Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygarkvøldið var grýludansur í Royndarhúsinum í Nólsoy, og flottastu grýlurnar gjørdust 1. Ingibjørg Joana Mortensen (mynd), 2. Snæbjørn Hansen og 3. Miriann Sofía Poulsen. Undirsjóvartunnilin setir krøv til Sjóvar kommunu Stórur áhugi er fyri at seta búgv, og í løtuni eru tey 31, sum hava biðið um grundstykki á Strondum Vilmund Jacobsen Sjóvar kommuna hevur skrivað undir sáttmála við entre­prenør­ felagið Kreton um útstykking á Strondum. Tað vóru Artur Johansen, borg­ ar­stjóri í Sjóvar kommunu og Eyð­ un Magnussen vegna Kreton, sum skrivaðu undir nýggja sáttmálan. Talan er um tvær útstykkingar, onnur við Hálsatjørn, sum fevnir um 42 grundstykki og hin á Fríðu­ fløtum, sum fevnir um 10 grund­ stykki. Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar fer sambært sátt­ málanum at liggja um 16 miljónir krónur. Arbeiðið byrjar um eina viku og skal verða liðugt til jólar í 2019. Hetta er størsta íløgan, sum Sjóv­ar kommuna ger, síðan skúlin á Strondum varð útbygdur í 2011. Stórur byggiáhugi Nú undirsjóvartunnilin millum Skála­fjørðin og Havnina nærkast, ásannar Sjóvar kommuna, at áhugin fyri at seta búgv á Strond­ um er stórur, og higartil eru tey 31, sum hava biðið um grundstykki. Roknast kann við, at tey 31, sum nú hava biðið um grundstykki, ikki bara søkja fyri at søkja, tí komm­un­ an hevur nevniliga lagt eitt hampi­ ligt gjald á hjá teimum, sum hava sett fyri fyri grundstykki í nýggju út­stykk­ingunum. Sjóvar kommuna hevur eisini sam­tykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður 250 krónur fyri fermeturin - og í útstykkingini á Fríðufløtum verður prísurin 300 krón­ur fyri fermeturin. Øktan barnafrádrátt Tá Sjóvar kommuna í fjør samtykti sína fíggjarætlanina fyri 2018, var hetta við einum skattaprosenti á 21 og einum barnafrádrátti, sum fór úr 6.000 upp í 7.000 krónur. Sambært fíggjarætlanini eru inn­tøkurnar mettar til stívliga 45 miljónir krónur og útreiðslurnar til stívliga 41 miljónir krónur. Hetta gevur eitt væntað avlop í rakstrinum fyri 2018 á góðar 4 miljónir krónur. Samlaðu íløgurnar í 2018 verða stívliga 22,7 miljónir, og avdráttir í 2018 verða góðar 3,5 miljónir krón­ ur.  Í Sjóvar kommunu vænta tey, at stóri áhugi at seta búgv í kommununi, eisini fer at seta krøv til dagstovnin, sum fyri ikki so nógvum árum síðan var ríkiliga stór­ur, men sum longu nú er við at verða ov lítil. Ávirkar neyvan Vilmund Jacobsen Í síðstu viku boðaði Heild­ar­ verk frá, at fyritøkan tekur seg úr partalagssamstarvinum um at byggja nýggja skúla í Fuglafirði. - Ætlanin var, at byggingin av nýggja skúlanum skuldi skipast sum partalag, men hetta hevur ikki borið á mál. Tí verður nú arbeitt við at bjóða arbeiðið út sum vanligt útboð. Hesum boðar Fuglafjarðar kommuna frá. Lagt verður aftrat, at Heild­ ar­verk tó hevur boðið sær til at gera alt betongarbeiðið liðugt. - Mett verður ikki, at hetta kemur at hava ávirk­an á tíðar­ ætlanina við nýggja skúl­an­um, siga tey í Fugla­fjarðar komm­ unu. GLYVRA KIRKJA: Jón Magnus Joensen, sum hevur listaframsýning í Glyvra kirkju, hevur málað, síðan hann var 13 ára gamal. Hann málar mest náttúru- og staðarmyndir, og flestu myndirnar hesaferð hava motiv úr Runavíkar kommunu. Smyril klovnar ikki - Smyril er tryggur at sigla við, siga tey á Strandfaraskipum Landsins Vilmund Jacobsen Á tingi er fyrispurningur settur og svaraður um umvælingar, sum verða gjørdar umborð á Smyrli. - Í tí sambandi varð sagt, at nakrar rivur, sum verða um­væld­ ar, skulu vera orsøk til, at skipið er um at klovna. Hetta hevur kløkkað fleiri ferðafólk. Á síni heimasíðu siga Strand­ faraskip Landsins seg harmast um, at tílíkar útsagnir verða sett­ ar fram á løgtingi. - Smyril er tryggur at sigla við og tær 10-20 sentimetrar longu riv­urnar, sum eru funnar, eru og verða umvældar. Arbeiðið verð­ ur gjørt undir neyðugum og góð­ kend­um eftirliti.  Strandfaraskip Landsins av­ vísa tískil, at Smyril er um at klovna og harmast um, at hesar út­sagn­ir hava kløkkað fleiri ferð­ andi. Eyðun Magnussen vegna Kreton og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, hava júst skrivað undir sáttmála um útstykkingar fyri 16 miljónir krónur - Tað er ikki rætt, at Smyril er um at klovna, siga Strandfaraskip Landsins