mánadagur 12. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Steypahondbóltur:
GRØNT,
GULT, SVART
OG GRØNT
Tróndur Arge – Høllin á Hálsi
Tað er lagt upp til tvær spennandi
og møguliga hart spælandi steypa
finalur komandi vikuskiftið. Hjá
kvinnum var ongantíð nakar ivi
um, at VÍF og Kyndil fóru at vinna
seg í finaluna. Liðini liggja greitt
á odda í landskappingini. Tey eru
klassar betri enn hini, og tí er tað
eisini gott at ikki møttust fyrr enn
í finaluni.
Hjá monnum stóð meiri á, tí
báðar hálvfinalurnar vóru tættar.
Hoyvíkingar vinnu samanlagt við
fimm málum á Neistanum, men tað
var ikki fyrr enn seinasta korteri
num, at avgerðin fall. H71 skal møta
kyndilsmonnum í finaluni. Kyndil
hevði ein leiðslu upp á trý mál við
til Vestmanna í gjár. Tað gekk leingi
javnt á, áðrenn Kyndil seinastu
minuttirnar sett prikkin yvir i’ið.
Perter Krogh er aftur
H71 vann fyrru hálvfinaluna 27-25,
eftir at Neistin mátti spæla uttan
týdningarmikla Rasmus Søby, ið
mátti av vøllinum við skaða. Hann
var á vøllinum í nýggja partinum
av høllini á Hálsi, tá Neistin gjørdi
skjótt av og legði seg á odda 3-0.
Soleiðis bleiv leiðslan hjá hoy
víkingum vaska burtur upp á fáar
minuttir, og liðini kundu spæla frá
null. Tað gjørdi mun, at Rasmus
Søby nú fekk spælt, men gleðin var
stokkut. Stóri høgri bakkurin mátti
av aftur vøllinum miðskeiðis í fyrra
hálvleiki. Hann kom bara á vøllin
aftur í løtum.
H71 skifti nógv út og tóktist vil
vilja at spæla við nógvari breidd,
fyri síðani at kunna seta trumfin
á í seinna hálvleiki. Tað eydnaðist,
men tað var serliga takka verið
Peter Krogh.
Eitt skifti skorar hann átta av
níggju málum, tá H71 fer frá at vera
aftanfyri 12-10, til at verða á odda
18-16. Her var eisini okkurt skot, ið
hann brendi, har onnur loysn hevði
verið betri, men talan var um eitt
einmansavrik hesa løtuna.
Eg veit ikki heilt hvat hendi
har. Eg haldi at eg byrji at hugsa
um hvar eg skjóti, tí málverjin
hjá teimum er ov klókur til, at tú
bara skjýtur uttan at hugsa. Tað er
stórur munur á, um tú hevur skor
að tvey mál ella brent tvey skot. Í
fyrra hálvleiki brendu vit, men so
mást tú bara verja væl. Í seinna
hálvleiki fingu vit hol á málverjn
hjá teimum. Tá skori eg eisini tvey
mál upp í slag, sum geva spæligleði
og mót upp á meir, sigur Peter
Krogh, sum heldur at spæligleði
var munurin á fyrra og seinna hálv
leiki.
Vit sóu ikki út sum nakrir hond
bóltsspæalrar, ið høvdu hug at
spæla hondbólt. Tað broyttu vit
í seinna hálvleiki. Vit fingu meiri
gleði í spælið hjá okkum, sigur før
oyski landsliðsspælarin.
Hann er ikki so nógv fyri at tosa
um mótstøðuliðið, tí hann heldur
tað er týdningarmest at hugsa um
H71.
Tað er líkamikið hvørjum vit
møta í finaluni. Um tað er KÍF,
VÍF ella Kyndil. Nú skulu vit heim
at arbeiða víðari við okkara spæli,
sigur Peter Krogh, sum skoraði
níggju mál í dystinum.
Kyndil helt leiðsluni
Í hinari hálvfinaluni megnaðu
kyndilsmenn at halda leiðsluni frá
fyrru hálvfinaluni, tá teir vunnu
við trimum málum. Í Vestmanna
megnar VÍF ongantíð at fáa um
báðar endar. Tað er sjáldan fleiri
mál á muni og at enda vinnur Kynd
il aftur við trimum.
-Vit skifta nógv út, men VÍF
spælir nógv við somu spælarum.
Tí skiftu vit eisini nógv og royndu
at renna við teimum. Tað sást
eisini seinastu tjúgu minuttirnar,
har orkan hjá teimum fór undan.
Teir hava spælarar, sum eru væl
fyri, men tú klárar ikki at spæla
ein heilan dyst við fullari ferð,
sigur Julian Johansen, venjari hjá
Kyndli, ið heldur fyri, at H71 er stór
favorittur undan steypafinaluni.
-Teir hava góðar spælarar á øll
um plássum, men vit fara at royna
tað vit kunnu, hóast vit eru undir
tippaðir. Vit skulu spæla upp til
okkara besta, meðan teir ikki skulu
spæla upp til sítt besta. So hava vit
ein kjans, sigur venjarin hjá Kyndli,
sum eisin heldur at tað er upp á
tíðina, at mansliðið hjá Kyndli er í
finaluni aftur:
-Nú hava vit staðið vaktir og selt
nokk av pylsum til steypafinalur
nar, so nú vilja vit sleppa at spæla,
sigur Julian Johansen.
trondur@sosialurin.fo
Kyndil hevur vunnið seg í bæði mans og kvinnufinaluna í steypakappingini í
hondbólti, meðan VÍF kvinnurnar og menninri hjá H71 eisini eru við. Hjá kvinnunum
var ongin spenningur, meðan tað stóð nógv á í hálvfinalunum hjá monnum
Vit sóu ikki
út sum nakrir
hondbóltsspæalrar, ið
høvdu hug at spæla
hondbólt. Tað broyttu
vit í seinna hálvleiki.
Vit fingu meiri gleði
í spælið hjá okkum