Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Danski VB-málverjin, Katrine Borup, fær at vita frá læknunum, at hon helst hevur slitið krossbandið, og at hon tískil ikki fær spælt hondbólt aftur hetta kappingarárið. Áki Egilsnes leingir um sáttmálan við KA í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini, har hann er toppskjútti og nú er ílatin ein nýggjan tvey ára sáttmála. Kendi hondbóltsvenjarin, Guðmundur Guðmundsson, sum vann OL í 2016 saman við Danmark, tekur við starvinum sum landsliðsvenjari í heimlandinum, Íslandi. Steypafinalistarnir í hondbólti verða funnir. Í kvinnufinaluni fara VÍF og Kyndil at kappast, og í finaluni hjá monnum vera tað H71 og Kyndil, ið bresta saman. Ungir føroyskir telvarar standa seg væl í NM í Finnlandi, har Janus Skaale endar nummar fýra í U17 og Luitjen Akselsson Apol endar nummar trý í U13. Tað gerst greitt hvørji lið skulu spæla steypafinalur í flogbólti. Hjá kvinnunum vera tað Fleyr og Dráttur, sum hittast, og í mansfinaluni vera tað ÍF og SÍb. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR - Ingi Ole-Jacobsen um fyri­reik­ ingarnar hjá SÍb til steypafinaluna - Venjarin hjá Kyndli, Julian Johansen, leggur trýst á H71 áðrenn steypafinaluna - Thomas Bach, forseti í olympisku nevndini, undir OL-setanini Kanska vit fara at venja tvær ferðir í næstu viku Tað verður 'against all odds', men vit fara at royna Standa vit saman í ymiskleikanum, so eru vit stinnari enn alt tað, ið roynir at skilja okkum sundur Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Christian Lamhauge Holst Føddur: 25. desembur 1981 Yrki: Fótbóltur Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Sandnes Ulf 2. 10 3. Kristian Mikkelsen 4. Anand 5. Team Virtu Cycling 6. 2012 7. Jørgen Niclasen 8. Sofía Purkhús 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu eitur norska felagið, sum Ári Mohr Jónsson spælir við? 2 Hvat nummar hevur Jóhan á Plógv Hansen hjá Bjerringbro-Silkeborg? 3 Hvussu eitur venjarin hjá kvinnuliðnum hjá Fleyr? 4 Hvussu eitur 48 ára gamli indiski fleirfaldi heimsmeistarin í talvi? 5 Hvussu eitur liðið, sum Torkil Veyhe súkklar við? 6 Nær vunnu menninir hjá EB/Streymi seinast FM í bestu deildini? 7 Hvør kendur føroyskur politikari hevur spælt seg í steypafinaluna í flogbólti? 8 Hvussu eitur kvinnan á myndini, sum er spælandi venjari hjá Mjølnir? Myndin hesa vikuna: Hey Christian, hvussu er at verða ein túr í Føroyum? Hetta er tað, sum eg sakni mest við at verða givin at spæla fótbólt. Tað eru túrarnir til Føroyar. Eg elski teir. Hví ert tú í Føroyum nú? Eg eri settur sum lærari og venjari á Stenhus Kostskole og Holbæk Sportsakademi. Vit leita eftir nøkrum føroyum talentum, sum kundu havt hug at roynt skúlan. Hvat fyri aldur tosa vit um? Tað er ein skúli fyri børn, sum ganga í 8., 9. og 10. flokk. Vit leita nokk mest eftir børnum í 9. og 10. flokki, tí tey eru kanska nakað ung at flyta av langinum, meðan tey ganga í 8. flokki. Havt kunnu tey á skúlanum? Talan er um ein góðan skúla, sum er skipaður eftir at tey eisin iskulu venja. Tað eru tríggjar til fýra venjingar á skúlanum, og so er møguleiki at spæla við U17 liðnum hjá Holbæk. Eg komi at virka sum serligur ráðgevi og vegleiðari hjá teimum føroyingunum, sum eru á skúlanum. Tú hevur sett eitt “All- Star” landslið frá tínari tíð, hvussu var tað? Tað var ótrúliga ringt og eg havi hugsa nógv um tað. Tað er nógvir góðir spælarar og í summum førum havi eg verið noyddur at seta ein útskiftara. Søguligt lógvatak undir OL-setanini fríggjadagin, har systurin hjá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong- un, hon eitur Kim Yo Jong (t.v.), tók í hondina á suðurkoreanska forsetanum, Moon Jae-in.