týsdagur 13. februar 2018síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNINGARORÐ
Minningarorð
um Jóhann M. Kjeld
3. feb. 1942 – 2. nov. 2017
Onnur hava skrivað minningarorð
um Jóhann sum vaksin. Eg fari tí
at skriva um Jóhann, og hvat hann
hevði at týða fyri meg í barna- og
ungdómsárunum. Jóhann var fyrsti
og í grundini einasti rættiligi vin
maður mín í barnaárunum. Vit
vóru grannar. Vit vuksu upp saman
í Tvørgøtu, í Rabarbukvarterinum.
Vit vóru altíð væl. Meg minnist
einki øvugt orð at vera fallið okkara
millum. Kortini er mær fortalt, at
eg einaferð sum lítil smádrongur
kom grátandi heim, tí Jóhann hevði
roytt meg. – Royt hann aftur, segði
mamma. Løgið, tí mamma var eitt
skinn. Eg hugdi kløkkur upp á hana
og svaraði: – Tað kann eg ikki, hann
hevur so penar krúllur!
Vit spældu øll tey spøl, børn
tá spældu. Vit spældu eisini úti á
bønum og beindu fyri einum ótali
av indianarum og týskarum; hetta
var jú beint eftir heimsbardagan.
Vit høvdu smáttu í viðarlundini og
'helli' í tveimum hæddum í grót
kastinum uttanvert við molan. Tað
hevði loyninavn. Tað æt 'Choco
late'. Enskt mátti tað vera, tí hetta
var jú stutt eftir krígslok. Hetta
var kanska eitt av teimum fáu
ensku orð-unum, vit dugdu. Um
vetrarnar skreiddu vit við spark
ara frá húsunum hjá Edvardi Mit
ens oman alla Tróndargøtu. "Vekk
af vejen kongen skrejer!" geyl
aðu vit og onnur børnini, meðan
vit við fúkandi ferð fóru oman
Tróndargøtu. Vit skoytaðu eisini.
Tað besta, vit vistu, var at hanga
aftur úr lastbilum í havnargøt
um, men tað var okkum báðum
ikki nóg mikið, vit vildu hava
meira av spenningi. Vit hingu aft
ur úr bussinum hjá Bussóla/Bilóla
niðan til Sanatoriið og út á Lands
sjúkrahúsið og heimaftur. Rulli
portrið var einki problem. Fleiri
ferðir var tað busssjaførinum ov
boðið. Hann steðgaði bussinum og
rann eftir okkum, men vit vóru á
skoytum, og hann mátti jú fara inn
aftur í bussin, hann hevði ferðafólk,
og so vóru vit aftur har.
Tað løgna er, at vit vóru ong
antíð saman sum partur av flokki.
Vit gingu ikki í sama flokki í
kommunuskúlanum. Hann gekk í
b flokkinum, eg í a flokkinum. Jó
hann fór í millum- og realskúlan,
meðan eg gekk kommunuskúlan
á tamb. Eg fór á preliminerskúla.
Vit vóru lidnir í senn. Hann fór á
fimleikaháskúla í Sønderborg, eg
á fólkaháskúla í Kungälv í Svøríki.
Jóhann fór á læraraskúlan, eg á
studentaskúlan.
Jóhann var við í mongum hasi
og vasi. Hann var m.a. framúr góður
fimleikari, onkuntíð føroyameist
ari. Hann var skóti hjá teimum
grønu skótunum. Eg meldaði meg
inn í Skótalið Sigmundar Brestis
sonar, teir gulu skótarnar. Eg helt,
at Jóhann var gulur úlvungi. Eg
var bara úlvungi og tað stutt eisini,
tí tá ið várið kom, og vit skuldu fara
túrar í hagan sunnumorgnar, hugs
aði eg 'ikki talingur um'! Tað tímdi
eg ikki. Jóhann harafturímóti var
treystari, hann var bæði úlvungi
og skóti.
Jóhann meldaði seg inn í HB og
spældi eisini seinni í fyrstu deild
hjá teimum. Eg helt, at tað mátti eg
eisini royna. Eg meldaði meg eisini
inn í HB og spældi kanska bara
eina ferð við í onkrum smápiltaliði.
Venjarin segði við meg, áðrenn
dysturin var bríkslaður í gongd, at
eg skuldi 'dekka' Egin Slættenæs,
upp. Egin var høvdið hægri enn
eg. Í hálvleikinum segði venjarin
við meg, at eg bara skuldi dekka
Eðin upp, tá ið teir høvdu bóltin.
Eg skilti á lagnum, at har fekk eg
onga karrieru og meldaði meg úr
HB aftur.
Einaferð tá ið vit vóru 12 ella 13
ára gamlir 'læntu' vit Esping, bátin
hjá pápa, og stimaðu runt í Nóls
oyarfirði. Eg helt fyri, at vit skuldu
fara ein túr inn í Sandagerð. Komn
ir hagar gjørdu vit landgongd,
sigldu bátin við fullari ferð upp á
sandin, men grót var í sandinum, og
umstýringin fór. Vit máttu bakka
aftur á Vestaruvág, til Rasmusar
brúgv, har teymurin var. Tað var
eyðmýkjandi, og pápi var eyðvitað
ikki blíður.
Eina ólavsøku, tá ið vit vóru
stórir smádreingir, stóðu vit við
liðið í viðarlundini og kravdu at
gongugjald frá fríggjarapørum,
sum ætlaðu sær inn hagar. Summir
unglingar vóru so glaðir um 'ólav
søkufongin', at teir góvu okkum
onkran myntin. Jú, mangt stuttligt
er at minnast afturá.
Jóhann hevði góðar tónlistagáv
ur, eg nótaprikkur. Hann spældi á
harmoniku til dans í Tórshøll. Jó
hann bleiv vaksin og fekk ivaleyst
hug á konufólki. Eg skilti onki.
Hann og Sváva fóru at ganga sam
an blaðung. Hon arbeiddi tá á
bommvirkinum hjá Restorff. Tá ið
tey gingu túrar, molatúrar, frá mol
anum niðan til Stokholm og oman
aftur, sum tá var vanligt, var eg ofta
við sum undirhald. Hon hevði ofta
posa av vrakaðum nekarakossum
við sær, sum hon gav mær. Jóhann
fekk ivaleyst aðrar kossir, men eg
var væl nøgdur við mínar. Eg helt
meg ikki hava verið fyri spógvabýti.
Í summarfrítíðini arbeiddu vit
báðir úti á Bacalao, lossaðu á keiini,
arbeiddu í grótbrotinum o.s.fr. Tá
høvdu vit eisini mangar stuttligar
løtur saman.
Nú, tá ið eg hugsi aftur á barna-
og ungdómsárini, so verði eg satt
at siga ikki sørt bilsin, tí tað er
mær næstan ófatiligt, at Jóhann
eisini metti meg sum ein av bestu
vinum sínum, eg sum einki dugi til
hendurnar, dugdi kanska at bólta
rút, og tað er tað. Jóhann hevði har
umframt listagávur.
Jóhann og Sváva giftust á síð
sumri 1961, og Bjarni varð føddur í
septembur 1961, haldi eg meg minn-
ast. Tað broytti eyðvitað nakað
støðuna okkara millum.
Jóhann var lærari við Glyvra
skúla øll arbeiðsárini og koyrilærari
í mong ár. Tey búðu tey fyrstu
mongu árini í Funningsfirði. Eg
vitjaði tey rættiliga ofta, men sum
frá leið sóust vit tíverri sjáldnari,
m.a. tí at eg sjálvur hevði starv og
hevði konu og tveir synir.
Jóhann og Sváva eiga fýra synir,
sum allir eru raskir, skilagóðir og
dámligir álitismenn.
Fyri
stuttum
misti
Jóhann
Svávu. Tað tók honum meint.
Tað, sum í allari hesi sorgini
kortini hevur verið hjartanemandi
at eygleiða, er, hvussu stóra familja
hansara gjørdi manngarð um hann.
Í takklæti lýsi eg frið yvir
minnið um Jóhann M. Kjeld, trúgva,
fitta og skemtiliga vinmann mín; og
við djúpari samkenslu leita tankar
mínir til tykkara, familju hansara.
Annfinnur
Minningarorð um beiggja
mín, Henry Koba
Kære Henry
Et helt liv har vi været søskende og
venner. Vi delte alt.
Vi blev begge gift i 69. Du valgte
Færøerne, og jeg valgte Frankrig.
Som børn delte vi derhjemme
alle dine oplevelser med Drenge
koret.
Og da vi blev voksne og flyttede
fra reden, kom du på besøg til USA,
da jeg boede der, og til Frankrig,
hvor jeg endelig slog mig ned,
mange gange med familien.
Det sidste, vi delte, var mit store
kor dernede, hvor du var med til at
synge Verdi's Requiem i både Reims
og Paris i september 2016.
Jeg fulgte med i din medgang
og din modgang, din rastløshed
m.h.t. valget af et land, Danmark,
dit fædreland, eller Færøerne, dit
mødreland.
Og så dør du på havet mellem de
to. Det sidste paradoks.
Vi har grint, sunget, grædt, vær
et enige og uenige; men vi har altid
været der for hinanden. Derfor
sidder jeg idag ombord på "Norr
øna" og følger dig "hjem" til Fær
øerne og til vores mor, Koba's, grav.
Men som du altid sagde: "jeg har
plantet 5 træer". Og hvilke træer:
Michael, Thomas, Finnur, Sofus og
lille Albert. Gudskelov.
Tak for alt gennem 75 år. Det
bliver svært at undvære dig.
Paix à ton âme! som vi siger i
Frankrig. Må din sjæl nu få fred!
"Du var træt og gik til ro
lukked' dine øjne to.
Fader se med kærlighed
til hans ringe leje ned"
Din søster Lonni, ombord på
Norrøna den 10/2/2018
MINNINGARORÐ