mánadagur 12. februar 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 12. januar 2018 · Nr. 18
Sylvia Nakubulwa Olsen
og Bárður Olsen, Argir,
ein son Dato: 8. februar
Longd: 48 cm Vekt: 3290 g
Rakul Hansen og Eyðun
Magnussen, Saltingará,
fingu 7. februar eina dóttur.
Longd: 54 cm, vekt: 4160 g
Doretha Joensen og Karstin
Joensen, Runavík, fingu 7.
februar eina dóttur. Longd:
50,1 cm, vekt: 4180 g
Tórunn í Horni Nielsen
Sandavágur og Magnus
Fríði á Rógvi Simonsen
Vestmanna, fingu 3.
februar eina dóttur. Longd:
51 cm, vekt: 3570 g
Herdis Henrietta Jacobsen
Kaldbak og Jens Kristjan
Magnussen Kollafirði,
fingu 5. februar ein son.
Longd: 52 cm, vekt: 3900 g
Astrid Dragaberg og
Kristoffur Dragaberg
Klaksvík, fingu 30.
januar ein son. Longd:
48 cm, vekt: 2130 g
Barbara á Rógvi og Høgni
Reistrup, Tórshavn,
fingu 6. februar ein
son. Longd: 54cm, vekt:
4070gSystkin: Bjørk (systir)
Kaj Leo spurdi mest
Seks grein 52 spurningar hevur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður, sett landsstýrisfólkum síðani ólavsøku.
Grein 52 spurningar eru skrivligir spurningar, ið tingfólk kunnu senda landsstýrisfólki um eitthvørt, tey varða av, sum
landsstýrisfólkini síðani hava 14 dagar at svara skriftliga uppá. Onkur heldur, at hetta fyri tað mesta er ein máti hjá
tingfólki at markera seg – men hinvegin, so varpar orðaskifti um spurningarnar mangan ljós á tað málið, sum tingfókini
spyrja um. Síðani ólavsøku, tá hendan tingsetan byrjaði, hava tingfólk sett 48 slíkar spurningar. Næstir Kaj
Leo at spyrja eru Bill Justinussen, fyrrverandi landsstýrismaður og Edmund Joensen, fyrrverandi løgmaður.
John Eli Joensen,
ættaður av Eiði, búsit
andi í Havn, andaðist
fríggjadagin 9. februar,
61 ára gamal.
Kári Poulsen, ættadur
úr Tórshavn, andadist
týsdagin 6. februar,
65 ára gamal.
Brandur Højgaard
Lisberg, sonur
Biritu Højgaard
og Niels Kristian
Lisberg, andaðist á
Ríkissjúkrahúsinum
týsdagin 6. februar.
Olga Maria Olsen, ættað
úr Vestmanna, búsitandi
í Keypmannahavn,
andaðist á Herlev
Hospital týsdagin 6.
februar, 86 ára gomul.
Leif Samuelsen, ættaður
úr Klaksvík, búsitandi í
Havn, andaðist týsdagin
6. februar, 58 ára gamal.
Olaf Thastum, maður
Gertrud Thastum, fødd
Mortensen í Havn,
andaðist sunnudagin 4.
februar, 82 ára gamal.
Mariane Anerak
Filepine Justinussen,
fødd Kloster, andaðist
í Viborg fríggjadagin
15. desember 2017,
52 ára gomul.
Ingeborg Rasmussen,
fødd Zachariasen,
andaðist á
Boðanesheiminum
sunnudagin 4. februar
100 ára gomul.
Elisabeth Nystrøm,
Klaksvík, ættað úr
Svínoy, andaðist á
Norðoya Røktarheimi
leygardagin, 94
ára gomul.
Jóhanna Margretha
Anthoniussen,
Klaksvík, vanliga nevnd
Hannigretha andaðist 3.
februar, 96 ára gomul.
Nøvn og merkisdagar
Andlát
Prix-vinnari í føroyskum pløggum
Leygarkvøldið vann Jonas
Flodager Rasmussen danska
Grand Prixið, sum nógvir før
oyingar eisini mundu hyggja
at, tí Carlsen-systrarnar vóru
ein av 10 luttakarum. Hóast
tað ikki eydnaðist at fáa før
oyskan vinnara, hevði ein
føroysk kvinna ein týðandi
leiklut í vinnarasanginum.
Føroyski sniðgevin Barbara
í Gongini, sum herfyri fekk
Mentanarvirðisløn Landsins,
hevði gjørt klæðini hjá vinn
andi bólkinum, sum var eitt
slag av nútímans víkingum.
Jonas Flodager Rasmussen
vann við sanginum Higher
Ground, sum er um friðar
hugaðar víkingar, og hann
helt eftir sigurin, at sangurin
og tann visuelli parturin
spældi so væl saman, og tí
vann hann.
Tina skal stjórna Filmshúsinum
Tina í Dali Wagner eitur
kvinnan, sum skal leiða ný
stovnaða Filmshúsið.
Uppgávan hjá Filmshúsi
num er at ganga á odda fyri
føroyskari filmsframleiðslu.
Tina í Dali Wagner, sum í
mong ár hevur staðið á odda
fyri fyri Den Danske Film
skoles Efteruddannelse, tek
ur við starvinum 1. mars 2018.
Tina í Dali Wagner hev
ur 25 ára royndir frá Den
Danske Filmskoles Efter
uddannelse, har hon hevur
skipað fyri skeiðum, semi
narum og workshops fyri
yrkis filmsfólk úr Danmark
og hinum Norðanlondunum.
Saman við stýrinum fyri
Filmshúsið, skal Tina í Dali
Wagner arbeiða fram í móti
at seta Føroyar á heimskort
ið sum filmsland.
– Millum mongu og góðu
umsóknirnar úr Føroyum og
útlondunum hava vit valt
Tinu í Dali Wagner. Hon er
júst tað vit hava leitað eftir.
Hon er fakliga sterk, hevur
eitt breitt netverk og eina
persónligheit og eitt ágrýtni,
ið okkum tørvar í stremb
anini eftir at útinna tær
ætlanirnar og uppgávur, ið
politiski myndugleikin og
føroyska
filmsumhvørvið
hava álagt Filmshúsinum,
sigur Jan Berg Jørgensen,
stýrisformaður fyri Films
húsið.
– Tað er ein frámíhjá
rættur, at eg sleppi at vera
við í tilgongdini at byggja
Filmshúsið upp, at seta Før
oyar á kortið sum filmsland,
umframt at skapa synergi
á einum høgum fakligum
støði, sigur Tina í Dali Wag
ner og heldur fram:
– Eg fari at arbeiða fyri at
skapa best hóskandi møgu
leikar fyri filmsumhvørvið
og samstundis útvikla tað
heilt unga og evnagóða ætt
arliðið, so Føroyar kunnu
fáa sína egnu fjølmiðlaum
ferð, ið kann gerast ein nat
úrligur partur av tilvitanum
hjá Føroya fólki. Tað er ein
áhugaverd og hugspennandi
avbjóðing, sum eg gleði meg
til at fara undir.
Marius spælir
í Danmark
Marius Ziska er í
hesum døgum ár
konsertferð í Dan
mark
Hann
hevur
spælt
tríggjar
konsertir
og
skal spæla tríggjar aft
urat.
Í farnu viku spældi
Marius í Aalborg, Kold
ing
og
Keypmanna
havn, og í komandi viku
verður hann at hoyra í
Odense, Aarhus og As
næs.
Hóskvøldið
spælir
Marius á Dexter í Od
ense, fríggjakvøldið í
Headquarters í Aarhus
og leygarkvøldið í Aksen
í Asnæs.
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo