Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LÍTILSVERDAR HUGLEIÐINGAR Tvætlibók í andgletti "Arnstein er bara Arnstein!" - Hetta er niðurlagið, loyvir tú tær at finnast at skendsilsbókini, sum harra Arnstein Niclasen læt úr hondum í fjør; men er tvætlið ikki meira enn "bara Arnstein"? Tórður Jóansson Bókin Herskin herðindi er ikki løtt at bólka millum bøkur, hóast tað er ein bók, 469 blaðsíður til longdar. Ikki ber til at kalla hana søgubók, ið hvussu er ikki sannsøga; heldur ikki ber til at kalla hana skemtibók, tí hon er als ikki skemtilig, og høvundurin tykist ikki hava skil á, hvat ið skemt er (í týdninginum "humor"). Tí loyvir undirritaði sær eyðmjúkliga at nýta heitini "tvætlibók" og "skendsilsbók". Fyrra freka heitið av tí, at eingin skilvísur bygnaður er, heldur er hetta ein fløkja av øllum hugsandi og óhugsandi smáevnum, óváttaðum frá­sagn­ um, illgitingum, innskotum, ið einki hava við "evnið" at gera, og møsni. Seinna óhóskandi heitið av tí, at hon ógrundað spillir hampafólk út, og av tí, at hon í ólukkumáta reingir søguligar veruleikar. Endamál Tó ber til at hugleiða um enda­ málið við hesum riti. Roynt verður at rættvísgera tey átøk og tær hendingar, sum á ein hátt forðaðu fyri, at læknakreppan í Klaksvík varð loyst á bæriligan hátt. Kílar verða settir ímillum fólk við tað, at høvundurin endurtekur gomlu mýtuna um hin ómetaliga meirilutan av fólki, heili 95%, sum søgd vórðu taka undir við ágangi rumbulsmanna. Miðað verður eftir at sannføra lesarar um, at teir myndugleikar, sum tá vóru, vóru ábyrgdarleysir, ódugnaligir, ósannførir og avlagaðir. Og á hin bógvin, at rumbulsfólk vóru ábyrgdarfull, dugnalig, sannfør og reinlynt. Sjálvsagt hava politikarar og embætismenn roynt at bøtt um læknaligu viðurskiftini í Klaksvík, tí fáir læknar høvdu støðast har í meira enn stutt tíðarskeið; og ikki ber til at noyða fólk at røkja starv, har ið tey ikki trívast ella ikki støðast. Skilið varð so ringt fyrst í 1950árunum, at eingin lækni fekst at starvast á sjúkrahúsinum í Klaksvík; og so settu teir, ið ábyrgdina høvdu, ein útlending at røkja starvið fyribils; tað er at siga, til kreppan varð loyst. Hesin dani starvaðist tá á Dronning Alexandrines Hospital (nú Landssjúkrahúsinum) í Havn, har starvsfelagar ikki hildu serliga nógv um mannin, sum eisini hevði tvørleikar í heimlandinum, sum gjørdu, at hann royndi eftir starvi í Grønlandi og í Føroyum. Og tá - sum nú - var stórur tørvur á læknum í Føroyum; so kanska høvdu heilsu- og aðrir myndugleikar annað at hugsa um enn einans Klaksvík. Ikki minst sjúkrahússtýrið hevði úr at gera, nú lunnar skuldu leggjast undir tær stóru broytingar og útbyggingar, ið vóru neyðugar; og óivað hevur rumblið í Klaksvík bæði tarnað og forðað hesum neyð­uga arbeiði. Lánslæknin á Klaksvíkar Sjúkra­húsi var eftir øllum at døma so væl umtóktur, at summi í økinum vildu hava hann at verða verandi; og óivað vildi hann sjálvur eisini verið settur í fast starv. So statt søkti hann starvið saman við øðrum og varð tilnevndur nummar trý. Fyrsti tilnevndi tók umsókn sína aftur, so annar tilnevndi varð settur í starvið. Men hetta líkaði ikki øllum, og ein sokallað "adressa" varð sett í verk at heita á (heldur kanska: krevja), at lánslæknin varð settur. Nú var og er tað soleiðis, at slík­ar starvssetanir verða framdar eftir ávísum mannagongdum, sum politiska valdið, viðkomandi yrkisfeløg og umsitingin hava ábyrgdina av. Í slíkum spurn­ ingum eru tað hvørki ein­stak­ ling­ar ella bólkar, sum taka av­gerðir, heldur ikki ávíst tal av undirskriftum. Slíkt kann verða tikið til eftirtektar ella ikki. Men hetta vrakaðu "adressufólkini" í Klaksvík í 1950árunum - við teimum sáru og óbæriligum av­ leiðingum, tað hevði við sær. Her er kjarnin í høvuðs­ enda­máli høvundans. Arnstein Nicla­sen tekur í Hersknum herð­indum støði í, at galdandi manna­gongdirnar vóru skeivar ella skeikl­aðar, og at støða "adressufólksins" var røtt, bæri­ lig og mannsømandi. Her er eingin ivi. Og alt ritið hevur til endamáls at sannføra lesarar um, at hendan støðan var hin rætta; tað er at siga: støða høvundans. Okkurt gamaltestamentaligt loðar uppi við slíkum hugburði: tey, ið ikki tóku undir, verða kallað "fíggindar", sum verða hund­dálk­ aðir út um øll mørk; embætis­fólk verða kallað ódugnalig bølmenni og búrhundar; og hinvegin: við­haldsfólk, og ikki um at tala lánslæknin, verða gjørd til lýta­ leysar einglar, sum einans stríðast fyri rættvísi. "Fíggindar" Ikki er tað hissini, sum "fíggind­ar­ nir" verða viðfarnir. - Og orsøkin til hesar lítilsverdu hugleiðingar er tann, at ein hin mest útspilti maðurin í bókini er pápi mín, gamli landslæknin Hanus Debes Joensen, sáli. Og onkustaðni skrivar júst Arnstein Niclasen, at børn ella synir hava "skyldu" til at verja órímilig álop á fedrarnar, eru teir ikki á lívi longur. Pápi mín hevur ligið undir grønu torvu í útvið fjórðingsøld nú! Men tó er tað við ringum tannabiti, at undirritaði enn einaferð fer í holt við slíka býttisliga skriving, hóast tvey ár yngri enn Høvundurin Mikli. Ikki sørt ónærislig lýsing av starvssøgu gamla landslæknans (Herskin herðindi, 54). Tunn er hon eisini! Einki verður sagt um, hvat ið hann tókst við, eft­ir at læknaprógv varð tikið ella áðrenn. Einans, at hann tók embætislæknaprógv í 1942. Til dømis tók hann lut í hini gitnu "Ernæringsekspedition til Færøerne" í 1936/37 og fekk har munagott innlit í viður­ skifti í heimlandinum; tíð­liga í 1940árunum var hann hjálp­ armaður í "Ernærings- og hus­ holdn­ingsnævns sundheds­und­ er­søgelser" í Keypmannahavn; í ár­unum 1941-46 var hann lærari hjá sjúkrasystrum á Dr. Louises hospital; og samstundis var hann lækni á De Gamles By og á Bispebjergs Hospital, har vit trý, mamma, hann og eg, í 1944 hildu fyrsta jólaaftan, meg minnist, tí hann hevði náttarvakt. Heimafturkomin til Føroya var hann fyrst fylkislækni á Tvøroyri, síðani í Vestmanna, til hann varð settur landslækni í Føroyum í 1949. (Samanberið við glæsiligu lýsingar høvundans av øðrum, m.a. H.h., 93-97). Hóast Arnstein reypar av, at hann var nevndarlimur í Lista­ felag Føroya frá 1980 til 1992, tyk­ist hann "gloyma", at tað var júst H. D. Joensen, ið saman við øðrum setti tað felagið á stovn í Keypmannahavn í 1941, og felagið hevði til endamáls "at gera og nøra um eitt føroyskt listasavn við at keypa føroysk listaverk, sum nevndin ætlar hava varandi virði." Hann var formaður felagsins frá stovnan til 1960, tá ið Hanus við Høgadalsá tók við. Arnstein tykist annars ikki kenna munin á Listafelagi Føroya og Listasavni Føroya; men kanska er tað mest fusk sum alt hitt..... Og so stinga devlahógvarnir undan: her kemur tað meinfýsna, forrenda og óndskapsliga, sum gongur sum ein svartur tráður gjøgnum øll hesi hersknu herð­ indi høvundans. Hann loyvir sær at meta um og seta seg til dóms yvir doktararitgerð H. D. Joensens (1954) við teirri láturligu viðmerking, at hend­an "vídsindaritgerð um at brósta­ mjólk er góð...fyri pinkubørn... sum ikki kom so óvart á mangar mammur og bróstabørn". Ser­ frøðingar á økinum eru ikki samd­ ir við Hinum Alvitandi Arnsteini, men tað nervar eyðvitað ikki slíkan mann. Og um dygdarverkið Alisfrøði loyvir óreina skarns­ vættið sær at skriva, at hon "er eina mest kend um landið sum rættiliga torfør at skilja - máls­ liga!" - Veit Arnstein ikki, at allir skrivandi føroyingar, ikki minst teir í brøðrasamkomum, ta tíðina strembaðu eftir at menna og víðka um móðurmálið? At so onnur sjónarmið hava tikið seg upp seinastu fáu áratíggjuni er annað mál. Men móti enda bókarinnar missir maðurin (A.N.) púra tam­ arhaldið, kallar gamla lands­lækn­ an fyri "El Maestro", spanskt, ið m.a.merkir tónasmiðurin og dirigenturin, her sipað til búrhundin, ið alt setti í verk og stílaði fyri. Høvundurin skrivar: "Hvat mundi El Maestro - læknin yvir allar læknar í landi okkara hava hugsað - saman við sínum danska og føroyska læknafelag - sínum fróðskaparsetri, listasavni, yrkingum, ófatiligu nýyrðabók í fysikk (orsaka, alisfrøði)?" (bls. 444). - Og hetta er skrivingarlagið og hugburðurin, ið eyðkennir alla bókina. Eingin sleppur óskalaður Somuleiðis verður høgt niður á aðrar, bæði føroyingar og danir, sum sokallaði høvundurin roynir at lítilsvirða og jarðleggja. Heldur ikki danskir ráðharrar verða spard­ir fyri eitursprænunum. H. C. Hansen, forsætisráðharri fyri Javnaðarflokkin, sum hevði stjórnarvaldið hetta tíðarskeiðið, verður eisini ónærisliga lýstur og viðfarin. Høvundurin sigur lesarum sínum frá, at pápi hansara "var skómakari og mamman rein­ geringarhjálp", og at "heimið var merkt av smáum korum...og H. C. fór ungur í prentaralæru", sum vil Arnstein seta spurnartekin við, hvørt slíkur maður hevði førleika til at vera ráðharri yvirhøvur. Aftur nazistisku devlahógvar høvundans, hóast flestu okkara halda, at ein skómakara- og KJAK Men hetta líkaði ikki øllum, og ein sokallað "adressa" varð sett í verk at heita á (heldur kanska: krevja), at lánslæknin varð settur Arnstein tykist annars ikki kenna munin á Listafelagi Føroya og Listasavni Føroya; men kanska er tað mest fusk sum alt hitt...