Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Á venjingarleguni í Turkalandi spældi Víkingur leygardagin ein venj­ingar­dyst móti Dynamo Brest, ið dagliga spælir í bestu hvíta­russisku deildini. Úrslitið av dystinum var, at hvítarussiska felag­ið vann dystin 4-0, eftir hálv­ leiks­støðuna 0-0. Maurice Ross, høvuðsvenjari hjá Víkingi, greiddi í farnu viku frá, at høvuðsendamálið við venjing­ar­dystinum ikki fór at vera úrslitið í dystinum, av tí at fleiri leikarar manglaðu, men heldur at geva leikarunum minutt­ir í beinini, umframt at royna nýggj mynstur til komandi kapp­ingarárið í Betri-deildini. Eitt av nýggju mynstrunum er millum annað tað, at Víkingur til venjingardystin móti Dynamo Brest spældi í nýggjari 3-4-3 uppstilling. Eisini vóru fleiri nýggir ungir leikarar í byrjunar­ upp­stillingini. Millum annað Hjalti Strømsten, Arnbjørn Svens­son, Elias Lervig og Hans Jákup Lervig, ið seinastu árini allir hava lukta til besta liðið, uttan at hava fingið stórvegis av spælitíð. Ein av nýggju monnunum, Hans Jákup Lervig, var enntá nær við at leggja Víking á odda 1-0 í venjingardystinum móti Dynamo Brest, men hann brendi frí­l­eyparan, tá støðan var 0-0. Í venj­ingar­dystinum hjá Víkingi komu øll málini hjá hvítarussiska liðnum seinasta hálva tíman, tá tað skrædnaði hjá føroyska liðnum. Dynamo Brest – Víkingur 4-0 (0-0) Uppstillingin hjá Víkingi móti Dynamo Brest: Elias Rasmussen – Gunnar Vatnhamar, Dennis Nieblas, Hjalti Strømsten – Elias Ler­vig, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen – Hans Jákup Lervig, Filip Djor­djevic, Arnbjørn Svensson Víkingur tapti venjingardystin Víkingur spældi ein venjingardyst á venjingarleguni í Turkalandi