Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-08, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018 SOSIALURIN 17 27 Komandi partur Tað tók 20 ár at fáa Merkið viðurkent, men felag hevði eisini onnur jørn í eldinum. vøkru fold, og hon litaði tað fríða merki, sum er vígt til at føra Før­ oya fríbornu tjóð fram, so hon verð­ur frælslynt eins og í forðum. Samtykt varð at hava merki okk­ara á mastratoppinum og hitt danska merki afturi í spírinum! Sum Merkið veittraði har, vermdi tað mangt eitt ung­linga­ hjarta, og sjálvt tey gomlu, sum boð­in vóru til hesa minnisríku ferð, kendu seg ung av nýggjum, og kendu spírurnar spretta av tí, tey høvdu strítt fyri, meðan tey vóru ung, og sum tey stríða fyri enn. Teimum rann í huga orð skalds­ins til merkið,” sigur gerða­ bók­in. Merkið fekk skjótt sítt egna blað, sum æt Neistin. Blaðstjóri var Jacob Jacobsen. Hann skrivaði blaðið við hond. Komið verður aftur til tað. Í Neistanum lesa vit eisini, at stór var gleðin, tá ungmannaliðið stevndi inn á Nólsoyarvík og sá tvey prúð merki av sama slag veittra har. Merkismaður skrivar: ”Onki annað merki sást í bygdini, øll spír stóðu tóm, eins og longdust tey øll eftir, at tann stundin skuldi kom, tá tey kundu bera tann hvíta dúkin við bláum og reyðum krossi. Tá ið lagt varð at Kongabrúnni aftur, stóð mannfjøld fyri teimum. Teirra millum var fútin, men hann mælti ikki eitt orð. Tingmenninir fyri sjálvstýrisflokkin, Nyholm Debes, Johannes Simonsen og Sím­un Hansen í Tunghúsinum í Klaks­vík, vóru eisini har. Símun var so hugtikin av ungfólkunum, sum høvdu verið útferð við før­ oyska flagginum á odda, at han gav gudsoninum, Jákupi av Skarði, ett gullur og lat dagin rista í tað. Merkisflaggið Uppskot var eisini frammi á fundi um at fáa kvinnurnar at seyma felagnum eitt felagsflagg. Tær báðar, Katrina á Trøllanesi og Bergljot av Skarði, vóvu eitt stórt flagg úr hvítum, reyðum og bláum silkitrái. Klæmint Dalsgaard gjørdi stongina og Hans Nielsen, hjá Niels í Heiðunum, evnaði hólk­ ar úr messingi og skar árstalið 1920 úr messingplátu at seta á topp­in á stongini. Uppi í stongini vóru flættaðir bendlar úr reyðum blá­ um og hvítum silki. Hetta er prýði­ ligt handaverk alt sum tað er. Hetta felagsmerki hevur verið í mongum vási og hevur umboðað Før­oyar á mangari uttanlandsferð. Jens Hansen segði, at mamma Sjabokk, Elisabeth, seymaði trý fløgg til hansara, Sjabokk og Jákup á Skarði. Felagið fekk eisini eitt flagg seymað so skjótt, sum tað var sett á stovn, men Jens kundi ikki siga fyri vist, hvør ið seymaði tað, men hann helt, at tað mundi vera Elisabeth. Flaggið hjá Jens er vist til enn. Hann goymdi tað í Nólsoy. Men tað lá ikki í eini skuffu øll hesi árini. Tvørturímóti varð tað nýtt til øll brúdleyp og allar veitslur har í bygdini. Á fundi í Merkinum varð kvæði merkisins, “Sjá tú blánar sum loftið..” eftir Hans Andreas Djur­huus sungið fyrstu ferð. Tað vóru tey bæði Bergljot og Jóannes av Skarði, sum høvdu lært seg lagið til fundin. Arbeiðið hjá Ungmanna­fel­agn­ um Merkinum bar skjótt ávøkst. Straks fóru menn at hava stud­ enta­flaggið uppi á fólka­fund­um sam­an við veðra­flagg­inum og tjald­urs­flagginum, men tað liðu bert fá ár, so var studenta­flaggið einsamalt. Fyrstu ferð var í Kolla­ fjarðadali annan hvítu­sunnu­dag 1925. Tað breiddi seg síðan bygd úr bygd, fyrst eitt og eitt, men so fóru tey at fjølgast. Basarar, eitt nú til frama fyri kirkjur í kirkjuleysum bygdum, vóru ikki so fáir, og teir vóru at rokna sum størstu fólkafundir. Fólk komu úr øllum ættum, og blíð­skapurin var stórur. Vertsbygdin lat seg í sítt fínasta skrú, sjálvandi hekk danska flaggið uppi undir toppinum, men her var tað avrøkt longu í 1926, tá ið Gjáar­bygd lat Merkið veittra í summ­arlotinum, meðan gestir gingu hús úr húsi at vitja skyldfólk og vinfólk. Janus fagnaði Merkinum Tann 12. mai 1925 skrivaði Janus Djurhuus hesa yrking, sum hann ognaði Merkinum: Bøn O, gev mær megi, hetjumátt at verja tína hallargátt mín sál í ódn og halgum stormi at bana hvørjum díkis ormi. O, gev mær megi, hetjumátt at verja tína hallargátt við sannleika og rættferðs brandi at týna trøll her á landi O, gev mær megi, hetjumátt at verja tína hallargátt um vit eru svørð og tol er skjøldur tá dvína skulu danafjøldir. Tey hava so eisini dugað at yrkja í Merkinum. Til skjals er henda takkaryrking: Vit takka fyri megnarbøn og ynskja tær í skaldaløn ta dýrd í hallum aldar tú fremst millum landsins skaldar. Og kemur so ein royndarstund tá verjast skal vár dýra grund skal kennast skald í fremsta liði sum kann savna menn og fylkja liðið. Dansurin og brennivín Tað vóru nógv ymisk mál tikin upp av Merkinum, sum tað sæst í gerðabókini, har tað eru nógvar frásagnir um ymisk viðurskifti, sum vóru uppi í tíðini. Hetta kann saktans vera áhugavert hjá okkum øðrum nú liðin nærum 100 ár. Dansur var eisini eitt øki, sum Merkið hevði áhuga fyri, sum henda fundarfrásøgn frá 3. januar 1921 lýsir: H. Egholm legði fram um dans. Hon helt eina óføra góða røðu, har hon vísti á tann vakurleika og tann sálarstyrkjandi anda, ið var í okkara gamla føroyska dansi. Men nú á døgum er dansurin farin heilt út av lagi og misfarin, serliga her í Havn. Hon mælti til, at unglingar tóku seg saman um at fáa hin gamla føroyska dansin á føtur aftur. Haraftur ímóti fór hon illa við eingilska dansinum, ið bert førdi alt ilt við sær. Eingin rættur føroyingur átti at styðja hendan dansin, ið bert var til skaða fyri kropp og sál. Hon fekk viðhald frá teimum flestu. Undir orðadráttinum kom eisini brennivínið uppá mál, og har kundu ikki øll semjast. Summi hildu, at dansurin gekk best, tá ið teir, ið dansaðu, kendu eitt sindur til, meðan aðrir ruku á føtur og róptu brennivínið fyri “fanans urt”, ið atvoldin var til allar ólukkur og tessvegna átti at verða útistongt frá landi okkara. Kjakið vardi leingi, og at endanum samdust vit um at royna at fáa nøkur gomul fólk til at læra okkum at dansa gomlu dansir okkara á rættan hátt. Stríðið hjá ungmannafelagnum Merkið var at fáa viðurkent Merkið hjá Jens Oliver Lisberg, sum hongur í kirkjuni í Fámjin. Mynd frá fundinum í Nólsoy 22. August 1920. Ein partur av søguni hjá Merkinum er útferðin hjá Føroyingafelag í Keypmannahavn til Nordmandsdalen, tá ið teir høvdu Merkið við sær