Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Almennur fyrispurningur til Hendrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum Heðin Jørgensen, Søvágur Nú landsstýrismaðurin hevur ætl­anir um at leggja allar undir­ sjóv­artunlar og tey “stóru” strand­ferðsluskip í eina gjald­ skip­an, hevði tað frøtt meg, um landsstýrismaðurin vildi svarað fylgj­andi spurningum: Hvat grundar landsstýris­mað­ urin ætlan sína á, tá hann ætlar at víðka um samferðslu ójavnan, sum longu er, við at velja eina sjóleið burturúr, at leggja í eina “felags gjaldskipan”, og annars at síggja burtur frá øllum hinum. Hví skulu, t.d. nólsoyingar, kalsoyingar og hestfólk ikki hava somu sømdir, sum landsstýrismaðurin ætlar at t.d. suðuroyingar, sandoyingar og vágafólk skulu hava? Í samrøður við KVF sigur lands­stýrismaðurin: “tá Sand­ oy­ar­tunnilin er liðugur, er bert eitt stórt strandferðsluskip eftir (Smyril). Hví heldur landsstýrismaðurin, at munur skal verða á undir­sjóv­ ar­tunlum, brúm, byrgingum og øðrum tunlum, sum øll hava sama endamál, nevniliga at betra um gamlar, ótíðarhóskandi farleiðir, á sjógvi ella um fjøll? Er tað t.d. ikki ein sannroynd, at valið júst fall á ein tunnil undir Vestmannasund, heldur enn á eina brúgv tvørtur um sundið, tí at tunnilin varð tann bíligara loysnin? Er so samsvar í, at vit skulu rinda eykagjald fyri at koyra í undirsjóvartunlum, men ikki eftir brúm? Fingu fólk og virk­ ir í Vágum møguleika at velja í mill­um tunnil, brúgv ella byrging, sum nú skal vísa seg at gera stóran bú­skaparligan mun fyri økið vest­ an­fyri tunnilin? Væntar landsstýrismaðurin, at prísurin fyri at koyra í gjøgnum verandi tunlar verður tann sami sum nú, tá ætlaða “felags gjald­ skip­anin” verður sett í verk? Ella skulu vit vænta, at tað aftur verður dýrari at koyra gjøgnum verandi undirsjóvartunlar? Gjaldið fyri at koyra undir Vest­ mannasund lækkaði 78% tey 15 árini lánitíðin varð mett at verða, fyri hald í persónbil og ávikavist 88% og 82%, fyri treylarar og lastbilar. (Kelda tunnil.fo) Hvør er orsøkin til, at lands­ stýris­maðurin ikki heldur ar­beiðir við ein loysn, ið javn­ set­ur borgarar, óansæð hvar í land­inum teir búgva og ferðast, við t.d. brennievnisgjaldi og/ella vegskatti, ella aðrari sam­halds­ fastari skipan? Hví ætlar landsstýrismaðurin at gera mun á grannum úr Kvívík, um annar arbeiðir í Kollafirði og hin í Vágum? Ella leirvíkinginum, um annar arbeiðir í Klaksvík og hin í Gøtu? Meinar landsstýrismaðurin, at tað er rímiligt, at útvaldir sam­ferðslubrúkarar, úr útvald­ um økjum, framyvir, við bumm­ gjaldi og skatti, skulu rinda bróð­urpartin at framtíðar samferðsluútbyggjingum, og at aðrir borgarar, ið ikki eru fang­ aðir í hesi bummskattaæltlan landsstýrismannsins, samstundis skulu sleppa munandi lættari? Við ætlaða, óendaliga bumm­ gjaldinum, fara brúkarar av und­ir­sjóvartunlunum at rinda alla íløguna og raksturin av undir­ sjóv­artunlunum einsamallir, men samstundis, á jøvnum føti við tey, ið sjáldan ella ongantíð brúka hesar tunlar, at rinda fyri restina av samferðslukervinum annars. Er ætlan landsstýrismannsins, at krevja eyka samferðslugjald fyri at ferðast í ávísum úrvald­ um økjum í landinum, sam­ svar­andi samhaldsføstu hug­ sjón­um javnaðarflokksins og sam­gongurnar annars? Hvør er orsøkin til, at lands­ stýris­maðurin ikki heldur ar­ beiðir við ein loysn, ið javn­set­ ur borgarar Hvat er hetta fyri nakað? Tað minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hugburð, tá borgarstjórin og varaborgarstjórin av sínum eintingum skúgva til viks býráðsmál, uttan at tey hava fingið ta neyðugu viðgerðina í býráðnum áðrenn Heðin Mortensen býráðslimur Um vikuskiftið bórust tey tíðindi, at Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, mikudagin 7. februar høvdu fund við Havnar Svimjifelag og Svimjisamband Føroya, har tær boðaðu frá, at samtykta ætlanin um langhyl í Havn skuldi útsetast. Álvaratos, hvar er virðingin fyri Tórshavnar býráð, sum bæði í undanfarna skeiði og hesum hevur samtykt, at langhylur skal gerast? Og ikki bara tað, tí øll neyðug stig á leiðini fram ímóti einum langhyli eru tikin av bý­ráðnum, sum higartil hev­ur arbeitt í fullum álvara við mál­in­ um. Tórshavnar býráð setti 4,5 milli­ ónir krónur av til prosjekteringina í 2017, og hesir pengar eru altso tøkir og skulu bara flytast yvir á 2018, so ber til at fara í gongd sum ætlað. Nei, siga borgarstjórin og vara­borgarstjórin, ið hava sett seg oman fyri býráðið í hesum og fleiri øðrum málum. Nú skal ikki vera pláss fyri meira virksemi í Tórs­ havn­ar kommunu, tí tað ber ikki til at vaksa íløgukarmarnar hjá komm­ununi fyri 2018 og 2019. Jamen, nær hevur Tórshavnar býráð samtykt tað? Ábyrgdarleys stýring Tað einasta, núverandi býráð hev­ur samtykt í hesum máli, er at arbeiða víðari við tí, tí tað er komið so langt áleiðis og er so væl gjøgnumarbeitt, at tað bara snýr seg um at fullføra tað, sum hetta og undanfarna býráð hava sam­tykt. Hvat ólukkan skal Tórshavnar býráð samtykkja mál til, tá Annika Olsen og Gunvør Balle halda seg hava rætt til at yvirtrumfa viljan hjá sjálvum býráðnum? Nei, tað minnir um einaræði og ein ræðandi »mig alene vide«-hug­ burð, tá borgarstjórin og vara­ borg­arstjórin av sínum eintingum skúgva til viks býráðsmál, uttan at tey hava fingið ta neyðugu við­ gerð­ina í býráðnum áðrenn. Tað er heilt ótrúligt, at nú­ver­ andi býráðsmeiriluti ikki dugir at síggja, at tað er bráðneyðugt, at vit fáa ein langhyl, tí verandi svimjihøll er ov trong og lítil, so her er harðliga brúk fyri at betra og økja um umstøðurnar hjá svimj­ingini. At skjóta hesa góðu og samtyktu ætlan fleiri ár fram í tíð­ ina, er tí einki annað enn beinleiðis ábyrgd­arleys stýring. Sum nú er, kann Havnin bara spegla sær í vágbingum og klaks­ víkingum, ið megna at av­greiða sovorðin mál uttan allar hugs­andi umberingar – hvør longur úti enn onnur. Vit hava eitt so gott og menn­andi prosjekt, men tað verð­ ur nú bara sópað av borð­in­um. Eina geil um árið? Hetta er eitt syndarligt skil, má eg siga, ið valdar í Tórshavnar komm­unu, tí hóast 70 milliónir krónur meira komu inn í skatti í 2017, enn mett var frammanundan, er signalið frá teimum báðum í ovastu leiðsluni á Vaglinum, at einki ber til. Eg spyrji bara, hvar fara allir hesir pengarnir, tá teir ikki síggj­ ast aftur nakrastaðni? 70 milliónir krónur eru ikki smápengar, men ein upphædd, ið eigur at lata upp fyri møguleikum, heldur enn at stongja alt niður, sum mannagongdin er nú. Meirilutin í býráðnum koyrir avstað við uttanumtosi og tekniskum práti, eingin skilir nakað av, og har eru hvørki ætl­ anir ella loysnir. Tað einasta, tey duga, er at skúma róman og sóla sær í tí, sum er bygt beinleiðis á avrikini hjá undanfarna býráð, tí sjálv hava tey einki sett í gongd, men hava bara togað í hond­brems­ una! Er ætlanin kanska at arbeiða upp á sama máta sum við golf­ breyt­ini, har trý hol skulu gerast um árið, so tað nú verður til eina geil í langhylinum um árið? Nei, eg spyrji bara! Í øllum førum er tað skjótt eitt mál fyri kommunala eftirlitið, um Annika Olsen og Gunvør Balle blíva við at seta fótonglar fyri allar góðar ætlanir í kommununi – og tað enntá uttan at hava nakra viðgerð í býráðnum aftan fyri seg!