Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Smyril Line byggir stóra goymslu í Hirtshals – Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line Eirikur Lindenskov Smyril Line fer nú undir at byggja ein 3.350 fermetrar stóran skriv­ stovu- og goymslubygning í Hirts­ hals, ið eftir ætlan stendur liðugur í heyst. Bygningurin verður bygdur beint við Nordsøterminalin og so­ nevndu »Containerkajen« á havna­ lagn­um í Hirtshals, har Norröna, Eyst­nes og Hvítanes hjá Smyril Line vitja hvørja viku. – Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar, sig­ur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line í skrivi til miðlarnar. – Vit fáa betri føling við øllum lið­um í tænastum okkara, og tað ger okkum før fyri at betra um tæn­astustigið, bæði hvat ið farmi og ferða­fólki viðvíkur. – Á Smyril Line gleða vit okk­um til útbyggingina og harvið møgu­ leik­an at styrkja menningina av virk­seminum í Hirtshals. Bæði bygn­ingur og staðseting taka støði í, at vit vilja styrkja okkara støðu sum »fyrstvaldi« flutningsveitari í Norð­uratlantshavinum. Nýggju um­støð­urnar fara at gera tað lætt­ ari, betri og effektivari at avgreiða bæði ferðafólk, bilar og farm. Í nýggja bygninginum verða um 700 fermetrar til skrivstovur og um 2.700 fermetrar til goymslu og annað, ið hoyrir til virksemið. Í farnu viku gjørdi Smyril Line av­talu við fyritøkuna HMU A/S um at byggja bygningin, ið væntandi verð­ur liðugur 1. oktober.  Næsta stig á leiðini er at finna starvs­fólk. Tey fyrstu eru longu kom­in, men enn mangla nøkur, ið vænt­andi verða sett seinni í ár. Eini 20-25 starvsfólk fara at verða knýtt at Smyril Line í Hirts­ hals. NÝGGJUR AIRBUS TEKUR 174 FERÐAFÓLK Atlantsflog hevur gjørt leiguavtalu um eitt Airbus A320 neo flogfar, sum felagið fær um eitt ár Eirikur Lindenskov Eitt nýtt flogfar er nú á veg í flotan hjá Atlantsflog. Talan er um eintt spildurnýtt flogfar av slagnum Airbys A320 neo. Atlantic Airways og amerik­ anska felagið, Air Lease, hava gjørt sáttmála um, at Atlantic Air­ways lang­tíð­ar­leigar eitt nýbygt Air­bus A320neo flogfar. Føroyska flog­ felagið yvirtekur nýggja flogfarið fyrsta ársfjórðing 2019. Hjá Atlantsflog siga tey, at ætlanin er at seta nýggja flog­farið í reglu­liga flúgving á høvuðs­far­ leiðini millum Føroyar og Keyp­ manna­havn. –  Airbus A320neo flogfarið, ið tekur 174 ferðafólk, hevur lægri olju­nýtslu og lægri CO2 útlát enn ver­andi Airbus flogførini. Nýggja flog­farið verður, eins og verandi flogfør, útgjørt við framkomnu naviga­tiónstøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1, ið seinastu árini hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagn­um til og úr Vágum, skrivar Atlants­flog. Atlantic Airways hevur í dag trý Airbus flogfør í flotanum – eitt A320 og tvey A319. Av teimum eigur felagið A320 flogfarið og eitt A319. Triðja flogfarið av slagnum A319 er langtíðarleigað, og tað verður latið aftur í 2019, tá Airbus A320neo kemur í flotan. Fyri góðum ári síðani keypti At­ lantic Airways A320 flogfarið, sum var bygt til føroyska flogfelagið, um­framt tvær nýggjar tyrlur av slagn­um AW139. –  Tá flotin er dagførdur við nýggja Airbus A320neo, verður miðal­aldurin á flogførunum einans trý ár og miðalaldurin á tyrlunum tvey ár, skrivar felagið. Atlantic Airways hevur sum sítt fremsta mál at knýta Føroyar at umheiminum til frama fyri føroy­ ing­ar og føroyska samfelagið, sam­ stundis sum rutunetið eisini gevur út­lendingum fleiri møguleikar at vitja Føroyar. – Útboðið av flogsetrum hev­ ur ongantíð verið størri enn nú, ið rutunetið fevnir um bein­leið­is fráferðir úr Vágum til Keyp­manna­ havn­ar, Billund, Aalborg, Bergen, Reykja­víkar, Edinburgh, Barcelona, Mallorca, Lissabon, Malta og Gran Canaria, skrivar Atlantsflog. Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog tekur 174 ferðafólk, hevur lægri oljunýtslu og lægri CO2 útlát enn verandi Airbus flogførini. Tað verður eisini gjørt út við serligu navigatiónstøknifrøðini, RNP AR 0,1, ið hevur bøtt munandi um reglusemið hjá felagnum til og úr Vágum Í nýggja bygninginum verða um 700 fermetrar til skrivstovur og um 2.700 fermetrar til goymslu og annað, ið hoyrir til virksemið