mánadagur 12. februar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tilfeingisgjald er stórur
politiskur knútur at loysa
Sjálvt um vinnan hevur játtað seg at gjalda tilfeingisrentu, so
verður júst ásetingin av veiðugjaldinum ein stór avbjóðing
Árni Gregersen
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformað
ur, hevur givið vinnunevndini hja
Løgtinginum freist til í endanum
av hesi vikuni at koma við áliti um
veiðugjøldini.
Tað hevur tikið drúgva tíð hjá
vinnunevndini at arbeitt við hes
um málinum, men tað skal leggj
ast afturat, at tingið hevur verið
í jólafrí og summi tingfólk hava
verið uttanlands í politiskum ør
indum, meðan málið hevur ligið í
nevndini.
Hinvegins stendur greitt, at tað
als ikki verður lætt at finna eina
semju í nevndini um veiðugjøldini.
Bæði umboð fyri andstøðuna og
umboð fyri samgonguna hava sagt,
at fyri at hetta kann samtykkjast,
so skulu broytingar gerast í upp
skotinum, sum landsstýrismaðurin
við vinnumálum, Høgni Hoydal,
hevur lagt fram.
Hoyringssvarini
Umframt politisku støðutakanina
til veiðugjøld, so skal tingið eisini
taka støðu til, hvussu veiðugjøldini
verða ásett.
Júst á tí økinum eru hoyrings
svarini ógvuliga hvassorðað móti
mátanum,
landsstýrismaðurin
mælir til, at veiðugjøldini skulu
ásetast.
Grundleggjandi heldur vinnan,
at mátin er ov innviklaður at gera
tað uppá, umframt at gjaldið fyri
eitt veiðuár ikki verður ásett fyrr
en tvey ári seinni.
“Tíðarbilið frá árinum, har út
rokningargrundarlagið
verður
staðfest, inntil gjaldið skal rindast,
er sera drúgt.
Tá
útrokningargrundarlagið
verður staðfest í 2018, verður gjaldið
í 2020 grundað á hetta útrokning
argrundarlag. Í hesum tíðarbili
kunnu umstøðurnar í fiskivinnuni
verða broyttar almikið.
Viðurskifti viðvíkjandi oljuprísi,
fiskaprísi, fiskiskapi og rentustigi
kunnu broytast nógv í hesum tíð
arskeiði, og tískil kunnu evnini at
rinda gjaldið verða munandi verri,
enn útrokningargrundarlagið gev
ur ábendingar um tvey ár framm
anundan.
Tí kann hendan skipanin saman
berast við skattaskipanina, áðrenn
kelduskattaskipanin kom í gildi, og
reiðaríini fáa við hesi skipan eina
seinkaða skattarokning,” skrivar
Reiðarafelagið í einari viðmerking.
Eisini stóra reiðarafyritøkan í
Klaksvík, JFK, hevur sent vinnu
nevndini eitt hoyringsskriv.
Fyritøkan vísir við útrokningum
á, at við veiðugjaldinum, sum lagt
verður upp til í uppskotinum hjá
landsstýrismanninum, so fer ikki
at bera til at endurnýggja flotan.
Tað ger fyritøkan við at seta eitt
dømi upp um, hvussu stórt avlopið
hevur verið síðani 1992.
Meðalavlopið - EBITDA – altso
áðrenn rentur, skatt og avskriv
ingar – hevur hesi árini veirð 26
milljónir krónur. Verður tilfeingis
gjald sett inn hesi árini,hevði tað
verið 12-13 milljónir krónur.
Í døminum verður víst á, at
skal eitt nýtt skip byggjast til fiski
skapin í Barentshavinum, so fer
eitt slíkt skip at kosta umleið 350
milljónir krónur.
Verður EBITDA roknað til 26
milljónir krónur, rentan til níggju
milljónir krónur avskrivingarnar
tyvir 12 ár tilil 25 milljónir, so
mangla átta milljónir krónur í til
nýggja skipið .
Í viðmerkingunum sigur felagið,
at sjálvandi minkar rentan á hvørj
um ári og úrslitið gerst betri, men
sum tað framgongur, so er hóast
hetta ikki nakað til yvirs, eftir at
hetta er innroknað.
Tí er neyðugt, at feløgini fáa
møguleika at leggja pening til síðis
tey ár, tá kapitalkostnaður gerst
minni, soleiðis at peningur verður
til nýíløgur í framtíðini.
-Sjálvandi minkar rentan á
hvørjum ári og úrslitið gerst betri,
men sum tað framgongur, so er hó
ast hetta ikki nakað til yvirs, eftir at
hetta er innroknað. Tí er neyðugt,
at feløgini fáa møguleika at leggja
pening til síðis tey ár, tá kapital
kostnaður gerst minni, soleiðis at
peningur verður til nýíløgur í fram
tíðini, sigur Hanus Hansen, reiðari.
Í einari viðmerking til hoyrings
svarini sigur fiskimálaráðið millum
annað, at um tað summi ár hendir,
aat ongin óvanligur vinningur er,
so skal onki veiðugjald gjaldast.
Politiskt
skal
vinnunevndin
taka sær av hesum málinum. Fleiri
fundir hava verið í vinnunevndini,
men sum vit skilja málið, so er
ongin semja um at samtykkja tað.
Politisku trupulleikarnir hópa
seg upp, serliga hjá Javnaðarflokk
inum, tí Kristin Michelsen, ting
maður, hevur boðað flokkinum frá,
at hann ikki kennir seg bundnan at
atkvøða tað sama, sum flokkurin
ger.
Viðurskiftini millum samgong
una og Sonju Jógvansdóttir, uttan
flokkatingkvinnu, eru heldur ikki
vorðin betri seinastu tíðina. Seliga
tí fleiri samgongutingfólk hava
sagt, at uppskotið hjá júst Sonju
Jógvansdóttir um at sleppa limum
í fakfeløgum at draga limagjald frá
í skatti, er ov dýrt at samtykkja nú.
So politiskt buldur og brak um
fiskivinnuna nú veiðugjaldið skal
ásetast, men eitt veiðugjald verður
ásett av tinginum í komandi vikum,
tí sambært samgonguni er tað
neyðugt, skal fíggjarlógin hanga
saman.
Bjørt Samuelsen Tjóðveldi, er forkvinna í vinnunevndini. Nevndin hevur
fingið freist til seianst í hesi vikuni at koma við áliti um veiðugjald.
Annfinn Olsen er formaður
í Reiðarafelagnum, sum er
komið við einum hvøssum
hoyringssvarið um veiðugjaldið.
Hanus Hansen, reiðari, hevur við dømi víst á, at við so høgum gjaldi
fer ikki at vera til at endurnýggja flotan í Barentshavinum.
Tað er Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur
lagt uppskotið um veiðugjald fyri tingið.