Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Fyri fyrstu ferð síðani drúgva skaðan var Jóhan á Plógv Hansen í málhýri og gjørdu stóran mun í EHF Cup- sigri leygardagin. Flogbóltsfinalistar her heima eru funnir, og súkklarin, Torkil Veyhe, hevur kappast í Italia Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Tað var føroyingauppgerð í Noregi í gjár, har Sandnes Ulf við Ára Mohr Jónssyni á liðnum spældi venj­ ingardyst ímóti Bryne við Rógvi Baldvins­son á liðnum. Sandnes Ulf, sum í síðstu viku vann sannførandi 3-0 ímóti Egersunds IK við Ára sum ein av málskjúttunum, vann aftur hesaferð. Úrslitið bleiv 2-0 til Sandnes Ulf. Hetta eisini hálv­ leiks­støðan. Báðir før­oy­ingarnir byrjaðu inni – Ári Mohr Jónsson á vinstra bakki hjá Sand­nes Ulf og Rógvi Baldvinsson í mið­verjuni hjá Bryne. Ári spældir allan dystin, með­an Rógvi varð útskiftur eftir 67 minuttir. FLOGBÓLTUR Leygardagin vóru hálvfinalur í steypa­kappingini hjá kvinnum og monnum spældar í KÍ-høllini í Klaksvík. Fyrst á skránni var dyst­ urin ímillum kvinnuliðini hjá Fleyr og TB, og her var tað oddaliðið í meistaradeildini, Fleyr, ið vann dystin 3-1. Settúrslitini vóru 25-22, 25-11, 22-25, 25-17. Tær, sum standa hinumegin netið í steypafinaluni um tvær vikur, vera tær úr Drátti. Dráttur vann nevniliga sína steypa­hálv­finalu 3-1 ímóti Mjølnir. Har vóru settúrslitini 25-21, 25-17, 19-25, 25-16. Í steypafinaluni hjá monnum vera tað ÍF og SÍb, sum hittast. ÍF gjørdi av við oddaliðið, Mjølnir, í sín­ari hálvfinalu, sum teir vunnu 3-1 við settúrslitunum 25-15, 16- 25, 25-17, 25-23. Hjá Mjølnir var profilurin og leikandi venjarin, Thorvald Daniel­sen, ikki við vegna skaða í tumli­num. Í hinari hálvfinaluni vóru tað heldur merkisvert A- og B-liðið hjá SÍ, sum hittust. Tað væl mannaða B-liðið, sum eitt nú hevur Jóan Petur á Stongunum og Jón Niel­sen á liðnum, vunnu 3-0 við settúrs­ lit­unum 25-21, 25-18, 25-22 ímóti tí yngra og meira óroynda A-liðnum hjá SÍ. HONDBÓLTUR Fyri fyrstu ferð síðani drúgva kross­ bands­skaðan var Jóhan á Plógv Han­sen aftur í sonnum málhýri, tá ið hann og liðfelagarnir úr Bjerringbro-Silkeborg leygardagin fingu eina dreymabyrjan upp á EHF Cup við einum sannførandi 27-19-heimasigri ímóti Tatran Pre­ sov úr Slovakia. 23 ára gamli høgri vongurin hevði átta skotroyndir og skjeyt seks mál. Jóhan á Plógv Hansen gjørdist dagsins maður, og heimasíðan hjá Bjerringbro- Silke­borg skrivar, at tað nú er nóg mikið tosað um skaðan, og at fólk nú heldur eiga at tosa um hvussu góður vongspælari er, og nær hann man fara at sleppa á landsliðið aftur. Umframt Tatran Presov, so er Bjerringbro-Silkeborg eisini í bólki við týska Magdeburg og hvíta­russ­ iska SKA Minsk. Næsti dystur hjá danska liðnum verður á útivølli ímóti Magdeburg nú mikukvøldið. Tveir føroyingar hava verið í dysti í næstbestu donsku hond­ bólts­deildini um vikuskiftið, og báðir teirra, Jónas G. Djurhuus í HØJ og Rói Berg Hansen í FIF, taptu sínar dystir. HØJ tapti 27-23 á heimavølli ímóti Skive, meðan FIF tapti 28-21 á útivølli ímóti HEI Skær­ing. Rói Berg Hansen kom ikki á máltalvuna hjá FIF, men tað kom Jónas G. Djurhuus hjá HØJ. Hann skeyt trý mál. Helgi H. Hoydal spælir við Odder, men hann situr í løtuni uttanfyri við skaða. FIF er framvegis greitt á aftasta plássi og líkist meira og meira einum niðurflytara til triðbestu deildina. HØJ skal nú eisini ansa sær, tí niðurflytingarstrikan er beint undir teimum. Eftir 33-24-tap ímóti Randers HH í gjár er Odder nú á fjórða plássi, eitt stig frá uppflytingarspælinum. SÚKKLING Torkil Veyhe súkklaði í gjár fyrstu kappingina í hesum kappingarárinum, og samstundis fyrstu kappingina við nýggja liðnum, Team Virty Cycling, tá ið hann var við í stóru italsku súkklukappingini, Trofeo Laigueglia, har fleiri av heimsins stinnastu liðum vóru við. Kappingin er partur av UCI Europe Tour, og hon er harumframt søgurík – hon var á fyrsta sinni í 1964, og hevur havt navnframar vinnarar so sum Eddy Merckx, Lance Armstrong og Rolf Sørensen. Torkil Veyhe fall fyri tíðarmarkinum og fekk harvið einki úrslit í dag, men uppgáva hansara var – saman við nøkrum øðrum liðfeløgum – at súkka fyri at Kasper Asgreen og Alexander Kamp fingu so gott úrslit sum tilbar. Hetta gekst rímiliga væl, tí teir báðir blivu ávikavist nummar sjey og 18. Vinnari gjørdist italski Moreno Moser frá liðum Astana. Næsta uppgávan hjá Torkil og liðfeløgunum verður longu komandi vikuskifti, tá ið teir fara at luttaka í fronsku súkklukappingini Tour du Haut-Var. SVIMJING Framyvir fara Føroyar at hava eitt føroyskt landslið við í stóru donsku svimjikappingini, Danish Open. Hetta skrivar Svimjisamband Føroya á heimasíðuni. Danish Open verður aloftast brúkt sum høvuðskravtíðarstevna, og tað verður hon óivað eisini til OL í Tokyo í 2020, og tí ætlar verða føroyingar nú javnari at síggja í kappingini enn frammanundan. Vanligt hevur verið, at føroyingar hava luttikið annaðhvørt ár umboðandi svimjifelag sítt, men nú verður tað Svimjisambandið, sum yvirtekur tann praktiska partin og altso sendir føroyskar svimjarar avstað á hvørjum ári. Danish Open í ár veðrur í døgunum 12. til 15. apríl, og svimjing.com skrivar, at tað í døgunum 16. til 18 mars verður skipað fyri landsliðslegu í Vági, har millum annða Pál Joensen kemur at leggja lag á. Jóhan skeyt seks mál í EHF Cup Jóhan á Plógv Hansen var í málhýri leygardagin Torkil Veyhe í nýggja búnanum hjá Team Virtu