mánadagur 12. februar 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Christian Lamhauge Holst:
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge
Hann er spælarin, sum víkjur frá
hinum. Tað er eitt ella annað øðr
vísi við Christian Lamhauge Holst.
Hann er týpan, sum gjarna lesur og
fordjúpar seg í evni, sum tú kanska
ikki setur í samband við fótbólts
spælarar. – Eg minnist ikki altíð so
væl landsdystirnar fyri tað, sum
hendi inni á vøllinum. Eg minnist
heldur okkurt av tí, sum hendir
uttanfyri vøllin, sigur Christian
Lamhauge Holst.
Hann býr niðri, har hann
er lærari og venjari á Stenhus
Kostskole og Holbæk Sportsaka
demi. Ein skúli og ítróttarskúli fyri
ung, sum ganga í framhaldsdeildini.
Hann er í Føroyum, fyri at vísa
skúlan fram og fortelja um tilboðið
tey hava har.
Í tí sambandi er hann gestur í
Fótbóltspanelinum, sum er sending
á Rás2 hvønn fríggjadag klokkan 16.
Hann líkist sær sjálvum og er lítið
broyttur, frá tá hann 11. oktober
í 2015 bleiv skiftur út á seinasta
sinni á landsliðnum. Føroyar taptu
3-0 fyri Rumenia, og misti sam
stundis ein av teimum góðu lands
liðsspælarunum gjøgnum tíðirnar.
-Eg havi ikki angrað, at eg gavst.
Eg sakni ikki at spæla fótbólt og
føldi, at tíðin var komin at gevast.
Tá eg fortaldi tað fyri Lars Olsen,
landsliðsvenjaranum, segði hann, at
tað var fínt, tí so slapp hann frá tí í
framtíðini, fortelur fyrrverandi før
oyski landsliðsspælarin á donskum.
Hann er blíður í tónanum, men
samstundis avgjørdur á nøkrum
økjum. Hóast hann endurhoyrir
og endursær tvey av málunum, ið
hann skoraði fyri føroyska lands
liðið, so kemur hugurin at spæla
ikki aftur. Tað sníkur heldur ongin
iðran um, at hann gavast ov tíðliga,
tá landsliðið nú spælir fótbólt, sum
hevði passað honum væl.
Brádliga landsliðsspælari
Christian Lamhauge Holst spælir
í triðjbestu deildini í Danmark við
Lyngby í seinnu hálvu av 2003, tá
táverandi landsliðsvenjarin, Hen
rik “Store” Larsen ringir. Hann spyr
um framrættaði miðvallarin hevur
hug at umboða Føroyar í altjóða
fótbólti. Mamman er føroysk, so
røturnar loyva tí. Tað er lands
dystur á Hampton Park í Glasgow í
Skotlandi um tríggjar vikur.
-Eg minnist at eg sat á bonki
num, tá eitt stórt orkestur spældi
skotska tjóðsangin og 40 túsund
áskoðarar sungu við. Tá var eg
glaður fyri føroysku røturnar hjá
mammu. Eg eri ótrúliga fegin um, at
hava fingið møguleikan at uppliva
slíkar løtur á føroyska landsliðnum,
fortelur útlærdi lærarin við einum
eyðmjúkum tóna.
Hann kemur á vøllin seinastu
fýra minuttirnar í 3-1 tapinum fyri
Skotlandi, men tað gongur rúm tíð,
áðrenn tekniski sterki Lamhauge-
maðurin vinnur sær fast pláss
í hópinum. Í 2007 er landsliðið í
kreppu, meðan tað gongur væl
í Lyngby. Boð eru nú aftur eftir
honum.
-Tað er eitt landsliðið, sum hevur
tað torført tá, men eg fái fast pláss.
Tvær av góðu upplivingunum eru
móti Italia, har Rógvi Jacobsen
skorar í báðum dystunum, sigur
Christian L. Holst.
Grikkaland stendur eftir
Tá prátið fellur inn á størstu løtur
nar, so eru tveir dystir, ið Christian
L. Holst hevur hug at framhevja.
-Tað eru serliga sigarnir móti
Grikkalandi. Tann í Grikkalandi er
serligur, tí tá fingu vit endiliga tað
stóra úrslitið, sjálvt um Grikkaland
var í knæ. Undan dystinum í Havn
høvdu grikkar hug at siga við okk
um á hotellinum, at teir taptu fyrra
dystin við vilja, tí teir vildu sleppa
av við venjaran, men at nú skuldu
teir vísa okkum, sigur Christian L.
Holst og leggur afturat:
-Tí var tað fantastiskt at vinna
2-1 á Grikkalandi á Tórsvølli fram
manfyri øllum áskoðarunum.
Hann skoraði seks mál á lands
liðnum. Tvey í undankappingum.
Tað fyrra í 1-1 javnleikinum móti
Norðurírlandi á Svangaskarði í
2010, meðan tað seinni í 4-1 tapinum
fyri Finnlandi á Tórsvølli í 2014.
Hini fýra vóru í venjingardystum.
Tvey móti Estlandi og tvey móti
Gibraltar.
Droymir um føroysk
talentir í Danmark
Christian Lamhauge Holst er út
lærdur lærari og hevur A-prógv
sum fótbóltsvenjari. Tí passar
hann væl til leiklutin sum lærari og
venjari
á
Stenhus
Kostskole og Holbæk
Sportsakademi.
Hann
ynskir
at
fáa
ungar
føroyskar spælarar til
Danmarkar at spæla á
hægri stigi.
-Tankin um at hjálpa
føroyskum
talentum
at
koma viðari til Danmarkar,
hevur altíð tiltalað meg. Her
hevur tú møguleikan at spæla á
einum hægri stigi enn í Føroyum,
tú venur nakrar ferðir um vikuna
á skulanum, og nakrar ferðir við
Holbæk ella onkrum øðrum felagi,
sigur Christian L. Holst.
Hann kemur sjálvur at virka,
sum eitt slag av vegleiðara og ráð
geva hjá føroysku spælarnum, ið
velja at royna hesa leiðina.
-Eg eri jú hálvur føroyingur, ella
føroyingur. Eg vil gjarna hjálpa
ungum føroyskum fótbóltsspælar
um, at fáa ein fótbóltstilveru í Dan
mark, sigur Christian Lamhauge
Holst at enda.
trondur@sosialurin.fo
TAKKSAMUR
FYRI FØROYSKU
RØTURNAR
Tað sigur fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin, sum í hesum døgum
er í Føroyum. Hann spældi 50 landsdystir fyri føroyska landsliðið, men
tað lá ikki altíð í kortunum, at hann skuldi umboða Føroyar yvirhøvur.
Nú greiðir hann frá fyrsta dystinum og hevur sett sítt besta landslið