týsdagur 13. februar 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
MINNINGARORÐ
Ein tøkk til okkara høgt
elskaðu feðgar Herluf
og Jeffri Joensen.
Takk fyri alla umsorgan og kær
leika tit vístu okkum, ta tíð vit
fingu saman við tykkum her á fold.
Tað vísir seg, at ikki fyrr enn tíð
ina eftir, tá tær stillu stundirnar
koma, at ein merkir, hvussu nógv
ein hevur fylt í lívinum hjá sær.
Vit eru komin inn í árið 2018,
og sum altíð lítur ein aftur á farna
árið. Fyri okkara viðkomandi koma
vit at minnast árið 2017, sum eitt ár
við sorg og sakni, men eisini eitt ár,
ið minnir okkum á, at vit eiga ikki
meira enn dagin.
Eftir at vit høvdu mist pápa okk
ara (10. feb. 2017 – 91 ár) minnist eg,
at Jeffri bleiv spurdur, um hvussu
hann hevði tað. Jú, svarar Jeffri
skilagóður, sum hann altíð var, at
vit skulu ikki klaga, so leingi vit
missa av tí eldra endanum. Her
hugsaði Jeffri um aldurin á pápa
okkara, eitt svar, ið eg mangan havi
hugsað um eftir tað.
Hálvt ár eftir varð Jeffri longu
heimkallaður, tikin so brádliga og
meiningsleyst frá okkum bert 51
ára gamal (16. aug. 2017). Eitt menn
iskja, sum elskaði lívið og sum stóð
í besta blóma. Vit skulu nokk ikki
skilja alt, men eitt er púra vist, og
tað er, at ein dag koma vit at síggj
ast aftur heima hjá Harranum.
At vit hava mist tykkum báðar
innan so stutta tíð setur síni djúpu
spor. Tankarnir leita til allar tær
góðu og ríku løtur, ið vit sum
beiggjar hava havt saman við
okkara elskaðu foreldrum. Og tú
mamma, ið skilti alt so væl, ta løt
una tú mussaði teir eitt síðsta far
væl, tá stóð alt so klárt fyri tær, ein
ógloymandi løta.
Takk fyri alt og fyri tíðina vit
fingu saman við tykkum, minnini
um tykkum báðar hava vit rík, og
liva vit við vón um, at vit ein dag
síggjast aftur.
Góðu tit øll Winnie, Brian, All
an og Talita, vit vita øll, at tit hava
verið úti fyri stórum missi í familj
uni hesa síðstu tíðina, og so hesa
óskiljandi støðu tit komu í, nú
Jeffri varð ryktur so brádliga frá
okkum uttan nakra ávaring.
Jeffri fór til Norra á eina messu,
glaður og frískur sum altíð. Hann
fór hugagóður avstað, men so
skuldi alt enda so meiningsleyst.
Tað er mangt, ið vit ikki skilja, og
sum vit heldur ongantíð koma at
skilja. Má Harrin styrkja tykkum
sum familja, tit sum hava mist ein
so fyrikomandi, hjartagóðan og fitt
an mann og pápa sum hann altíð
var. Minnini hava vit rík.
Vit vilja enda við tveimum
songheitum, ið minna okkum á
hesar hjartagóðu feðgar. Songurin
”Slættasti sjógvur og brattastu
bylgjur” minnir okkum á babba, tí
at hann so mangan sang og murr
aði henda sang, ið honum dámdi so
væl, og sum vit halda passaði hon
um so væl.
Songurin ”Góða mamma, eg
vil sova” minnir okkum um Jeffri,
sum altíð var so framúr góður við
mammu.
Syrgin mugu vit sanna, at vit
hava mist tvær av okkara fyri
myndum og saknurin er stórur,
men eitt er vist, tit koma altíð at
liva í minnum okkara. Takk fyri
tykkara umsorgan og kærleika til
okkum øll.
Friður verið við minninum um
okkara elskaða pápa, mann og
beiggja Herluf og Jeffri.
Við tøkk,
Mamma, Jógvan Páll, Súni og
Halldórur.
Ovin er sjónveikur:
- Tónleikurin
heldur mær uppi
- Eg vaknaði ein morgunin og fór
á føtur, sum eg plagi og ætlaði, at
fáa mær ein kaffimunn, sum eg
altíð havi gjørt, afturvið tíðindum
í sjónvarpinum.
- Tað var tá, at eg legði merki til,
at okkurt var heilt galið: Eg kundi
ikki lesa ein einasta bókstav á
skíggjanum!
65 ára gamli vestmenningurin
Ovin Klein Olsen hevur verið sjón
veikur heilt síðani 2006, men tað
hevur hvørki tikið lívsmót ella
dirvi frá honum.
- Tá eg havi verið longst niðri,
so er tað tónleikurin sum hevur
hildið mær uppi. Eg byrjaði faktist
at skriva sangir, tá tað stóð ringast
til.
- Tað bleiv mín bjarging, sigur
Ovin, sum býr í Danmark, men fer
komandi dagarnar, at vitja kring
oyggjarnar við nýggjum sangum
og júst útkomnari fløgu.
Hann hevur vitjað aftur í Før
oyum mangar ferðir. Henda ferð
in er tó serstøk, við tað at hann
hevur ein annan føroyskan sang
ara við sær, Hans Jacob á Lava.
Saman fara teir at syngja sangir
úr nýggju fløguni.
Skráin fyri sangløturnar er lýst
aðrastaðni í blaðnum.
TOTALUR NIÐURTÚRUR
Henda vakra dagin í mei mánaði
í 2006 broyttist lív hansara full
komiliga.
- Niðurtúrurin gjørdist full
komin, tá læknarnir á sjúkrahús
inum søgdu mær, at sjónin fór
ongatíð at gerast betri – heldur
hinvegin.
- Teir søgdu, at eg kundi tað
sama fyrireika meg uppá, at sjónin
fór at gerast veikari og veikari, til
hon at enda fór at hvørva, greiðir
Ovin álvarsamur frá.
Frá tí at hava rikið eina mat
stovu, og frá at hava verið virkin
á mongum økjum, varð eg nú
noyddur at steðga við øllum.
- Eg gjørdist nú fullkomiliga
bundin av at hjálp frá øðrum, og
tað var ikki lætt, sigur Ovin sum
fór heilt niður í kjallaran sálarliga.
Men mitt í tí svartasta myrkr
inum – bókstavliga sæð! - byrjaði
hann at skriva sangir. Og soleiðis
kom hann víðari í lívinum, hóast
hann bert sær nøkur fá prosent
við eygum sínum.
Ein partur av boðskapinum í
hesum sangum er, at lurtarin skal
minnast til at ansa eftir lívinum,
meðan hann enn hevur tað.
- Tað er lítil nytta í, bara at
koyra avstað við 150 kilometrum
um tíman, uttan at hugsa um lívið
á lívsins vegi, ljóðar herróp hans
ara.
Ein serlig áheitan hansara er
vend móti monnunum, sum hava
trupult við, at lurta eftir teimum
ávaringunum sum kroppurin gev
ur.
- Tað gjørdi eg ikki, og tí siti
eg her í dag, sum ein kvart-rotin
frukt. Eg vil gjarna út at fortelja
øðrum um mítt lív og krýddra tað
við sangum.
- Kann eg bert fáa ein einstak
an, at hugsa meiri um seg sjálvan,
sítt egna lív og sína egnu familju,
so havi eg gjørt onkra nyttu her í
lívinum, sigur Ovin Klein Olsen.
NØVN
- Eg syngi bæði í felagsskapum, feløgum, røktarheimum og kirkjum,
og boðskapur mín er hin sami: - Ansa eftir lívi tínum, meðan tú
hevur tað, sigur 65 ára gamli og sjónveiki Ovin Klein Olsen