Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÓTTAST AT MISSA SÓLINA Tórshavnar kommuna hevur samtykt at hækka bygningarnar ovast á Karlamagnusarbreyt. Nærmastu grannarnir óttast, at alt vesturskinið verður tikið frá teimum. Danjal av Rana Íbúgvarnir í Bertugøtu í Hoy­vík eru bangnir fyri, at nýggju bygn­ ing­arnir ovast á Karlamagnus­ar­ breyt fara at taka alt vesturskinið frá teimum. Í januar 2016 broytti Tórs­havn­ ar kommuna serstøku byggi­sam­ tykt­ina fyri Karlamagnusarbreyt. Fyrst bleiv kravið um handilshøli í veghædd strikað og síðani bleiv givið loyvi til at byggja tríggjar hædd­ir heldur enn tvær. Skugga fyri sólini Higartil hevur hetta ikki havt nakað at siga, tí tað er ikki fyrr enn seinastu mánaðirnar, at nakar er farin at byggja í økinum. - Vit hvukku tí við, tá vit sóu, at Bústaðir hevur bygt í trimum hæddum, tí vit vistu ikki annað, enn at hægst loyvda bygging var tvær hæddir á Karlamagnusarbreyt, sigur Jens Hjørleif Hansen, ein av íbúgv­unum í Bertugøtu. Íbúðirnar hjá Bústøðum liggja kortini so lágt, at tær ávirka ikki sólargangin í Bertugøtu, men tað fara komandi húsini longur uppi á Karlamagnusarbreyt at gera. Bertugøta er ein býlingur, sum liggur parallelt við Karlamagn­us­ ar­breyt, men í eini lægd í økin­um. Hæddarmunurin millum grund­ stykkini í Bertugøtu og við Karla­ magn­usarbreyt er eini átta metrar. Tað, sum iðrar íbúgvarnar í Bertugøtu er, at Tórshavnar komm­ una, umframt at loyva hægri bygg­ ing á Karlamagnusarbreyt, eisini loyv­ir at bygt verður heilt út í mark. - Vit óttast tí, at vit fáa høgar bygningar reistar beint við síðuna av okkara grundstykkjum. Um bygningarnir vera 10 metrar høgir, so er hæddarmunurin jú 18 metrar. Tað sigur seg sjálvt, at so síggja vit ongantíð sólina aftur, sigur hann. Broyttar fortreytir Vesturskinið er gott í Bertugøtu, sólargangurin er góður og fleiri av íbúgvunum hava tí fríðka um økið aftanfyri húsini, har sólin sær seinnapartin og um kvøldið. Tey hava sjálvandi vitað, at tað fór at verða bygt á grundøkjunum, men meta kortini, at hetta ikki er í sam­ svar við fortreytirnar, sum tey keyptu grund­stykkini í Bertugøtu undir. - Sjálvandi vistu vit, at tað fór at verða bygt, men nú eru for­treyt­ irnar brádliga heilt ann­ar­leiðis. Tað er stórur munur á einum 8 metra høgum bygningi, sum kanska liggur eitt sindur út frá markinum, og so einum, sum er 10 metrar høgur og stendur heilt út í mark, sigur Jens Hjørleif Hansen. - Man hevur vita, at teir fóru at byggja, men ikki, at tað skuldi blíva so høgt, í trimum hæddum, sigur hann. Hetta eru ikki fortreytirnar, vit í Bertugøtu keyptu og bygdu und­ir, sigur hann og ivast ikki í, hvat enda­málið er: - Endamálið er bara at fáa kroyst fleiri íbúðir inn í bygningarnar, so at byggiharrin kann tjena enn fleiri pengar, heldur hann og væntar, at tað eru byggiharrarnir, sum hava søkt um at sleppa at byggja hægri. Kommunan segði ikki frá Hann fýlist eisini á, at byggisamtyktin bleiv broytt uttan at íbúgvarnir vórðu kunnaðir, eingin grannahoyring, eingin KARLAMAGNUSARBREYT Uppi á heygnum skal eitt 10 metra høgt hús byggjast.