Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Málmaður: Jákup Mikkelsen, Gunnnar Nielsen “Jákup Mikkelsen er tað gløggasti málverjin eg nakrantíð hava spælt saman við. Var eisini ótrúliga góður við beinunum. Hann spælir fyrra hálvleiki” “Gunnar Nielsen hevur ein stryki í sínari styrki og stóra fyrsikki. Hann hevur eisini spælt á einum høgum stigi, hóast hann hevur verið nógv skaddur” Verjan: Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Óli Johannesen, Viljormur Davidsen “Verjan er ikki vald útfrá spælarum, sum passar so væl saman. Atli Gregersen er ein klókur spælari, sum altíð stendur rætt og hevur góða ávirkan á liðið. Óli Johannesen náddi eg ikki at spæla so leingi við, men var eisini ein ótrúliga góður. Jónas Tór Næs og eg hava havt mangar góður løtur á landsliðnum, men tað eru avrikini á vøllinum, sum gera at eg velji hann á liðið. Eg havi spælt fleiri góðar dystir á vinstru síðu við Viljormi Davidsen. Tí er hann við. Verjukendur miðvøllur: Fróði Benjaminsen, Súni Olsen “Her havi eg valt Fróða Benjaminsen og Súna Olsen. Serliga Súni Olsen er kanska tað størsta talenti í Føroyum, sum eg havi spælt saman við.” Framrættaður miðvøllur: Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen “Eg hugsaði ikki nógv um Sølva Vatnhamar, tá hann var til fyrstu landsliðsvenjingina, men hevur sannliga prógvað sítt viðrið á høgra vongi. Hann er maðurin, sum tú vilt hava at leggja innleggið. Hallur Hansson hevði eitt sindur trupult við raka røttu javnvágina, tá hann var yngri, men er í tað millum týdningarmestu spælararnir á vøllinum. Eg havi sett Brand Hendriksson á vinstra vongin, men tað er mest fyri at geva honum pláss á liðnum. Serliga avrikini móti Grikkalandi vóru góð Álopið: Jóan Símun Edmundsson (Rógvi Jacobsen) “Tað ber ikki til at koma uttanum Jóan Símun Edmundsson. Vit skiltu væl hvønn annan og okkara samanspæl riggaði væl. Her var sera torført at velja, tí eg spældi eisini saman við Rógva Jacobsen, tá hann var upp á tað besta. So hann verður innskiftari” Venjarin: Brian Kerr Um eg skal velja ein venjara, so velji eg Brian Kerr. Tað geri eg, tí hann var rætti venjarin til røttu tíðina. Hann fekk okkum til at trúgva upp á, at tað letur seg gera. Uppstilling: 4-2-3-1 Í FÓTBÓLTSPANELINUM SETTI CHRISTIAN LAMHAUGE HOLST EISINI SÍTT DREYMALANDSLIÐ AV SPÆLARUM, SUM HANN HEVUR SPÆLT SAMAN VIÐ. HER LIÐIÐ VIÐ NØKRUM AV TEIMUM VIÐMERKINGINUM, SUM HANN HEVÐI TIL SÍNI VAL.