mánadagur 12. februar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
Hóskvøldið
klokkan 19.30 verður
alment temakvøld um
nýbygging og
umbygging í
Frøishøllini í Kvívík
Skiftandi veður
Veðrið teir næstu dagarnar
verður skiftandi, bæði við
vindi, kulda og hita
Vilmund Jacobsen
Í dag verður andøvsgul til
strúkur í vindi av vestri og
útsynningi, 8 til 13 metrar
um sekundið, sum minkar
niður í 5 til 10 av útsynningi.
Í kvøld og í nátt verður hann
landsynningur,
strúkur
í
vindi til skrið, 15 til 20 metr
ar um sekundið. Sum náttin
gongur, minkar hann vindin
niður í 5 til 10 metrar um
sekundið av útsynningi. Hit
in fer at liggja millum tvey
kuldastig og trý hitastig.
Í morgin - týsdagin - verð
ur gul til stívt andøvsgul, 5
til 10 metrar um sekundið,
sum mikunáttina veksur til
stívt andøvsgul og seinni
strúkan vind, 10 til 15 metrar
um sekundið. Hitin fer at
liggja millum eitt kuldast
og fýra hitastig, men um
náttina kunnu vit fáa fimm
kuldastig.
Mikudagin verður meira
vindur, 15 til 20 metrar um
sekundið av landsynningi
og møguliga upp í 23. Seinna
partin mikudagin minkar
hann aftur vindin av suðri
niður í andøvsgul ella strúk
an vind.
Mikudagin verður lýggj
ari, alt samdøgnið millum 2
og 5 stig.
Hósdagin og fríggjadagin
verður
hampiligt
veður,
millum 8 og 15 metrar um
sekundið, og hitin fer at
liggja millum frostmarkið og
6 hitastig. Ættin verður mest
sunnan og útsynningur.
Minnisrit
yvir 100
ára
arbeiði
Vilmund Jacobsen
Tað var í apríl í 1917, at
nakrar ungar gentur
á Toftum samlaðust í
bóndahúsunum inni á
Regni til bíbliulesnað, bøn
og hugnaliga samveru.
Skjótt komu fleiri kvinnur
og menn aftrat, og gamli
skúlin var leigaður
til at hava møtir í.
Í 1939 varð missiónshúsið
Tabor vígt, og arbeiðið
mentist alla tíðina.
Í 1994 varð núverandi
missiónshús vígt og hevur
síðani verið karmur um
nógva og fjøllbroytta
arbeiðið á Toftum.
Blái Krossur byrjaði á
Toftum í 1908 og var
sostatt virkin, áðrenn
missiónsarbeiðið byrjaði.
Alt hetta og nógv
aftrat kann lesast um
í einum minnisriti,
sum nú er skrivað
um hetta virksemið.
Í heftinum er stutt
søguligt yvirlit
yvir arbeiðið,
sunnukvøldsmøti,
bíbliutímarnar,
leygarkvøldsmøtini
og jólaveitslurnar.
Haraftrat eru frágreining
frá arbeiðsgreinunum,
sum í dag eru virknar
og eru: Bindimøti/
sjómanskvinnuringurin,
Blái Krossur,
streingjakórið,
sunnudagsskúlin,
útimissiónsbarnaringurin,
barnakórið,
ungdómsmøtini,
seinnapartssamkoman,
Taborkórið og
juniorarbeiðið.
Bóklingurin, ið er givin út
sum minnisrit, er 60 síður
í A5 stødd við 43 myndum.
Minnisritið, saman
við innbjóðing til
missiónsvikuna, sum
verður hesa vikuna,
varð borið út í hvørt
hús í Nes kommunu
farna vikuskiftið.
LIST: Hósdagin
klokkan 17 letur
Finleif Mortensen
upp listaframsýning
í Smiðjuni í
Lítluvík. Við eru
málningar og
oljukritspastellir.
Framsýningin verður
opin til týskvøldið
20. februar.
Skjalasavn tekur skap
á Tvøroyri
Á Tvøroyri halda tey, at Ísvirkið, sum í síni tíð var
eitt sera framkomið átak á Tvøroyri, er ein virðiligur
karmur um savningina av skjølum til søguna
Vilmund Jacobsen
Tað var á heysti í fjør, at
Tvøroyrar býráð samtykti
at veita fígging til eina 3-ára
verkætlan, ið hevur til enda
máls at skipa eitt skjalasavn
á Tvøroyri við tilhoyrandi
gransking.
At standa á odda fyri verk-
ætlanini, setti kommunan
søgufrøðingarnar og tvørá
menninar, Kára Jespersen
og Jens Paula A. Nolsøe.
Framkomin skipan
Í Tvøroyrar kommunu siga
tey, at arbeiðið at skipa
skjalasavnið, sum er staðsett
í gamla Ísvirkinum í Konga
brekkuni, er nú komið so
mikið áleiðis, at hillaskipanin
verður sett upp.
- Sjálv hillaskipanin er
framkomin, men tílíkt er
neyðugt, um skjølini skulu
liggja trygg og verða lætt at
komilig.
Sagt verður av Tvøroyri,
at meira verður at hoyra um
arbeiðið við skjalasavninum
og ætlaðu tilknýttu gransk
ingini komandi tíðina.
Ynskja bestu eydnu
- Ísvirkið, sum í sínari tíð var
sera framkomið átak á Tvør
oyri, er ein virðiligur karmur
um savningina av skjølum til
søguna í kommununi, siga
tey í Tvøroyrar kommunu,
samstundis sum tey ynskja
oddamonnunum, Kára Jesp-
ersen og Jens Paula A. Nols
øe, bestu eydnu við arbeið
num at skipa skjalasavnið á
Tvøroyri.
Nú verður hillaskipanin sett upp á skjalasavninum, sum er staðsett
í gamla Ísvirkinum í Kongabrekkuni á Tvøroyri
Vøkru kavamyndina hevur Jan Mortensen tikið