Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. februar 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 12. februar 2018 · Nr. 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Føroyski landsliðsáleyparin, Jóan Símun Edmundsson, hev­ur í løtuni mótgongd í sínum danska felag, OB. Sun­ nu­dagin varð Jóan Símun Ed­mundsson vrak­að­ur til hópin til dystin hjá OB móti FC Helsingør, sum OB sein­ni vann 6-1. Orsøkin til mótgongdina hjá Jóan Símuni Edmunds­ son er, at Jóan Símun Edmunds­son og OB ikki kundu semjast um ein nýggj­an sáttmála millum partar­nar í januar mánað. Ætlan­in var tí, at Jóan Símun Edmunds­son skuldi finna sær nýtt útlendskt felag áðrenn flytingarvindeygað í teim­um flestu europeisku deild­unum lat aftur áðrenn 1. februar, og var hetta stóra orsøkin til, at Jóan Sím­ un Edmundsson ikki slapp við liðfeløgunum í OB á venjingarlegu í Spania, so­ leiðis at hann kundi leggja fulla orku inn til at sam­ ráðast við nýtt útlendskt felag. Ivaðust í brutto ella netto pengum og vendu við Og tað var eisini um reppið at Jóan Símun Edmundsson end­aði í nýggjum út­lends­ k­um fe­lagið. In.fo skriv­aði longu dagin eftir at flyt­ing­ ar­vindeygað lat aftur, at Jóan Símun Ed­munds­son var í samskifti við felag úr Turka­landi, men í veru­ leika­num var talan um nógv meira enn sam­skifti millum part­ar­nar. Heima­ síðan fyens.dk, ið fylgir OB neyvt, hevur havt sam­skifti við sam­skiftis­ráð­gevan hjá OB, Morten Wamsler, ið greiðir frá, at eitt skiftið hjá Jóan Símun Edmundsson til Turkalands var so mikið nær, at Jóan Símun Edmundsson var á veg til flogvøllin, fyri at fara til Turkalands, áðrenn handilin fór í vaskið. Líka síðani í november hava bæði OB og Jóan Símun Edmundsson arbeitt við at fingið Jóan Símun Ed­mundsson avstað til eina størri liga. Tann dagin tá flyting­arvindeygað lat aftur, kom eitt boð frá einum turkisk­um felagið, sum vit (OB) gingu við til. Jóan Símun Edmunds­son var saman við sam­starvsfelaganum hjá sínum umboðsmanni, Brian Steen Nielsen, enntá eisini á veg á flogvøllin, har teir á vegnum til flogvøllin, fóru at ivast í, um talan var um netto ella brutto pengar, sum tosað var við turkiska felagið um, og tí vendu teir við, greiðir samskiftisráðgevin hjá OB, Morten Gamsler, frá. OB forðaði skiftið til danskt felag Samskiftisráðgevin hjá OB greiðir víðari frá, at útlit fram­vegis eru fyri, at Jóan Símun Edmundsson kann fara avstað til útlendskt felag, og at OB hevur forða Jóan Símun Edmundsson í at skifta til annað danskt felag. Aftaná at handilin við turk­iska felagið ikki varð til nakað, vóru tað fleiri donsk feløg, ið bjóðaðu somu upphæddina fyri Jóan Símun, sum turkiska felagið bjóð­aði. Men av tí at avtalan alla tíðina hevur itið, at eitt skift­ið bert kom uppá tal, um tað var til eina betri liga og til eitt útlendskt felag, nokt­aðu vit honum at skifta til annað danskt felag. Tó skilja vit, at tað framvegis er stórur áhugi fyri Jóan Símun Edmundsson, og tá flytingarvindeygað í nøkr­um europeiskum londum fram­ vegis er opið, er framtíðin um Jóan Símun Edmundsson í OB enn ógreið, sigur Morten Gamsler. Sáttmálin millum Jóan Símun Edmundsson og OB gong­ur út í summar. t Nú skal høllin standa sína roynd Á veg til flogvøllin í Keypmannahavn, gjørdist ætlaða skiftið hjá Jóan Símuni Edmundsson til Turkalands av ongum allíkavæl JÓAN SÍMUN VAR Á VEG TIL TURKALANDS Havi fyri fyrstu ferð verið í nýggja partinum av høllini á Hálsi, eftir at hon var tikin í brúk. Tað var til seinnu hálvfinaluna hjá monnum í hondbólti, har Neistin tók móti H71. Eg má siga, at eg eri ikki bara imponeraður. Tað er mánadagur og kanska nakað skjótt, at blíva ein “grumpy old man”, men eg havi skrivað um umbyggingar og annað, har eg haldi tað so oftani hevur víst seg, at tað loysir seg at byggja ordiligt fyrstu ferð. Eftir at hava sæð ein dyst í hesum umstøðunum, so havi eg framvegis mínar tankar um, at Føroyar, ítróttarføroyar og kommunan hevði verið betri tænt við eini kollvelting av høllini, har alt bleiv rivið niður og bygt av nýggjum. Høllini hevur framvegis stóran avbjóðingar við hædd, breidd og pláss kring vøllin. Tað riggar sum so fínt til eina venjing. Tað fer vónandi eisini at rigga væl til finalunar, tá setrini verða koyrd fram til endarnar av vøllinum. Men hetta er framvegis ein gomul ítróttarhøll við áleið somu trupulleikum, men nú í nýggjum klæðum. Eg vóni, at hesir tankarnir eru vekk, tá eg havi vant meg av við dreymin um ein multihøll í heimsflokki á Hálsi. Eg gleði meg til steypafinalurnar í hondbólti. Fegnist um, at tað sær út til, at vit fáa tvær finalur, har báðir partar kunnu vinna. Men eg lúgvi, um eg sigi at eg ikki eri skeptiskur um hvussu høllin fer at klára seg. trondur@sosialurin.fo trondur@sosialurin.fo