týsdagur 13. februar 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Eg haldi ikki, at virksemið í ALS
altíð er í samsvari við endamálið
við skipanini.
Henrik Old, landsstýrismaður í
Arbeiðsmaður er ikki altíð samdur
við teimum avgerðum, sum verða
tiknar í ALS.
Tí umhugsar hann nú at leggja
eitt uppskot fyri Løgtingið um at
geva honum størri ávirkan á tær
avgerðir, sum verða tiknar í nevnd
ini í ALS.
Eini
viðurskifti,
landsstýris
maðurin vil hava ávirkan á, eru
samsýningar til limirnir í stýrinum
fyri ALS.
Á seinasta aðalfundi, sum var í
heyst, heitti Henrik Old á ALS um
at lækka samsýningarnar til limir
nar í stýrinum.
Men hann sigur, at hann fekk
at vita frá stýrinum, at ALS er ein
skipan, partarnir á arbeiðsmarkn
aðinum umsita. Sostatt hevur
politiski myndugleikin einki við
samsýningarnar at gera, tí tey áseta
sína egnu samsýning.
Í stýrinum fyri ALS er Eyðfinnur
Jacobsen, stýrisformaður, og tað
fær hann 12.000 krónur um mán
aðin fyri.
Á aðalfundinum heitti Hen
rik Old á stýrið um at lækka sam
sýningina hjá formanninum 2000
krónur um mánaðin, niður í 10.000
krónur. Stýrislimirnir eru Georg
Hansen, Jan Mortensen, Magnus
Pauli Glerfoss, Marita Rasmussen,
Óluva í Gong, sum fáa 4000 krónur
í samsýning um mánaðin.
Henrik Old sigur, at hann heitti
á tey sum at lækka samsýningina
hjá nevndarlimunum 1000 krónur,
so at tær vóru 3000 krónur um
mánaðin.
– Tað var ein avmarkað lækking,
eg bað um, tí eg haldi, at í hesum
tíðum, við ongum arbeiðsloysi, er
tað nokk, at formaðurin fær 10.000
krónur um mánaðin og hinir stýris
limirnir fáa 3000 krónur um mán
aðin.
Tilsamans rindar ALS sostatt
32.000 krónur í samsýning til
stýrislimirnar um mánaðin, men
høvdu tey tikið áheitanina frá
Henriki Old til eftirtektar, hevði
samsýningin komið niður á 25.000
krónur um mánaðin
Skal góðkenna samsýningar
Henrik Old sigur, at hóast stýrið
fyri ALS ikki hevur gingið honum
á møti, er ikki sinnaður at sleppa
endanum. Í Samferðslumálaráðn
um arbeiða tey í hesum døgum
við at gera eitt uppskot um nakrar
tekniskar broytingar í ALS.
Og Henrik Old sigur, at nú verð
ur møguleikin kannaður at fáa
tað við í lógaruppskotið at hann
skal góðkenna samsýningarnar til
stýrislimirnar í ALS.
Hann umhugsar eisini at fáa tað
við í lógaruppskotið, at hann skal
góðkenna ymsar avgerðir, sum
verða tiknar í ALS.
Eitt nú vísir hann á, at ALS hev
ur keypt grannahúsið hjá skipanini
á Tinghúsvegnum í Havn. Talan er
um bygningin hjá Losjuni, Sum
ALS nú hevur keypt fyri góðar seks
milliónir.
– Eg haldi, at tað er ein avgerð,
tað hevði verið hóskandi at leiðslan
í ALS tosaði við okkum um, heldur
Henrik Old.
– Er hetta ætlað sum ein íløgu
við tí endamálið at selja húsið aft
ur um seinni við vinningi, er tað
ein ávísur váði fyri, at ALS missur
pengar, tí húsið er keypt í bestu tíð
um og tað kann henda, at tíðirnar
fara at versna aftur, og at húsaprís
irnir sostatt eisini fara at fella.
ALS hevur eisini boðað frá at
tey fara nú at skipa fyri skeiðum
fyri arbeiðsgevarar við tí í hyggju
at gera teir betri førar fyri at lofta
nýsettum starvsfólki.
– Eg dugi ikki at síggja, hvussu
tað er í samsvari við endamálsorð
ingin hjá ALS, at skipa fyri skeiði
fyri arbeiðsgevarar, sigur lands
stýrismaðurin í samferðslumálum.
Í mínum hugaheimi hevur ALS
bara eitt endamál og tað er at krevja
eitt ávíst gjald inn við tí endamáli
at gjalda tað út til fólk, sum verða
arbeiðsleys. Og hevur skipanin
avlop í góðum tíðum sum hesum,
við lítlum og ongum arbeiðsloysi,
skal tað leggjast til síðis at hava at
taka til, tá ið arbeiðsloysið veksur
aftur, sigur hann.
Henrik Old sigur, at sum tað sær
út nú, er tað nógv, sum bendir á, at
tað verður ein partur av lógarupp
skotinum, at landsstýrismaðurin
skal fáa størri ávirkan á viðurskift
ini í ALS. Og einasti máti at gera tað
upp á, er at Løgtingið samtykkir
tað, leggur hann afturat.
Einki ímóti at taka dystin
Annars hevur stýrið í ALS alla tíð
ina lagt stóran dent á, at tað eru
partarnir á arbeiðsmarknaðinum,
sum umsita skipanina, og at polit
iski myndugleikin skal ikki leggja
seg út í viðurskifti hjá ALS.
Tey hava alla tíðina tvíhildið
um, at tað skal vera vatntætt skott
ímillum ALS og politisku skipanina
og tískil verður tað neyvan uttan
bardaga, at ALS letur politiska
myndugleikan fáa ávirkan á virk
semið hjá ALS.
Men Henrik Old sigur, at tað er
eitt orðaskiftið hann einki hevur
ímóti at taka á Føroya Løgtingi.
ALS
HENRIK OLD VIL
HAVA STØRRI
ÁVIRKAN Á ALS
ALS Henrik Old heldur, at samsýningin til stýrislimirnar
í ALS er ov høg og hann hevur biðið tey lækkað hana,
men tað gera tey ikki. Hann heldur eisini, at ALS fæst
við viðurskifti, tey einki hava við at gera og nú vil hava
Løgtingið at taka støðu til, um landsstýrið skal hava
størri ávirkan á virksemið hjá ALS
Tað var ein
avmarkað
lækking eg
bað um, tí
eg haldi, at í
hesum tíðum,
við ongum
arbeiðsloysi,
er tað nokk, at
formaðurin fær
10.000 krónur
um mánaðin
og hinir
stýrislimirnir
fáa 3000 krónur
um mánaðin.