mánadagur 12. februar 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
Hava
lítið at
óttast
Broytingin er ikki so ógvuslig,
heldur leiðarin á byggi- og
umhvørvisdeildini.
Danjal av Rana
Marius Müller, deildarleiðari á byggi- og umhvørvis
deildini í Tórshavnar kommunu váttar, at byggisamtyktin
fyri Karlamagnusarbreyt er broytt, so at ovastu húsini
kunnu byggja eina hædd afturat oman á upprunaligu
ætlanina.
Hann heldur tó ikki, at broytingin er so stór, sum
íbúgvarnir í bertugøtu vilja vera við.
- Tey hava fingið loyvi at byggja eitt lítið sindur hægri,
sum akkurát hevur rúm fyri at byggja eina hædd afturat.
Upprunaliga kundu tey byggja tvær høgar hæddir, men
nú er tað broytt til tríggjar lægri hæddir, sigur Marius
Müller.
Upprunaliga byggiloyvi segði tvær hæddir, upp til
átta metrar, meðan nýggja sigur tríggjar hæddir, upp til
10 metrar.
- Eg veit ikki, um tað er so høgt, tí ein vanlig sethús
kunnu vera upp til níggju metrar høg, til dømis húsini
við Myllutjørn, niðast á Karlamagnusarbreyt, sigur hann.
Talan er um grundstykkini ovast á Karlamagnusar
breyt, sum fáa adressuna Karlamagnusarbreyt 38, 40, 42
og 44.
Marius Müller heldur kortini, at íbúgvarnir ikki hava
so nógv at óttast.
- Sjálvandi missa tey eitt sindur av sólini, nú hús
ini hækka, men broytingin er kortini ikki so stór. Har
umframt eru 18 metrar frá markinum við Karlamagn
usarbreyt yvir til fyrstu húsini í Bertugøtu, so har er gott
pláss. Um tey missa sólina, so verður tað serliga um vet
urin, tá hon stendur lægst, sigur hann.
Hann vísir eisini á, at byggisamtyktin har uppi er gjørd
eftir, at stór rúm eru millum bygningarnar.
- Tað er satt, at tú kanst byggja heilt út í mark, men
samstundis eru stór parkerings- og fríøki millum bygn
ingarnar. Har eru næstan 12 metrar millum bygningarnar
á Karlamagnusarbreyt, so onkustaðni sleppur sólin
ímillum, sigur hann.
Kunngjørt eftir lógini
Marius Müller sigur, at viðvíkjandi lýstu broytingini, so
er hon gjørd sambært ásetingunum í lógini.
- Lógin, sum er frá 1954 sigur, at ætlaðar broytingar
í byggisamtyktini skulu lýsast alment og liggja alment
frammi í tríggjar vikur og síðani er kærufreistin seks
vikur. So vit lýsa í bløðunum og síðani liggja broytingar
nar í Snarskivuni, sigur Marius Müller, sum tó eisini setur
spurningin, um hetta er nokk í dagsins samfelag.
- Fyrr hildu øll bløðini og lósu tey í døgurðatímanum,
so tey sóu eina slíka lýsing, men soleiðis er støðan sjálv
andi ikki longur. Tí skulu vit kanska umhugsa, hvussu vit
lýsa, sigur hann.
Hann sigur tó, at tað er ikki vanligt at skriva til húsa
eigarar ella hava grannahoyringar, uttan í heilt serligum
førum.
- Í hesum málinum hava vit so hildið okkum til lógina
og lýst í bløðunum, sigur hann.
KARLAMAGNUSARBREYT
kunning.
- Kommunan sigur, at upp
skotið lá á heimasíðuni til al
menna hoyring frá mitt í des
embur 2015 til fyrst í januar 2106.
Í
viðmerkingunum
til
málið
stendur,
at
ongin
mótstøða
ella viðmerkingar komu undir
almennu hoyringini. Men eing
in okkara visti av hesum. Hann
heldur, at kommunan kundi gjørt
meiri, fyri at gera borgararnar
í Bertugøtu varugar við ætlaðu
broytingarnar, so sum at sent
teimum eitt bræv.
- Einans at leggja slíkt út á
heimasíðuna hjá kommununi
um jóltíðir er bara ikki gott nokk.
Hvussu ofta vitjar tú heimasíðuna
hjá Tórshavnar kommunu fyri at
hyggja eftir byggisamtyktunum,
spyr hann.
Hann heldur, at kommunan
kundi havt skipað fyri eini ordi
ligari grannahoyring.
- Vit vistu, at vit fóru at missa
eitt sindur, tí loyvi var givið at
byggja tvær hæddir, men hetta er
ikki í lagi. Nú hava teir lagt fleiri
metrar oman á húsini, uttan at
siga frá og uttan at nakar hevur
varnast tað. So fjala teir seg
aftanfyri, at eingin mótmælti.
Men eingin visti nakað, sigur
hann.
Umhugsa at stevna
Íbúgvarnir í Bertugøtu sendu
í farnu viku borgarstjóranum
og forkvinnuni í byggi- og býar
skipanarnevndini bræv, har tey
gjørdu vart við sína ónøgd. Tey
eru snøgt sagt á gosi um hesar
broytingarnar. Tey óttast tó, at
einki er at gera við málið, tí tað
sum sagt longu eru tvey ár síðani,
at byggisamtyktin bleiv broytt.
- Hetta merkir, at allar kæru
freistir eisini langt síðani eru
farnar, men vit hava kortini roynt
at gjørt vart við okkara ónøgd hjá
kommununi. Tað tykist tó ikki,
sum nakað rínir við har og tað fáa
vit eisini sjón fyri søgn, nú byggi
elementir verða flutt inn á ovastu
grundsstykkini í Karlamagnus
arbreyt. Hini húsini her uppi eru
bygd upp á nakrar fáar dagar, so
vit óttast, at hetta eru seinastu
dagarnir, vit kunnu njóta vest
urskinið í Bertugøtu, sigur Jens
Hjørleif Hansen. Tey hava eisini
tosað um møguleikan at stevna
kommununi eftir endurgjaldi, tí
tey meta, at fortreytirnar eru so
nógv broyttar, síðani tey keyptu
síni grundstykki. Enn hava tey
ikki fingið nakað svar frá komm
ununi.
- Vit bygdu undir teimum for
treytum, at tað einans skuldu
vera tvær hæddir har, handilshøli
í neðra og íbúðir í erva. Nú broyta
teir alt mest sum yvir nátt og geva
loyvi til at byggja tríggjar hæddir,
sum allar kunnu leigast út. Fólk
eru ræðuliga kedd um hetta. Um
tey bara vilja hava íbúðir, hví so
ikki byggja fimm ella seks hæddir,
spyr hann.
Karlamagnusarbreyt
er sorlað sundur
- Hetta verður jú heldur ikki sera
vakurt, við háhúsum allan vegin
oman eftir Karlamagnusarbreyt,
bygdir heilt út í mark, bæði út
móti Bertugøtu og móti Karla
magnusarbreyt, sigur hann.
- Býráðið hevur sorlað upp
runaligu ætlanina við Karla
magnusarbreyt sundur. So kunnu
tey breggja sær av, at tey hava
fingið nógv fleiri íbúðir í Havnini.
Byggiharrin er glaður, tí teir hava
forvunnið meiri pening. Men hvat
við okkum, sum búgva har, spyr
Jens Hjørleif Hansen.
- Vit hava havt tað so gott her,
men framyvir fara vit so bara at
síggja sólina eina løtu í juli mánað,
sigur Jens Hjørleif Hansen.
Bertugøta, til vinstru liggur átta metrar lægri enn grundstykkini á
Karlamagnusarbreyt, har 10 metrar høg hús skulu byggjast.