Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. januar 2018 · Nr. 18 6 Sosialurin Stendur einki til hjá prinsi Heindrikur prinsur hevur ligið á Ríkis­sjúkra­hús­inum seinastu vikurnar. Fríggja­dagin boðaði kongshúsið frá, at heilsustøðan hjá honum var mun­andi versnað. Um vikuskiftið hevur familja – eisini systk­in hansara, vitjað hann. Kæra um hanar sum gala Fleiri fráboðanir og kærur eru um flogfenaðhald í Havn. Flestu fráboðanir um flogfenaðhald eru um larm frá hanum, ið gala. Men eisini eru fráboðanir um fugl og rottu sum kemur til, har sum ov nógvur matur verður lagdur út til hønurnar og girðingin ikki er nøktandi. Øll, ið fáa sær flogfenað, skulu boða kommununi frá. Galladøgurði gav 260.000 krónur Team Rynkeby Før­ oyar fekk 259.715 kr burtur úr Galla­døg­ urða­num, sum hevur ver­ið leygarkvøldið. Tað er greitt, nú Hotel Før­oyar hevur handað kekk við innkomna pen­ ing­i­num. Galladøgurðin var skip­að­ur sum inn­savn­ andi tiltak, til frama fyri børn við lívs­hætt­ is­lig­um sjúkum. Øll sum hava hjálpt til, lat­ið rá­ vør­ur og tilfar, fram­ ført og annars gjørt tað møguligr at halda galla­ døg­urðan, hava gjørt tað ókeypis. Á henda hátt fer allur pen­ing­urin, sum er inn­kom­in, til børnini við lívs­hætt­is­ ligum sjúkum og familj­ ur teirra. Annika vitjar Ísrael Annika Olsen, borg­ar­ stjóri í Havn, fór í gjár til Ís­raels á borg­ar­ stjóra­ráð­stevnu saman við borg­ar­stjórum úr 40 øðr­um londum. Tað eru fyrrverandi sendi­maðurin hjá Ís­ rael í Danmark, Bar­ukh Binah, og vara­utt­an­rík­ is­ráð­harri Ísraels, Tzipi Hot­ovely, sum hava boð­ ið henni hagar. Barukh Bin­ah vitjaði í Føroyum í summ­ar, har hann hitti Ann­iku Olsen og persónliga beyð henni á ráð­stevn­una, skrivar Tórs­havn­ar kommuna. Borgarstjórin í Jeru­ sa­lem, Nir Barkat, setti ráðstevnuna í Jer­u­sa­ lem í gjárkvøldið, og í setanarrøðuni legði hann dent á stóra týdn­ ingin, Jerusalem hev­ur í heimshøpi og í heims­ søguni. Annika Olsen heldur ráðstevnuna vera eitt spennandi høvið at knýta nýggj bond við býir í øðrum londum. – Eg síggi hesa ráð­ stevn­una, og møgu­leik­ an at knýta sam­bond við aðrar bý­ir, sum ein lið í roynd­u­num at menna Havn­ina sum ein al­tjóða bý í kapping við aðr­ar høvuðsstaðir úti í heimi, umframt at menna Havnina á tøkn­ i­liga økinum og finna inn­ov­a­tiv­ar loysnir á Victor og Regin fimm ár í Stara­búrinum Leyg­ar­kvølds­sendingin í lokala útvarpinum í Klaksvík er vorðin eitt hitt Leygarkvøldið vóru fimm ár síð­ani, at lokala út­varp­ið í Klaks­vík, Star­a­búr­ið, sendi fyrstu ferð. Tað varð fagn­að við fimm ára føð­ing­ar­dags­ send­ing. Konseptið er sera ein­falt, og tað líkar lurt­ar­un­um. Umframt á FM 98,7 í Klaksvík ber tað til at lurta á stream.fo, og tað er ein rúgva, sum lurt­ar. Bæði kring landið og utt­an­lands. Victor Dánjalsson tók stig til Stara­búrið, og aftr­at sær hev­ur hann Reg­in Olsen. Vict­ or ar­beið­ir hjá KBI, og Reg­in er mask­in­meist­ari á sjúkra­hús­i­ num. Teir hava ongan lærd­óm innan útvarp og miðl­ar, og tað fjala teir ikki. Talan er um am­a­ tør­út­varp, og tað profilera teir seg við. Professionelli mað­ur­in er teknikarin Johnny Ol­sen, sum syrgir fyri, at tað riggar at senda. Hann er annars kendur frá Kring­varpi Føroya. – Fyri tað mesta spæla vit tónleik, og ofta eru tað lurt­ar­a­ynski, sum vit senda. Sambandið við lurt­ar­ar­nar hava vit á facebook, um­vegis sms og á heimasíðuni stream. fo, og tað riggar fínt. Vit fáa so nógv lurt­ar­a­ynski, at tað ber ikki til at fáa tey øll í luftina, sigur Victor Dán­jals­son. Viðhvørt eru gestir í lítlu útvarpsstovuni, har tað bara er pláss fyri vert­unum, sum bæði eru tekn­ikarar og vertir, og ein­um og í mesta lagi tveim­ um gestum. – Søgan hjá gest­u­num er teirra lív og tað, sum tey hava upp­liv­að. Viðhvørt tosa vit um­ vegis telefonina við lurt­ar­ar. Serliga á­huga­vert er tað, tá ið vit fáa samband við klaks­vík­ ing­ar, sum búgva aðrastaðni í verðini, og sum vit minn­ ast, men sum sjáldan ella ikki nógvu tey seinastu árini hava verið at sæð her í Klaks­vík, sigur Victor Dánj­als­son. Útvarpsstovan er heima hjá Victori og kon­uni, Gunnleyg. Hon syrg­ir hvørt leygarkvøld fyri, at tað er hugni við kaffi og køkum á skránni. Tá ið fimm ára føð­ing­ar­dag­ ur­in varð feir­að­ur, var studio rigga til inni í stovuni. Tá var nógv fólk inni á gólvi­num. Stórt lið av har­ mon­ik­u­spæl­arum, guitar­ spælarum og ein á tan­gent­um vitjaðu, og á face­book vóru myndir, so tað bar til at síggja, hvussu tey hugnaðu sær, sum í útvarpinum hoyrd­ust spæla og syngja. – Vit gera hetta av á­huga og fyri at upp­muntra. Vit kenna okkum at eiga nógvar lurt­ar­ar, og tað er løn í sær sjálvum, at teir eru við til at gera sendingina, sigur Victor Dánjalsson. Sendingin er hvørt leyg­ar­ kvøld frá klokkan 20. Hvussu leingi tað verð­ur hildið á valdast, hvussu leingi tað eru lurt­arar, sum hanga í. Tað plaga teir at gera, inn­til klokkan er farin væl út um midnátt. – Í ljósastu tíðini halda vit summarfrí. Um­framt leyg­ar­ kvøld so er tað við­hvørt, at eg onk­ur kvøld spæli tón­leik eina løtu. Tað verður lýst á face­ book, og eg veit, at tað bein­ anvegin eru lurt­arar, sum bíta á, sigur Victor Dánjalsson. – Vit gera hetta av á­huga og fyri at upp­muntra. Vit kenna okkum at eiga nógvar lurt­ar­ar, og tað er løn í sær sjálvum, at teir eru við til at gera sendingina, sigur Victor Dánjalsson Annika Olsen saman við borgarstjóranum í Jeru­salem, Nir Barkat, sum var kunnugur við, at Ísraelska tjóðin eigur nógvar vinir í Føroyum Útvarpsvertirnir Regin Olsen og Victor Dánjalsson