týsdagur 13. februar 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
ALS
Tað er ikki rímiligt
at samsýningin
skal lækka
ALS Samsýningin til limirnar í stýrinum fyri ALS, hevur staðið í
stað í 11 ár, samstundis sum allar aðrar lønir eru hækkaðar. Vit
umsita stór virði, so vit halda, at samsýningin er hóskandi, sigur
stýrisformaðurin í ALS
Áki Bertholdsen
Vit halda ikki at tað er rímiligt, at
samsýningin til stýrislimirnar í
ALS, skal lækka.
Tað sigur Eyðfinnur Jacobsen,
formaður í stýrinum fyri ALS.
Sum tað stendur í hinari grein
ini, ætlar Hevur Henrik Old, lands
stýrismaður í arbeiðsmarknaðar
málum heitt á stýrið fyri ALS um
at lækka samsýningarnar, men tað
hevur stýrið ikki tikið til eftirtekt
ar.
Henrik Old fer í næstum at
leggja uppskot fyri Løgtingið um
ymsar tekniskar broytingar í ALS
og í tí sambandi eisini, hevur hann
eisini í hyggju at fáa Løgtingið at
samtykkja, at Landsstýrismaðurin
skal góðkenna samsýningarnar til
stýrislimirnar í ALS.
Hann heldur eisini, at Løgtingið
eigur at viðgera spurningin um,
at Landsstýrismaðurin skal fáa
størri ávirkan á virksemið hjá ALS.
Samsýningin er hóskandi
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at áheit
anin frá landsstýrismanninum er
ikki gingin á møti, tí tey halda, at
samsýningarnar eru hóskandi,
tá ið samanborið við ábyrgdina,
nevndin hevur, og tað arbeiðsorku,
sum verður brúkt.
Hann vísir á, at stýrið fyri ALS
hevur minst átta fundir um árið,
men er tørvur á tí, eru fleiri fundir.
Og ímillum fundirnar er rættilig
fitt at gera við at fyrireika seg til
tær avgerðir, sum skulu takast.
– Vit hava lurtað eftir ynskinum
hjá Landsstýrismanninum og hava
givið honum eitt væl grundað
svar, leggur hann afturat.
Eyðfinnur Jacobsen vísir á, at
samsýningarnar hava staðið í stað
í 11 ár, samstundis sum at allar aðr
ar lønir eru hækkaðar.
Skuldi
samsýningarnar
til
stýrislimirnar í ALS hækka líka
nógv sum allar aðrar lønir eru
hækkaðar, skuldu tær verið góð
30 prosent hægri enn tær eru í dag.
Stór ábyrgd
Stýrisformaðurin í ALS vísir eisini
á, at stýrið hevur eina stóra ábyrgd
og umsitur ognir fyri einar 600
milliónir krónur, og sum tíðirnar
eru, veksa ognirnar 120 milliónir
krónur um árið.
Hann sigur, at sostatt halda
tey ikki, at tað er rímiligt at lækka
samsýningarnar. Men hann leggur
afturat, at tað eru heldur ongar
ætlanir um at hækka tær.
Hinvegin staðfestur Eyðfinnur
Jacobsen, at ger Landsstýrið al
mennar leiðreglur fyri samsýn
ingarnar til almennar nevndir og
grunnar, og almenn ráð, er stýrið
fyri ALS eisini sinnað at fylgja
teimum.
Stýrisformaðurin í ALS vísir
eisini á, at útreiðslurnar av at um
sita ALS eru minkaðar 38 prosent
hesi seinastu fýra árini, úr 10,4
milliónum, niður í 6,5 milliónir.
Hann sigur, at eftir limatalinum,
er ALS sostatt tann arbeiðsloysis
tryggingin í danska ríkinum, sum
er bíligast at umsita, og tað er ein
gongd, stýrið ætlar at halda fast
um.
Vatntætt skott
Annars hevur Eyðfinnur Jacobsen
ikki
stórvegis
viðmerking
til
hugsanina hjá Henriki Old um, at
landsstýrismaðurin skal fáa størri
ávirkan á virksemið til ALS.
Men hann sigur stutt, at ALS
er nettupp skipað soleiðis, at tað
skal vera skott ímillum skipanina
og politiska myndugleikan og tí er
ábyrgdin fyri ALS løgd í eitt stýri.
Men hann sigur, at tá ið ALS
hevur keypt húsið hjá Losjuni fyri
6,2 milliónir, er tað ein partur av
vanligu ognarrøktini hjá ALS, har
tey hava sett peningin í fasta ogn,
heldur enn í bankan. Og tey meta,
at talan er um eina góða íløgu, tí
tey vænta virðið á ognini fer at
hækka í framtíðini.
Politikarar hava áður gjørt
ymsar royndir at fáa ávirkan á
ALS, men tað hava partarnir á ar
beiðsmarknaðinum hvørja ferð av
gjørdir víst frá sær.
Eitt dømi er, at eina ferð vóru
røddir frammi um, at gjaldið í ALS
í roynd og veru var ein skattur,
sum átti at fara í landskassan. Men
tann ætlanin varð av ongum, tí
partarnir á arbeiðsmarknaðinum
vístu henni avgjørdir frá sær. Teir
stúrdu nevniliga fyri, at so fór
gjaldið til ALS bara at verða brúkt
til tunlar og vegir og alskyns onn
ur endamál, sum einki hava við ar
beiðsloysið at gera.
– Eg haldi, at ALS er farið at
fevna breiðari enn tað eigur eftir
endamálsorðingini. Tey eru farin
út um sítt kjarnuøki tá ið tey skipa
fyri skeiðum fyri arbeiðsgevarar,
og tað haldi eg, at Løgtingið eigur
at fáa høvið til at siga sína hugsan
um tað, sigur Henrik Old. So er
spurningurin um niðurstøðan at
landsstýrismaðurin skal hava eitt
ávíst eftirlit við ALS, ella um ALS
skal sleppa at gera sum tað vil, púra
óheft av politisku skipanini. Men
tað stendur so til Løgtingið at av
gera, sigur hann.
– Eg heitti á tey um at lækka samsýningina til stýrislimirnar, men tað
varð ikki gingið á møti, tí tey søgdu, at tað avgera tey sjálvi, sigur Henrik
Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum. Nú heldur hann, at
Løgtingið skal fáa høvi til at siga sína hugsan um virksemið hjá ALS og um
landsstýrið púra onga ávirkan yvirhøvur skal hava á virksemið hjá ALS
Eg haldi, at ALS
er farið at fevna
breiðari enn tað
eigur
– Vit hava lurtað eftir ynskinum hjá Landsstýrismanninum
og vit hava givið honum eitt vælgrundað svar, sigur
Eyðfinnur Jacobsen, formaður í stýrinum fyri ALS