Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 HETTA ER PÚRA MEININGS­LEYST BANN FYRI AT SKJÓTA FUGL Tað er einki høpi í at fólk á útoyggj ikki sleppa at veiða fugl, samstundis sum menn við skjóttgangandi bátum sleppa at støvsúgva alt havið ímillum oyggjarnar fyri fugl, sigur Útoyggjafelagið. Landsstýrismaðurin lovar at taka málið upp sum skjótast Áki Bertholdsen Øll fuglaveiða eigur at verða bannað í eina tíð, til stovnarnir eru komnir fyri seg aftur. Tað heldur Óla Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum.- Fleiri staðni kring landið hevur bygdafólkið, av sínum eintingum, gjørt av at gevast at fleyga lunda, tí stovnurin er so illa fyri. – Tí halda tey at tað er hugstoytt at síggja, at samstundis sum at tey royna at hjúkla um lundan, er tað loyvt at skjóta, sigur formaðurin í Útoyggjafelagnum. Hann sigur, at tað er sama søg­an við lomviganum, og øðrum svart­ fugli. Hann varð friðaður fyri ein­ um 50 árum síðani og síðani hava fólk á útoyggj ikki rænt. – Alt hetta merkir, at útoyggja­ fólk, sum hava fuglaveiði sum ein part av livigrundarlagnum, hava mist, ella hava frásagt sær hesa inn­ tøkuna, sigur Óla Jákup úr Dímun. – Men samstundis sum tey á út­ oyggjunum ikki loyva sær at gagn­ nýta tað fuglatilfeingið, tey hava, fyri at verja fuglastovnin, skulu tey vera vitni til, at fólk, sum hava tað til ítriv, liggja í hópatali við skjótt­ gandandi bátum og støvsuga alt havið ímillum oyggjarnar fyri fugl, leggur hann afturat. Onki høpi í Hann sigur, at útoyggjafólk halda ikki, at tað er nakað høpi í at verja fuglin fyri fleygingastongini, tá hann verður skotin fyri nøsini á teim­um, so skjótt hann kemur á sjógv. Útoyggjafelagið hevur áður gjørt greitt, at fæst hetta ikki í rætt­ lag, síggja tey ikki aðra gongda leið, enn aftur at loyva at fleyga fugl á út­oyggj­unum. Óla Jákup úr Dímun sigur, at fleyg­ingastongin man vera eitt tað primi­tivasta veiðiamboðið, sum til er, og tað verður ikki hon, sum drep­ur tann síðsta fuglin. Hann vísir eisini á, at tað støðan hjá fuglinum er døpur. Ongar lunda­pisur eru komnar undan í fleiri ár. Í fjør var kanska ein glotti, men tá ið stovnurin er so illa fyri, tek­ur tað fleiri ár, áðrenn hann kem­ur upp undan aftur. Sama skilið er hjá lomviganum, Í Dímun eru kanska 2000 – 3000 pør eftir, har tað fyrr plagar at vera kanska 100.000 pør. Tey í Útoyggj drepa ikki fugl og tí er tað ómetaliga harmiligt, at fólk, sum hava tað til ítriv, sleppa at skjóta alt niður, leggur Óla Jákup í Dím­um afturat. Útoyggjafólk fyrstarætt Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur áður reist spurn­ingin á Løgtingið um at friða og í farni viku reisti hon spurningin enn eina ferð. Hon vísir á, at á fleiri útoyggjum kring landið, hevur bygdarfólki, av sínum eintingum, samtykt at friða lundan, tí stovnurin er so illa fyri. Men tað er meiningsleyst, tá ið tey so aftur fyri síggja skjótt­gang­ andi bátar liggja undir oynni og »plaffa alt niður, sum fyri er«. Hon heldur, at vit vita alt ov lítið um, hvussu støðan er, tí vit hava onga skyldu at skráseta tann fugl, vit veiða. – Skulu vit veiða ein fugl, mugu vit hava greiði á, hvussu veiðan ávirk­an stovnin, leggur hon afturat. Tí vildi hon hava at vita frá Høgna Hoydal um nøkur ætlan er um at tryggja, at fuglaveiði er burð­ ar­dygg. Og um hon vil eisini hava av vita um nøkur ætlan er um at tað skulu vera útoyggjafólk, sum fáa fyrstarætt at veiða, tá ið tað er neyð­ugt at avmarka veiðina. Høgni Hoydal, landstýrismaður í veiðimálum, ásannar at vit hava ikki nóg góð hagtøl yvir tann fugl, sum verður veiddur, og tað er ætlanin at gera nakað við, eitt nú í sam­bandi við lógina um náttúru­ vend, sum er á veg. Hann er samdur í, at tað er rang­ vørt, at fólk á útoyggj friða lundan av sínum eintingum, men at so verð­ur skotin, tá ið hann er komin á sjógv. Hann kundi tískil hugsa sær at at friða lundan fyri skjóting, men hvussu verður við øðrum fugli, er óvist. Hann heldur ikki, at tað er so stórt inntriv at friða lundan fyri skjót­ing, tí tað verður ikki so nógv skotið. Hann sigur, at hann samskiftir við fuglafrøðingar um at fáa betri yvirlit yvir tað, sum verður veitt. Hann sigur, at tað fyrsta, sum er at gera er at fáa eina skipan, har veiðan verður skrásett og at meta um, hvussu veiðan ávirkar stovn­ arnar av teimum ymsu fugla­sløg­ un­um. VEIÐA Ongin trupulleiki Hetta er ein sjálvskaptur trupulleiki, tí tað er ómetaliga lítið, sum verður skotið av lunda. Tað heldur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið aftur hevur umrøtt spurningin um at friða lundan. Hann sigur, at tað er heilt hvør sítt at friða lundan fyri fleygi, tá ið tey sita í lundalandinum ímeðan hann verpur og hevur pisur. At skjóta fugl á sjónum um veturin, er nakað heilt annað. Hann heldur, at hetta er ein truppuleiki, onkur hevur skapt, tí at fuglur verður skotin. Og vit mugu fyri alt í verðini ikki forbjóða fólki at skjóta fugl, leggur hann afturat. Jónleif Johannesen heldur, at vit eiga at friða lundan, tí mentanin at skjóta fugl kann varðveitast fyri tað at lundin verður friðaður. Burðardygg veiða