Tað var
heilt lætt at finna fólk at hjálpa
mær at forkomast víninum - og
ostunum við.
Eftir liggja ein rúgva av fittum
smáum (nú rukkuttum) súreplum.
Tað hevur ikki verið eins lætt at fáa
fólk at hjálpa mær við teimum - vín
og ostur er onkusvegna lættari at
lokka fólk við.
Sum tey tykkara, ið ikki lesa
mínar matsíður fyri fyrstuferð,
vita, so dámar mær ógvuliga illa at
lata mat fara til spillis - somuleiðis
dámar mær ógvuliga illa at lata
uppgávur/tankar/mat/annað fara
frá einum árið og inn í eitt annað.
So illa, at eg havi havt trupult við at
byrja hetta nýggja árið. Leivdirnar
frá árinum fyri skugga so illa fyri
øllum tí nýggja, at eg bara hómi
tað… Súreplini MUGU etast. NÚ.
Annars er vandi fyri at summarið
fer framvið, uttan at eg veruliga
byrjaði 2018.
Tað kennist, sum bleiv eg tveitt inn í hetta
nýggja árið - sum um byrjaði árið ikki í
januar, men fór beinleiðis frá desembur
til februar. Jólapyntið er tikið niður, men
er enn ikki lagt í kassan uppi á loftinum.
Valnøtirnar standa enn í eini skál á borðinum
og bíða eftir at verða brotnar; og smáu fittu
súreplini eg keypti til jóla liggja rukkut í
fruktskálini - tað er eitt sindur óhugnaligt,
at tey ikki eru spilt enn; men eg blundi,
og lovi mær sjálvari at keypa vistfrøðilig
súrepli í 2018 - um árið nakrantíð byrjar.
JÓLAPYNT OG
HONGUR EFTIR
Eg dugdi ikki at finna uppá nakað navn til hetta fiksa súrepla og hunangs ‘tingið’
- tí tað kann brúkast til so nógv. So fyribils eitur tað bara súrepla-hunangs ‘ting’ -
soleiðis plagar Ýr at kalla tað. ‘Mamma, kann eg fáa hitt súrepla-hunangs tingið
á mín havragreyt?’.
Tú skalt brúka
Súrepli sum eru við at spillast
- Um partar longu eru farnir, so skerir tú bara teir partarnar av
Hunang
Sker súreplini í smáar bitar - tú avgert sjáv hvussu stórar. Tá ið øll súreplini
eru skorðin, gravar tú súreplahúsarnar niður í garðinum (til makkkararnar
makkarnar), síðani vaskar tú tær hendurnar ordiliga væl, og fert inn aftur í
køkin. Máta smátt skorðnu súreplini - fyri hvønn dl av skorðnum súreplum,
skalt tú brúka 1 spsk av hunangi (ella eina hálva spsk - um tú ikki eigur nóg
nógvan hunang). Lat súrepli og hunang í eina grýtu - lat standa á miðal hita til
hunangurin er smeltaður og súreplabitarnir bleytir uttan, men enn broysknir
innaní. Stoyt yvir í eina krukku við loki og set á køl í kuldaskápinum. Tað heldur
sær væl.
Súrepla-Hunangs ‘tingið’ smakkar væl oman á havragreytin. Eisini er tað gott
á ost, ella sum ‘chutney’. Onkuntíð kryddi eg tað við eitt sindur av kaneli ella
kardemummu.
Ahhh….! Jólapyntið er lagt í kassan á ovasta
lofti og súreplini etin afturvið havragreyt
inum. Nú fari eg at seta meg at bróta val
nøtir og festa teir nógvu leysu endarnar (av
óloystum og/ella seinkaðum uppgávum) sum
hanga eftir frá 2017. Kanska mítt 2018 kenn
ist klárt at byrja í mars - tað verður málið -
annars má eg leypa hetta árið um, og ístaðin
byrja at fyrireika meg til 2019 (tað verður her
áðrenn eg veit av).
Súrepla-Hunangs ‘ting’