Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi síða 8 Skjala­ savn tekur skap á Tvøroyri Nvøn síða 6 Fimm ár í Stara­ búrinum Hóast tingmenn plaga at siga, at teim­um dámar so illa, at teir sjálv­ir skulu lóggeva um síni egnu við­ur­ skift­i, so er tað slett ikki so. Tvørt­ ur­ímóti dámar tað teimum væl. Málið um, at borgarstjórar skulu kunna røkja tingstarvið umframt borg­arstjórastarvið, er nú aftur á skrá í tinginum. Mikudagin verður fyrsta viðgerð av upp­skoti frá Miðflokkinum um, at kommunustýri ikki skulu hava tann rætt, tey hava nú, at nokta full­tíð­arsettum borgarstjórum at røkja ein tingsess umframt. – Tað er grundleggjandi í okk­ara fólka­ræði, at tey, sum lata seg stilla upp til fólkavalt umboð, kunnu taka á seg tað starv, sum tey eru vald til. Ein borg­ar­stjóri í fullum starvi, sum verð­ur valdur á ting, eigur at kunna taka á seg tingmannastarvið, uttan at fáa loyvi frá einum meiriluta í ein­um kommunustýri til tess. Soleiðis siga teir báðir upp­skots­ stil­l­ar­ar­nir í Miðflokkinum í við­ merk­ing­um til málið. Hetta er í grundini eitt løgið upp­ skot. Tí hetta er eitt uppskot um, at tey, sum hava valt ein borgarstjóra í full­tíð­arstarv at stjórna einari komm­unu, ikki longur skulu sleppa at gera av, um hesin borgarstjórin sam­stundis skal kunna røkja eitt full­tíð­ar­starv umframt. Hóast tað er lítið hugsandi, at eitt slíkt uppskot verður sam­tykt, so sigur tað nakað um tanka­gongd­ ina hjá tingfólki. Hví er tað so alt­av­ ger­andi at sava vald á færri hond­ um? Hetta er annað uppskotið hjá Mið­flokk­i­num, sum ber á hendan bógv­in. Flokkurin heldur eisini, at lands­stýrisfólk skulu kunn sleppa at sita í Løgtinginum meðan tey eru í lands­stýrinum. Soleiðis gera tey gamaní í Danmark. Men tað er ikki rættari í Før­oyum fyri tað. Eitt gott dømi er samgongan, sum hevur (ella hevði) 16 tingfólk aft­an fyri seg. Helvtin av teimum sita í landsstýrinum. Skuldu tey varð­veitt tingsessin, meðan tey eru í lands­stýr­inum, so vóru bara átta ting­fólk at røkja nevndararbeiðið hjá sam­gonguni í Løgtinginum. Tað sigur seg sjálvt, at tað valla hevði verið heppið. Annika Olsen í Havn heldur, at onkur annar skal røkja henn­ara tingsessin, meðan hon er borg­ar­ stjóri. Kristin Michelsen og Jógvan Skorheim hava nóg mikið við sær sjálvum og halda, at teir saktans klára bæði størvini einsamallir einsamallir. Ymsar eru ákoðanirnar, má staðfestast. Men í roynd og veru er hetta ein spurningur um hugburð til valdið. Um vit skulu hava fleiri fólk at umboða okkum, ella ein elita við nøkrum fáum fólkum skal røkja øll størvini. savna vald á færri hondum – Tað er alt ov lítið, heldur um­ boðs­ráðs­limur – Tað eru alt ov fá valevni til Umboðsráðsvali hesaferð. Nýggj valevni fingu tíverri avmarkaðan møguleika at stilla upp. Tað sigur Andrass Skaal­ um, sum er um­boðs­ráðs­lim­ ur, men sum ikki stendur fyri vali hesaferð Hann vísir á, at mangl­ andi áhugin at eggja nýggj­ um valevnum at halda seg til, bendir á, at leiðslan og ver­andi umboðsráðslimir, verja seg móti kapping frá nýggj­um valevnum. Og í les­ara­brævi skrivar hann so­ leið­is: »Við lýsing í bløðunum fingu trygg­ingartakararnir bert tvær vikurs skotbrá at at stilla upp til komandi Um­ boðs­ráðs­val. Tá avgerðin er tikin um at stilla upp, skulu útvegast 25 trygg­ing­a­rtakarar at vera still­arar – tað er millum ann­að eitt av krøvunum fyri at kunna stilla upp til Um­ boðs­ráðs­valið. Mannagongdin og stutta skotbráið gevur verandi Um­boðs­ráðs­limum og teim, ið áður hava stillað upp, ein muna­dygg­an fyrimun fram um nýggj­ar aktørar, ið skulu kunna seg, taka avgerð og so í gongd við uppstillingina, fyri fyrstu ferð. Her er ov mikið ógjørt í mun til at fáa nýggj valevni á ban­an, og harvið er veru­ leik­in at “elitan” fremur pro­tekt­ionismu. Lága talið av val­evn­um hesaferð, talar fyri seg. Danska felagið Tryg­heds­ grupp­en, sum vit samanbera okk­um við, gevur limunum 5 vik­urs freist at stilla upp til val. Kunningina um valið og upp­stillingina fáa limirnir send­andi skrivliga beinleiðis við e-posti, umframt í tíð­ inda­skriv­um. Tað hevur ført til at fleiri bjóða seg fram. Vel opinleika – Gott Um­ boðs­ráðs­val ☺ Andrass Skaalum Limur í Umboðsráðnum hjá Ognarfelag Trygg­ing­ar­ tak­a­ranna. (Eg standi ikki fyri vali hesaferð, men í 2020) Tórshavn, tann 12. februar 2018 20 valevnir til 17 sessir Fá fólk at røkja fleiri sess­ ir? Ein spurningur um hugburð Fleiri høvdu bjóðað seg fram, um kunningin var betri, heldur Andrass Skaalum Keyp­manna­havn verður vert­ur fyri tiltakinum, tá kunn­gjørt verð­ur, hvør fær Mich­elin- stjørn­ur í Norð­ ur­lond­um Tann 19. februar verða tær all­ar­bestu matstuvurnar heiðr­aðar við Michelin- stjørn­um, sum øll mat­ stovu­vinn­an tráar eftir. Tað verð­ur í ráðhúsinum í Keyp­manna­havn. Og í Keypmannahavn eru tey sum vera man sera fegin um, at stóra franska mat-guidin hevur valt Keyp­ manna­havn at kunngera norðu­rl­endsku stjørnurnar í ár. Í fjør hevði Svøríki heið­ ur­in, og tá var tað at før­ oyska matstovan Koks fekk heiðurin. Stórur spenningur er al­ tíð um, hvør fær heiðurin, men tað snýr seg eisini um at varð­veita heiðurin. Tí tær mat­stovur, sum hava fingið stjørn­una, verða eftirmettir og kunnu missa stjørnuna aft­ur – ella fáa enn eina stjørnu. Handa stjørnurnar í Keypmannahavn Tey trý, Poul Andrias Ziska, kokkur, Karen Visth, vín­tæn­ ari og Johannes Jensen, stjóri, tá matstovan í Koks í fjør fekk fyrstu føroysku Michelin-stjørnuna Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin