týsdagur 13. februar 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dreymurin hjá Lailu gongur út
Esla, sum verður nýggjur handil á Tvøroyri, verður partur av
Samkeyp. Skrivstovuútgerð, ítrivstilfar og leikur verður eisini partur
av konseptinum
Vilmund Jacobsen
Gongst alt eftir vild, letur nýggj
ur handil upp á Tvøroyri um stutta
tíð. Handilin verður í hølunum, har
John D. Hammer áður helt til.
Tað eru tær báðar, Laila A. Niel
sen og unnustan, Eva S. Berg, ið
hava gjørt av at royna seg í handis
lívinum.
Tær eru fyri stuttari tíð síðan
fluttar heim til Føroya at búgva.
Á heimasíðuni hjá Tvøroyrar
kommunu vita tey at siga, at Laila
A. Nielsen hevur drúgvar royndir
innan handilsvirksemið, og nú síð
an hon kom heim, hevur hon starv
ast á Torginum í Vági.
Eva S. Berg er lærari í Tvøroyrar
skúla og fer at halda fram við tí,
samstundis sum hon fer at vera
nógv í handlinum, tá hon ikki er
upptikin í skúlanum.
Hjá Lailu A. Nielsen hevur hetta
verið ein dreymur nærmast frá
barnsbeini av.
Handilin, sum fer at eita Esla,
verður partur av Samkeyp og fer
at leggja seg eftir at veita alt innan
kolonialtilfar.
Tær báðar fara eisini at halda
fram við at selja skrivstovuútgerð
og fara haraftrat at selja nakað av
ítrivstilfari og leikum.
Nýggi handilin verður opin allar
sjey dagar í vikuni frá klokkan 09
til 22.
Laila A. Nielsen og Eva S. Berg
hava keypt sær vørubil og fara at
bjóða útkoyring av vøru um alla
oynna hvønn dag.
- Vit fara eisini at hava nøkur
heilt serlig vikutilboð, sum vit eitt
nú fara at lýsa við á Facebook, siga
tær báðar við heimasíðuna hjá
Tvøroyrar kommunu.
Tær báðar eru eisini í ferð við at
innrætta eitt kafé-horn í handlin
um, so fólk kunnu seta seg niður og
fáa sær ein kaffimunn, meðan tey
brúka ókeypis internet, ið verður á
staðnum.
SJÓGVURIN SKAL
VERA TÍN VINUR
OG IKKI FÍGGINDI
Tað sigur rumenarin, Doru Tiberiu á Torvlaðnum, sum hevur verið
fulltíðar útróðrarmaður í eini 14-15 ár og sum nú liggur klárur við
bátinum á Eiði at fara á Norðhavið við snellu
Vilmund Jacobsen
Doru Tiberiu á Torvlaðnum hevur
verið hvørt ár á Norðhavinum í
vártíðini í egnum báti við snellu
síðan 1995, og seinastu 14-15 árini
hevur hann verið fulltíðar útróðr
armaður.
Hann er eisini nevndarlimur í
Suðurstreymoyar
Útróðrarfelag,
har Mortan Johannesen, Mortan
hjá Andriasi í Hvannasundi, er for
maður.
Í síðstu viku sigldi hann bátin úr
Havn og norður til Eiðis, og nú ligg
ur hann klárur at fara fyrsta túrin
á várleiðirnar norðanfyri.
Báturin er ein Stigfjord, 30 føtur
langur, og í honum hevur Doru
fimm snellur, harav hann fyri tað
mesta fiskar við teimum fýra.
- Alt eftir, hvussu tað viðrar í
vártíðini, plagi eg at fáa einar 17-20
dagar. Í fjør royndist fiskiskapurin
rímiliga væl, tó at tað viðraði illa tað
mesta av tíðini. Dagarnir gjørdust
tó einir 15-17. Dagarnir, sum roynd
ust hampiligir til veður hjá mær í
fjør, vóru hin fyrsti - og hin seinasti,
sigur útróðrarmaðurin.
Spennandi várróður
Doru Tiberiu á Torvlaðnum vísir á,
at skalt tú fáa nakað burtur úr vár
róðrinum, noyðist tú viðhvørt at
leggja eitt sindur fyri.
- Ofta er tað soleiðis, at tú antin
fert avstað í keðiligum líkindum -
ella tú endar dagin við sjaskveðri.
Tekur tú bara teir bestu dagarnar,
gerast dagarnir fáir, og lítið kemur
burtur úr vártíðini.
Útróðrarmaðurin, sum roynir
við snellu alt árið, hevur rímiliga
góðar vónir um snellufiskiskapin í
vár, tí ábendingar eru um, at fiskur
verður at fáa.
- Vit ráða ikki yvir, hvussu nógv
ur fiskur er í sjónum, og vit ráða
enn minni yvir veðrinum. Men, eins
og undanfarin ár, eri eg spentur til
várróðurin, sum nú stundar til,
sigur hann.
Daggamal fiskur
Doru Tiberiu á Torvlaðnum sigur
seg vóna, at útróðrarmenn fara at
fáa líkinda prís fyri norðhavstoskin
í vár, og at keyparar fara at geva
tann prís fyri fiskin, sum hann
veruliga hevur uppiborið.
- Tað hava verið ár, har vit, sum
koma við daggomlum og næstan
livandi útróðrarfiski, hava fingið
tvær og tríggjar krónur minni fyri
kilo enn skip, sum koma við fiski, ið
er eina viku til tíggju dagar gamal.
Tað kann ikki vera rætt. Eg haldi,
at ikki minst ediligi snelluveiddi
toskurin, sum kemur av Norðhav
inum, eigur at fáa besta prísin.
Útróðrarmaðurin fýlist á, at
prísirnir á toskarognum eru so
lágir, sum alt bendir á, at teir eru í
dag.
Á uppboðssøluni hjá Fiska
marknaði Føroya í vikuni fóru
toskarogn fyri átta krónur fyri kilo
í miðal.
- Tað var tann tíð, tá prísurin á
toskarognum í Føroyum var fleiri
ferðir so høgur, og um dagarnar
síggja vit í Danmark, at prísirnir
liggja omanfyri 100 krónur fyri kilo.
So, skulu vit snakka um at taka alt
til lands við og at meirvirka, noyð
ast keypararnir at taka seg saman
og geva ein betri prís fyri rávøruna,
sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum.
Havið sum vinur
Útróðrarmaðurin, sum hevur sín
ar røtur úr Rumenia, men sum
gjørdist fulltíðar útróðrarmaður í
Føroyum, vísir á, at tað er ógvuliga
umráðandi, at útróðurin fær tær
sømdir og teir veiðimøguleikar,
sum hesin parturin av fiskivinnuni
hevur uppiborið.
- Tað er ofta umborð á teimum
smærru bátunum, at ungu dreing
irnir fyrstu ferð sleppa at royna
seg. Síðan fara nakrir teirra umborð
á størru skip og at enda á Vinnuhá
skúlan at nema sær eina sjóvinnu
útbúgving. Verður hetta fyrsta
liðið, sum útróðurin er, skorið burt
ur, missa ungu dreingirnir sam
bandið við sjógvin og gerast kanska
ongantíð fiskimenn.
Doru Tiberiu á Torvlaðnum
er sannførdur um, at ein útróðr
armaður og fiskimaður annars
noyðist at vera nærlagdur, og tað
er umráðandi, at viðkomandi skilir
náttúruna.
- Skulu vit halda fram at fiska,
mugu vit ikki missa sambandið við
sjógvin og náttúruna. Sjógvurin
skal vera tín vinur og ikki fíggindi.
So, einfalt er tað, sigur útróðrar
maðurin, sum vónar at fáa sín
fyrsta dag á Norðhavinum ein av
fyrstu døgunum.
- Skulu vit halda fram at fiska, mugu vit ikki missa sambandið við sjógvin
og náttúruna, sigur útróðrarmaðurin, Doru Tiberiu á Torvlaðnum,
sum her stendur við einum stórum og ediligum norðhavstoski
Tað er her í bygninginum, har John D. Hammer
áður helt til, at handilin Esla verður