Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Friðarleikir - Vetrarleikirnir í Pyeongchang 2018 vísa okkum á leiðina til ein sam­ eindan heim, segði Lee Hee-beom, for­setin fyri olymisku leikirnar í Pyeongchang, Suðurkorea, tá hann var á røðarapallinum undir setan­ ini fríggjadagin. 'Friður í rørslu' er grund­ hugsan­in handan leikirnar hesa­ ferð, og tað merktist eisini undir setanini frammanfyri teim­um 30.000 áskoðarunum, har fleiri av stríðandi pørtunum í heims­ politikki vóru tættari enn áður. Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, tók í hondina hjá Kim Yo Jong, ið er systir norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, og ikki langt frá teimum sótu japanski forsetin, Shinzo Abe, og amerikanski vara­ for­setin, Mike Pence. Leikirnir hesaferð eru eisini søgu­ligir á tann hátt, at Suðurkorea og Norðurkorea, sum annars hava eitt ógvuliga bronglað samband, hava lagt stríðsøksina eina løtu og eru gingin saman um at mynda eitt felags lið í vetrarleikunum. - Góðu íðkarar og áskoðarar, sum eru her í kvøld, og góðu fjepparar kring allan heimin. Vit eru rørd av at síggja hetta handabragd. Vit eru við tykkum og stuðla tykkum í hesum boðskapinum um frið. Standa vit saman í ymiskleikanum, so eru vit stinnari enn alt tað, ið roynir at skilja okkum sundur, segði forsetin í olympisku nevndini, Thomas Bach. Gylta bálið Sum siður er, so hevur tann víða­ gitni kyndilin, ið skuldi festa eld í stóra OL-bálið, ferðast víða um sein­astu tíðina. 7500 fólk hava seinastu 101 dagin borið kyndilin, og til setanina fríggjadagin varð kyndilin borðin seinasta teinin til sjálva bálið inni á Pyeongchang Olympic Stadium, ið seinastu trý árini hevur verið bygt til vetrar­ leikir­nar. Byggingin varð liðug í sep­tembur í fjør, og á leikvøllinum er pláss fyri 35.000 fólkum. Kyndilin er 700mm høgur. Hetta ímyndar, at býurin Pyeongchang er 700 metrar omanfyri vatnskorpuni. Kyndilin er fimmkantaður, og tað um­boðar ættarsløgini, tjóðirnar, átrúnað­irnar, mentanirnar og teir fimm umboðaðu heimspartarnar. Forsetin í olympisku nevndini, týski Thomas Bach, var ein av teim­um, ið bóru kyndilin á seinasta degn­um. Aðrir berarar hendan dagin vóru golfspælarin, Inbee Park, og tveir íðkarar á sameinda koreanska íshokkiliðnum, Chung Su-hyon úr Norðurkorea og Park Jong-ah úr Suðurkorea. Tann, sum fekk heiðurin at festa eld í stóra bálið, var kvinnuligi list­ skoytu­rennarin, Yuna Kim. Hon vann gull í 2010 og silvur í 2014, og hon er ein hetja í heimlandinum, Suður­korea, har hon eisini er verður kallað “drotning Yuna”. albinus@sosialurin.fo OL 2018 OL í Pyeongchang: Vetrarleikirnir vórðu settir í suðurkoreanska býnum Pyeongchang fríggjadagin. Forsetarnir søgdu á røðarapallinum, at hesir leikirnir skulu vera við til at vísa heiminum hvussu vit skapa frið og sameining ímillum fíggindar LEIKIRNIR SKULU SKAPA FRIÐ