Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 vaskikonusonur kann verða eins væl skikkaður til høgt politiskt starv sum ein skipara-, reiðara- ella ríkmannasonur. Og í bókini er leiklutur H. C. Hansens í kreppuni í Klaksvík fullkomin rangsnúgving; at føroyingar yv­ir­høvur og ikki minst danskir stjórnarmenn mettu, at rumblið var vorðið vandamikið og mátti steðgast, er væl skiljandi, hvat ið so Arnstein trúttar inn á okkum nú seksti ár aftaná (H.h., 80-83). Men ringast fer høvundurin við tí gávuríka, vitborna og arbeiðs­sama Viggo Kampmann, har hann heldur tað vera hósk­ andi at leggja dent á, at tann mað­urin var "sinnissjúkur"; og so válkar Arnstein sær í sjúku­ herð­indum hansara - til at sýna, at hann var eitt skaðadýr í sem­ingsroyndum sínum í Før­ oy­um (H.h., 82-83). Øll hava vit brek. Súgdýrið menniskjan er á ongan hátt fullkomin, heldur ikki høvundurin og so als ikki undirritaði; og eingin sleppur und­an sinnisligum trupulleikum - meira ella minni álvarsomum. Men Viggo Kampmann var úr­ mæl­ingur á mongum økjum. Frá 1943 var hann virkin í felags­ skap­inum "Frit Danmark" í mót­støðuni móti samstarvi Dan­markar við Nazitýskland. Í 1950 var hann fíggjarmálaráðharri eitt skifti, og frá 1953 hevði hann hetta álitisstarv, til H. C. Hansen andaðist; og tá gjørdist Kampmann forsætisráðharri til 1962, tá ið álvarsligir hjarta­trupul­ leik­ar gjørdu, at hann mátti leggja frá sær, og Jens Otto Krag tók við. Tað var Viggo Kampmann, sum høvundurin fer so illa við, ið legði lunnar undir danska væl­ferðarsamfelagið, og sum við ótroyttiligum arbeiði setti upp, hvussu hetta skuldi gerast. Øktar inntøkur skuldu ikki nýtast til skattalættar, men til at veita meiriluta fólksins munandi betri kor. Hetta er tað eftirmæli, ið maðurin fekk og hevði uppiborið; og ikki tað, sum tilvildarligur sørvingur, sum metir seg vera klaksvíking, men hevur búð í Danmørk og í Hoyvík seinastu hálvu øldina, vil gera tað til! Ikki er tað við mýkindum, sum hasin søguklombrarin fer við fólki, sum royndu at fáa skil á ólukkuliga stríðnum. Ríkis­ um­boðs­menn, fútar, dómarar, læknar og øll, sum høvdu nakað við málið at gera, verða spilt út og gjørd láturlig, órein og hálvbýtt. Eisini løgmenn, landsstýrismenn, tingmenn, sjúkrahússtýri og øll, sum høvundurin hevur ilt eyga á, verða álopin í bókini. Býtt og burturspilt at fara út í æsir við hesum, so kanska heldur tríva í okkurt reglu­brot, sum dregur samanum: "Ríkis­um­ boðs­maðurin (tann ódugna­ligi), landslæknin (tann ógegnigi), føroyska læknafelagið (tað feika) og formaður tess, sjúkra­ hússtýrið (tað ólógliga), lands­ stýrið (tað hjálparleysa), løg­ tingið (tað ússaliga), fólkatingið (tað sam­vitskuleysa) umframt H. C. Hansen (tann ráðaríki skómakarasonurin, sum nú var komin til tign og æru) og so Viggo Kampmann (tann manio- depressivi)." (H.h., 440) Lítið skil á yrkisfeløgum Ótrúligt, at maður, sum er verk­frøðingur og hevur sitið í al­mennum størvum og í álitis­ sess­um, skal hava so lítið innlit í yrkisfeløg, at hann ger bæði danska læknafelagið og tað før­oyska til høvuðsskálkar og yvir­gangsbólkar, sum einans gera ilt og annars hugna sær tignarliga í hvítum kitlum, kloroformanga, whisky og sjampanju. Heldur enn ikki ússaligur hugburður til feløg, sum hava havt avgerandi týdning og tikið tung tøk í menn­ingini av heilsu-, røktar- og sjúkra­ húsverkinum. Høvundurin tyk­ist lítið og einki at vita um tey ómeta­ ligu framstig, sum farin eru fram tey 161 árini, danska læknafelagið hevur verið við til at slóða fyri. Eins og verkfrøðinga-, lærara-, handverkara- og onnur yrkisfeløg eru stovnað at menna limirnar, fáa teir at standa saman, taka lut í menningini á teimum ymisku yrkisøkjunum, so hava læknafeløg eisini havt og hava ómetaligan týdning í tí framburði, ið hendur er. Sum onnur fakfeløg hevur læknafelagið til endamáls at virka fyri áhugamálum limanna, slíkum sum arbeiðskorum, lønum og dugnaskapsátøkum, í samstarvi við politisku myndugleikarnar, mest stjórnina, sum er størsti arbeiðsgevarin, men eisini sam­ svarandi hugburðum í sam­felagn­ um. At kalla allir læknar eru limir í felagnum, og í dag eru um 27.000 limir. Uppgerðin Nazitýskland hersetti Danmørk 9. apríl 1940, og danska stjórn­in tók upp samstarv við her­set­ ing­arvaldið; men mikil misnøgd var við hetta í fólkinum. Virkna mótstøðan ímóti nazistiska yvirganginum tók seg tó ikki upp av álvara fyrr enn í august 1943, tá ið herd týsk krøv elvdu til, at danska stjórnin segði upp samstarvið, verkføll og mót­mæli komu í, og rættiliga frælsis­rørslan birtist. Men tá var greitt, at Nazitýskland fór at tapa heimsbardagan, fyrst og mest á eystaru hermótunum, har sovjetski Reyði Herurin rak eirindaleysu álopsherdeildirnar aftur. Í Danmørk vant mót­støð­ an upp á seg, og fólk úr øll­um stættum og yrkjum, ikki minst fak­feløgum sum arbeið­ara­ feløg­um, læknafelagnum og verkfrøðingafelagnum og flestu polit­iskum flokkum fylktust um at beina fyri útlendska okin­um. Eisini vant danska tjóð­skap­ arrørslan upp á seg, og greitt varð, at teir danir, sum av hug­ mynda­frøðiligum, politiskum ella fíggjarligum orsøkum høvdu virkað fyri nazismuni, skuldu standa til svars fyri landssvik síni, tá ið kríggið endaði. Hendan uppgerð byrjaði longu 5. mai 1945, og skjótt vórðu túsundtals danir tiknir og settir fastir undir illgruna fyri landskaðiligt virksemi. Rætt­ar­ upp­gerðin hevði við sær, at umleið 13.000 fólk vórðu dømd at rinda sekt ella fingu fongsulsrevsing; men 46 vórðu tikin av døgum. Tey, ið høvdu virkað fyri týskum áhugamálum vórðu mett lands­ svíkj­arar; og hesin hugburður helt sær í fleiri ár aftan á 1945 - søgufrøðingar meta vanliga til 1955. Ikki minst læknafelagið og verkfrøðingafelagið tóku virkin lut í hesum upptaki, tí summir limir vóru sekir í landssviki; ein­stakir læknar vórðu settir í fongsul, til dømis formaður danska nazistafloksins Frits Clausen lækni, sum lánslæknin í Klaksvík hevði røkt starvið hjá eitt skifti. Hesin Clausen varð sjálvboðin herlækni í Waffen-SS í 1943/44; og lánslæknin hevði ætlað tað sama hjá illa støddu nazitýsku hermonnunum á eysturhermótinum. Sjálvur var hann limur í danska nazista­flokk­ inum frá 1938 til 1941. So statt er ikki løgið, at hesin mað­urin var millum teirra, ið var á illgrunalistanum. Tó var lækna­ felagið so lagaligt, at nevndin ikki metti hann vera rættiligan landssvíkjara; og tí varð ikki meira gjørt við málið uttan tað, at lánslæknin skuldi gjalda fyri tað, ið kanningin hevði kostað felagnum. Men tað vildi hann ikki - og varð tí koyrdur úr felagnum. KJAK Tað var Viggo Kampmann, sum høvundurin fer so illa við, ið legði lunnar undir danska væl­ferðar­ samfelagið, og sum við ótroyttiligum arbeiði setti upp, hvussu hetta skuldi gerast