mánadagur 12. februar 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Tað er vorðið alsamt meira vanligt
hjá føroyskum feløgum seinastu
árini at fara til heitari lond at fyri
reika seg til kappingarárið í bestu
deildini. Fyri nøkrum árum síðani
var EB/Streymur á venjingarlegu
í Turkalandi, fyri tveimum árum
síðani var B36 á venjingarlegu í
Gran Canaria og í ár hava meistar
arnir úr Víkingi fyrireika seg í
Turkalandi til komandi kappingar
árið í Betri-deildini.
Turkaland bíligari
enn Ísland
Brandur Jacobsen, formaður í Vík
ingi, sigur, at teir í Víkingi í nøkur
ár hava tosað um at farið til eitt
heitari land at fyrireika seg til
kappingarárið, men at teir høvdu
væntað at tað var ov dýrt. Tað vísti
seg at vera nógv bíligari, enn teir
høvdu ímyndað sær áðrenn.
Vit hava í nøkur ár verið í Íslandi
á venjingarlegu fyri at fyrireika
okkum til kappingarárið, og tá
hevur ofta verið tosað um, at man
burdi verið farin til okkurt heitari
land. Men eg havi erliga ikki trúð
uppá at tað hevur kunna verið ein
møguleiki, tí eg havi væntað, at tað
tað hevur verið alt ov dýrt. Men eg
var eitt sindur bilsin, tá eg sá hvat
tað kostaði at fara til Turkalands –
í veruleikanum var tað bíligari enn
at fara til Íslands. Veðrið er eisini
betri, umframt at umhvørvi har
ferðalagið búði var ógvuliga gott.
Har vóru fleiri onnur fótbóltslið, ið
búðu á sama hotelli, sigur Brandur
Jacobsen, formaður í Víkingi.
Gevur betri samanhald
Formaðurin í Víkingi heldur, at
tílíkar venjingarlegur geva nakað
eyka sosialt til hópin, í mun til
at venja heima í feløgunum, har
leikararnir samlast tveir tímar um
dagin til venjingar.
Okkara royndir eru, at venjing
arlegurnar geva nakað eyka til
hópin. Fótbóltsliga sjálvandi eitt
sindur eisini, men meira sosialt við
at samansjóva hópin. Leikararnir
koma hvørjum øðrum við uppá ein
øðrvísi máta á eini venjingarlegu,
har allir eru saman í døgndrift,
samanborið við vanligu venjingina
úti í feløgunum, har teir samlast
til venjingar í áleið tveir tímar um
dagin, sigur Brandur Jacobsen.
Ein av orsøkunum
til góðu úrslitini
Síðani Víkingur á fyrsta sinni
spældi í bestu deildini í 2008, hevur
felagið regluliga verið á venjingar
legum. Tað hava teir bæði verið í
Føroyum, í Íslandi og nú í Turka
landi. Brandur Jacobsen sigur
tó ikki, at tað beinleiðis er nakar
fastur táttur, at felagið skal á
venjingarlegu á hvørjum ári. Fyrst
og fremst skulu fíggjarlig atlit
takast, tá farast skal á venjingar
legu.
Vit hava ikki verið á venj
ingarlegu hvørt ár, tí vit mugu taka
fíggjarlig atlit. Tó hava vit verið
ofta seinastu nógvu árini - næstan
annað hvørt ár. Okkara royndir
eru eisini, at tað hevur givið góð
úrslit. Nú hava vit í felagnum havt
góð úrslit seinastu árini, og tað
eru fleiri orsøkir til tess. Eg eri tó
vísur í, at ein av brikkunum í stóra
puslispælinum hevur verið, at vit
hava verið á venjingarlegum. Til
samanhaldið í hópinum, hevur tað
givið nakað eyka, sigur Brandur
Jacobsen, formaður í Víkingi.
andre@sosialurin.fo
Seinastu árini eru fleiri og fleiri feløg í bestu fótbóltsdeildini
hjá monnum farin til heitari lond á venjingarlegu, fyri at
fyrireika seg til fótbóltsárið. Brandur Jacobsen, formaður
í Víkingi, sigur, at tað fíggjarliga var bíligari fyri Víking at
fara til Turkalands á venjingarlegu enn at fara til Íslands
FÓTBÓLTUR
FLEIRI FARA TIL
HEITARI LOND AT
FYRIREIKA SEG