týsdagur 13. februar 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Granskarar leita nú eftir
ílegu ið verjir móti elding
Ein kanning við
nýggjum heilivági,
sum granskarar nú
gera royndir við,
hevur víst, at mýs,
sum fáa heilivágin,
liva nógv longri enn
aðrar. Ein flokkur av
mús vórðu fóðraðar
við heilivágnum, og
hesar livdu meira
enn tríggjar ferðir
so leingi, sum
aðrar mýs í einum
eftirlitsbólki
Vilmund Jacobsen
Granskarar hava funnið eina arva
frøðiliga úrbregði, sum vísir seg at
verja móti einari røð av sjúkum,
sum eru knýttar at aldurstilgongd.
Uppdagingin varð gjørd í einari
Amish-familju, sum býr í Indiana í
USA.
Væntaði miðallivialdurin hjá
fólki í hesi Amish-familju er 71 ár,
men fólk í familjuni við serliga arva
frøðiliga úrbregðinum liva meira
enn 10 prosent longri og kromo-
somirnar í kyknunum tað sama
í mun til tey í familjuni, sum ikki
hava hetta úrbregði - ella hesa
mutatión, sum tað eitur á fremm
andamáli.
Berarar av hesi arvafrøðiligu úr
bregði høvdu næstan 30 prosent
lægri svøltu-insulinstøði og vóru
eisini vard móti at menna diabetes.
Anti-aldringar heilivágur
Umrødda Amish-familjan livir av
byrgd í Indiana, og hevur eisini
verið arvafrøðiliga og mentanarliga
avbyrgd. Soleiðis eru eisini tey
flestu í bólkinum meira ella minni
skyld.
Ættarfólkini hjá hesi Amish-
familju komu úr Sveits til USA, og
fólkabólkurin er mest kendur fyri
ikki at vilja hava nútímans tøkni,
sum eitt nú streym, bilar, telefon
og ymiskar aðrar hentleikar.
Teirra lívsháttur hevur eisini
ført til samangiftu, sum aftur hev
ur ført til øktan títtleika av einari
røð av arvaligum sjúkum.
Umrødda úrbregðið kom í Am
ish-ættina við bøndrum úr Sveits,
sum giftust inn í Amish-samfelagið
og eru helst tey einastu, sum bera
hetta úrbregði.
Ein roynd við “anti-aldringar”
heilivági, sum endurskapar virkn
aðin við nevndu úrbregði, verður
nú gjørd við fólki fyri at vita, um
heilivágurin verjir móti nøkrum
sjúkum, sum eru knýttar at aldri.
Mýs liva nógv longri
Ein kanning við heilivágnum, sum
tíðarritið PNAS skrivaði um í 2014,
hevur víst, at mýs, sum fáa heili
vágin, liva nógv longri enn aðrar
mýs.
Ein flokkur av mús, sum annars
eldast ógvuliga skjótt, vórðu fóðr
aðar við nevnda heilivági, og hesar
livdu meira enn tríggjar ferðir so
leingi, sum aðrar mýs í einum eftir
litsbólki.
Kanningin vísti, at teirra lungu
og æðraskipan var vard móti sjúk
um, ið hava við aldurin at gera, eitt
nú emfysem, sum er ein lungna
sjúka - og ímóti æðrakálking.
Søga um Amish-fólk
Men, hvaðani kemur so Amish-
fólkið í USA og Kanada? kunnu vit
spyrja.
Sambært Wikipedia eru hetta
fólk, sum í 18. og 19. hundraðtalinum
livdu isolerað í Evropa, eitt nú í
Sveits, Fraklandi, Týsklandi og Nið
urlondum.
Tey fluttu til USA í trimum stór
um bylgjum, ávikvist í 1730, 1810 og
í 1860.
Ein seinasta - og minni bylgja av
tilflytarum - kom til longu táver
andi Amish-økini í USA nøkur ár
seinni.
Í dag verður sagt, at Amish-sam
feløg eru í 24 amerikanskum stat
um, Miðamerika, Suðuramerika og
Kanada, men ættarfólkini eru ikki
longur í Evropa.
Í Amish-samfeløgunum tosa tey
eina suðurtýska dialekt, rópt Penn
sylvania Dutch, og haraftrat tosa
tey týskt.
Tað verður sagt, at fólk, sum
tosa týskt, framvegis skilja Amish-
málið, tó at tað kann vera eitt sind
ur torført.
Bíblian er bókstavilig
Amish-ættarfólk eru protestantisk
kristin. Tey liva neyvt eftir tí, sum
Bíblian sigur, og tey lesa Bíbliuna
bókstaviliga.
Tey halda ikki, at børn sjálvi eru
før fyri at taka støðu til dóp, og tí
halda tey ikki, at barnadópur kann
gerast bindandi og praktisera tískil
vaksnamannadóp.
Amish-ættarfólkið arbeiðir hart,
kvinnurnar føða nógv børn, og
familjurnar liva eitt einfalt lív.
Kelda: www.helse.dk/ wikipedia
HEILSA
Amish-fólkið livir eitt isolerað lív, og tey eru protestantisk kristin
Ættarbólkurin er mest kendur fyri ikki at vilja hava
nútímans tøkni, sum eitt nú streym, bilar og telefon