Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 26 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 1. partur Í dag eru tey fá, sum minnast nakað til Ungmannafelagið Merkið. Ein av teimum er tann, sum skrivar hesar reglur. Tá ið eg kom í Fiskimannafelagið í 1971 var ein av uppgávunum at gerast nevndarlimur í útbúgv­ ing­ar­grunninum hjá ung­manna­ felagn­um Merkið. Grunnurin var stovnaður í 1956. Nevndin var mannað av umboðum fyri yms­ar vinnuligar felagsskapir og hevði til uppgávu eina ferð ár­liga at býta út studning til ung und­ir útbúgving, eisini handaliga út­ búgv­ing. Formaðurin varð valdur av Merkinum. Tann fyrsti var Sig­ mund Hoydal. Aftaná hann var tað í fleiri ár Christian Høj, lærari á Strond­um. Seinasti formaður var Torleiv­ur Hoydal, sonur Sigmund. Skrivari var Poul Johannes Lind­berg, sum var virkin í Merk­ in­um alla sína tíð. Tað, sum nevndin býtti út, vóru rentur av stovnsfænum. Hetta var partvíst latið av Merkinum og var partvíst fingið til vega við inn­ savn­ingum. Men tá ið rentu­støðið lækk­aði, gjørdist so lítið at býta út, at virksemið varð niðurlagt og kom ikki í gongd aftur. Men tá ið grunnurin virkaði, vóru stuðuls­ møgu­leikarnir hjá lesandi ikki so góðir sum nú. Tí kom hvør króna væl við. Felagið Merkið varð avtikið á aðal­fundi tann 27. oktober 2016. Tá hevði felagið ikki verið virkið í eini 50 ár. Tann einasti eftir­livandi av teimum seinast valdu nevnd­ar­lim­ un­um, Wentzel Kamb­an, helt at nú var tíðin farin frá felagnum. Á seinasta aðalfundinum varð samtykt at lata pengaogn felags­ ins, kr. 400.000, fara til byggi­ grunn­in hjá Føroya Fólkaháskúla . Hetta var ógvuliga nær við upprunaendamálið hjá Merkinum. Merkið hevði í sínum uppruna eisini tætt tilknýti til Háskúlan. Har var felagið stovnað, og tað hevði sínar fundir á háskúlanum fyrstu árini. Nú Merkið er farið í søguna kann tað vera uppá sítt pláss at tríva eitt sindur í søguna hjá fel­ agn­um, sum eina ferð spældi ein fitt­liga stóran leiklut í Havn og sam­felagnum annars. Keldan er fyri størsta partin skjalatilfar hjá felagnum. Fremsta keldan er gerðabøkurnar. Tær eru tó ikki allar til og aðrar eru ófullfíggjaðar. Kortini ber til at geva eina góða lýsing av felagnum, ser­liga ta fyrstu tíðina. Eisini er okkurt íkast fingið úr bókini “Merkið” hjá Niels J. Arge. Ùr hesi bók eru eisini onkrar myndir. Ungmannafeløg í Havn Fyrra partin av 20. øld var í Havn ein ógvuliga virkin ungdómur á mentannarliga økinum. Eitt tað besta dømi um hetta er Havnar Ungmannafelag, sum varð stovnað í 1906. Hesa tíðina kallaði Petur Háberg í bók síni Hugbirtingar fyri “gulløldina”. Høvuðsmálið var at vekja ans fyri móðurmálinum. Millum teir, sum tóku stig til at stovna hetta felag, vóru Mads Winther, Nyholm Debes og Petur Alberg. Teir komu eisini at hava stóran leiklut í felagnum. Havnar Ungmannafelag var ser­stakliga virkið. Fundur var fast hvørt mikukvøld. Felagið hevði eisini eitt blað, Baldursbrá. Tað var hondskrivað í einum eintaki og varð lisið upp á hvørjum fundi. Limir skiftust um at skriva blaðið. Hetta blað er til skjals á Lands­ bókasavninum og er gott íkast til at lýsa tíðina tá. Ungmannafelagið helt upp­at at virka í 1911. Søgan um ung­manna­ felagið og tíðina tá kann eisini lesast í bókini um Petur Alberg, sum 22 ára gamal gjørdi lagið til okk­ara tjóðsang. Ungmannafelagið Merkið Uttan iva hevur saknur verið í ungmannafelagnum. Nøkur ár seinni er tað, at spurningurin um eitt føroyskt flagg tekur seg upp, og tá kemur aftur lív í felagsandan. Í 1920 varð ungmannafelagið Merkið stovnað, og tað var ætlað at taka upp arvin eftir Havnar Ung­mannafelag. Nú var spurningurin um eitt før­oyskt flagg aktuellur, og lim­ir­ nir vóru so eldhugaðir fyri hesum, at teir valdu at kalla felagið Merkið. Felagið var stovnað uttanfyri Føroya Fólkaháskúla mánakvøldið hin 14. juni 1920. Stovnararnir vóru tveir bólkar av virknum ungdómi í Havn. Ann­ ar bólkur var av sjey gentum, sum kallaðu seg Sjeystjørnan. Tær vóru Dagny Mohr, hjá Hans Mohr Elisabeth Mouritsen, seinni Henriksen Margretha Mouritsen , seinni av Skarði Sofía Mittún, seinni Dam Anna Johannesen, hjá Poul á Apotekinum, giftist Jensen Elsa av Skarði, seinni Dalsgaard Anna Margretha Rein, seinni Dalsgaard Saman við teimum vóru hesir tríggir: Jákup av Skarði, Jacob Jacobsen (Sjabokk) og Jens Hansen, úr Nólsoy. Teir komu úr einum dreingjabólki, sum fyrst kallaðist Vitin og seinni Neistin. Í nevndina komu: Jákup av Skarði, formaður, Anna Johannesen, kassameistari og Jacob Jacobsen, skrivari. Endamálið: At fáa Merkið viðurkent Limirnir settu sær sum fremst mál av øllum alvi at fáa viðurkent nýggja flaggið, sum studentar í Keypmannahavn við Jens Oliv­ uri Lisberg á odda høvdu borið fram í Norðmansdalinum í Keyp­ manna­havn. Tískil skuldi fólk úti um oyggj­arnar stuðlast at nýta tað sum okkara tjóðarmerki. Stovnandi fundurin í Merkin­ um endaði við, at sangurin “Ljós yvir landið” varð sungin. “Vónandi er, at hesin sangur verður eitt fyri­ dømi fyri okkara fólk”, sigur gerða­ bók­in frá fyrsta fundi. Um næsta fundin stendur: “Sunnu­dagin hin 19. juni var fund­ur hildin í urtagarði Poul Isaks­ens. Viðtikið varð, at tríggir felag­ar: Anna M. Rein, sum gift­ ist Dalsgaard, Jens Hansen og Jacob Jacobsen skuldu royna frá sakkønum monnum at fáa at vita, um tað kann loyvast at brúka fram­tíðar merki Føroya til felags­ merki okkara.” Viðvíkjandi felagsmerkinum er at siga frá, at Sjeystjørnurnar tóku ógvuliga væl ímóti upp­skot­ inum, ja, tær kendu tað sum eina hjarta­sak at fáa loyvi til á hendan hátt at virka fyri fræls­manna­ merki Føroya. Viðtikið varð, at vit skuldu spyrja okkum fyri hjá køn­ um monnum um loyvi til at bera merki okkara. Síðani varð viðtikið, at felagið skuldi bjóða nøkrum vælkendum bygd­ar­fólkum, ið hava ans fyri felags­lívi, til fundar á ólavsøku. Til at virka fyri hesi sak varð sett henda nevnd: Anna M. Rein for­ mað­ur, Jákup av Skarði og Jens Han­sen.” Útferð til Nólsoyar Nýggja felagið lá ikki á løtu síð­ uni. Sunnudagin hin 22. august stevndi ungmannaliðið avstað á út­ferð til Nólsoyar. Kl. 11 varð lagt frá landi. “Hátt veittraði hitt prýði­liga felagsmerki okkara á spír­inum. Sólin sendi sínar lívg­ andi, vermandu geislar niður á ta Í Føroyum hava verið ein hópur av ungmannafeløgum fyrrapartin í seinastu øld. Eitt av teimum var ungmannafelagið Merkið, sum setti sín spor UNGMANNAFELAGIÐ MERKIÐ SKAPTI SØGU Havnar Ungmannafelag og blað tess Baldursbrá var fyrimyndin hjá Merkinum og tess blaði Neistin. Eitt hugskot til eitt føroyskt flagg var Tjaldursmerkið, sum kom fram eftir at Føroyingafelag var stovnað í 1888.