hósdagur 8. februar 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 9. FEBRUAR 2018
SOSIALURIN 17
28
TRÓNDUR ARGE – HOYVÍKSHØLLIN
T
ríggjar av teimum fýra
fyrru hálvfinalunum
í steypakappingini í
hondbólti vóru í gjár. Hjá
kvinnunum vísti VÍF og Kyndil hví
tey liggja fremst í landskappingini.
Kyndil vann 31-19 á H71 í høllini í
Hoyvík, meðan VÍF vann 28-18 á
VB í Vági.
Hjá monnum er stórur spenn
ingur undan seinnu hálvfinaluni
millum H71 og Neistan. Hoyvík
ingar vunnu 27-25 í einum spenn
andi og hendingaríkum dysti, sum
bleiv merktur av at Neistin mátti
spæla uttan Rasmus Søby megin
partin av dystinum. Hin hálv
finalan hjá monnum er millum
Kyndil og VÍF. Fyrra hálvfinalan
verður spæld hóskvøldið, eftir at
blaðið fór til prentingar.
Kyndil streyk avstað
Uppgerðin er longu avgjørd aftaná
11 minuttir. Kyndil er greipuvinnari
og stórur favorittur móti ungu
gentunum hjá H71, sum tó hava sett
sær fyri at halda lív í uppgerðini
til seinnu hálvfinaluna. Men tá er
Kyndil longu á odda 8-0. Turið Arge
Samuelsen hevur skotið fimm av
málunum og Kyndil spælir upp til
sítt besta. Tær revsa øll mistøk og
verja væl.
-Vit verja væl og málverjin
stendur væl hesa løtuna. Hon tekur
øll skotini sum koma frá Mariu
Weyhe, meðan vit fáa steðgað
restini. Verja er høvðusorsøkin
til góðu byrjanina, meðan álopið
spælir við fullari ferð, sigur
Marianna G. Eystberg, sum skoraði
seks mál fyri Kyndil.
Eftir hetta gekk javnt á. Liðini
skoraðu at kalla skiftivís og tað
endaði við 11 málum á muni. Tað
vil siga, at H71 bara tapti trý mál
eftir fyrstu løtuna, men tað var ikki
bara tí Kyndil slappaði av.
-Tað er ein blanding av báðum.
Vit spæla við eitt sindur minni ferð,
meðan fleiri av spælarunum hjá
teimum bjóða seg fram, so tað ikki
bara er ein ella tvær, sum koyra á,
sigur bakkurin hjá Kyndli.
Í H71 høvdu tey ikki væntað so
nógv av hálvfinalunum, men vón
aðu at klára at halda spenningin til
seinnu hálvfinaluna.
-Vit eru nøgdar við tríggjar fjórð
ingar av dystinum, men tann fyrsti
parturin er forferdiligur. Eg veit
ikki hvat hendir hesa løtuna, men
tað hendi eisini seinast við spældu
móti teimum. Tá fingu vit heldur
ikki bóltin í málið, hóast vit koma
til nakrar nøkunlunda kjansir, sigur
Maria H. Weyhe, sum skorar ikki
færri enn 12 mál fyri H71.
Liðini spæla seinnu hálvfinalu
na leygardagin á Hálsi. Tað er lítil
ivi um, at tað verður VÍF og Kyndil
í finaluni – ella skal nógv broytast.
H71 betri kort á hondini
Undan dystinum var nærum ógjør
ligt at peika á ein favoritt. Neistin
liggur fremst á stigatalvuni, men
H71 – nú við Peter Krogh – hevur
royndirnar av at vinna. Dysturin er
bara nakrar fáar minuttir gamal, tá
Neistin missur størsta trumfin.
Rasmus Søby, sum óiva er besti
einstaki spælarin hjá Neistanum, má
av vøllinum. Hann tekur sær til bak
lærið og fer út á bonkin. Hann hevur
fingið eitt forstrekking í baklærið, og
er ivasamur til komandi dyst.
Eftir umstøðunum er tað ókey.
Vit kundu havt javnað, men enda
við at tapa við tveimum. Tað er
tungt, men tá hugsað verður um at
Rasmus Søby má av vøllinum, og
vit mugu umskipa allan taktikkin
er tað í lagi, sigur Tróndur Krage
steen, sum skoraði átta mál fyri
Neistan.
Hann viðgongur,
at Rasmus Søby hevur
stóran týdning fyri liðið,
og at tað hevði gjørt góðan mun,
um hann er við í returdystinum
sunnudagin.
Stóri spælarin hjá H71 var
Hilmar Leon Jakobsen. Hann skor
aði níggju mál og átta tað seinasta
av teimum í seinasta sekundinum.
-Eg hugdi upp á klokkuna. Tá
vóru fimm sekund eftir, so eg
mátti bara smekka til. Tíbetur fór
bólturin í málið, sigur Hilmar Leon
Jakobsen og leggur afturat:
-Tað er týdningarmikið, at
vit vinna í dag. Vit hava spælt
tveir dystir javnar í hesum
kappingarárinum, so einki er
avgjørt enn, sigur landsliðsspæl
arin í Hoyvík.
Teitur Joensen, viðmerkjari á
Rás2, heldur fyri at H71 nú hevur
munin, men at tað verður ótrúliga
tætt.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
ÍTRÓTTUR: Hondbóltur
Tað er at kalla ongin ivi um, at tað verða VÍF og Kyndil,
sum koma í finaluna hjá kvinnum. Liðini vunnu við 10
og 11 málum í fyrru hálvfinalunum í gjár, men tað er enn
stórur spenningur millum H71 og Neistan hjá monnum
VÍF OG KYNDIL
Í FINALUNI
Steypahondbóltur:
Vit eru nøgdar við tríggjar
fjórðingar av dystinum, men tann
fyrsti parturin er forferdiligur.
Eg veit ikki hvat hendir hesa
løtuna, men tað hendi eisini
seinast við spældu móti teimum.
Tá fingu vit heldur ikki bóltin
í málið, hóast vit koma til
nakrar nøkunlunda kjansir
Eftir umstøðunum er tað
ókey. Vit kundu havt javnað,
men enda við at tapa við
tveimum. Tað er tungt, men
tá hugsað verður um at
Rasmus Søby má av vøllinum,
og vit mugu umskipa allan
taktikkin er tað í lagi