Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 Bústaðarpolitikkurin fyri Tórshavnar kommunu fer nú til almenna hoyring. Gev tína meining til kennar, so vit saman kunnu tryggja eina framtíð við tryggum bústaðarkørmum. BORGARAFUNDIRNIR VERÐA Í: • Týsdagur 20. februar í Finsen • Mikudagin 21. februar í Skúlanum við Løgmannabreyt • Týsdagin 27. februar í Skúlanum á Argjahamri Tú fært møguleika at koma við tínum íkasti til politikkin, hoyra góðar tónar frá Signari í Homrum og njóta ein drekka- munn. Kommunan byggir ikki bústaðir, men bústaðarpolitikkurin setir karmar fyri, hvat skal henda á bústaðarøkinum í framtíðini. TÓRSHAVNAR KOMMUNA VIL: • at útboðið av leigubústøðum verður størri, og at fleiri privatir partar vera við í bygging og fígging av leigu- bústøðum. • at góðir møguleikar verða at keypa egna íbúð, tví- ella raðhús, og at tað framhaldandi verður góður møguleiki at ogna sær lendi at byggja egið sethús á. • at bústaðarmarknaðurin verður meiri fjøltáttaður, soleiðis at fólk, sum vilja flyta úr stórum sethúsum og t.d. inn í eina minni íbúð, fáa møguleika til tess. Soleiðis verða fleiri sethús tøk. • at vit framhaldandi varðveita tað eyðkenda búmynstrið í Føroyum, har vit búgva lið um lið, uttan mun til aldur, familjumynstur, mentan og inntøku. • at ung skulu støðast í høvuðsstaðnum. • at vit býartætta við at nýta óbygt byggilendi og tómar bygningar inni í býnum til bústaðir. • at grøn øki verða varðveitt, tí hesi skapa trivnað í býnum. Bústaðarpolitikkurin liggur sum leinki á www.torshavn.fo og prentaði eintøk liggja í Snarskivuni. Viðmerkingar kunnu eisini skrivast á okkara heimasíðu, facebooksíðuni hjá Tórshavnar kommunu: https://www.facebook.com/Torshavn/, Instagram: @torshavnar_kommuna og latast inn í Snarskivuni. Komið til borgarafund um bústaðarpolitikkin