týsdagur 13. februar 2018síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hesi viðurskifti ger søgu
klombrarin Arnstein Niclasen
einki við. Heldur roynir hann
at káva útyvir, rangsnúgva,
meta um og fordøma støðu
donsku stjórnarinnar í 1940 (sum
undirritaði eyðmjúkliga stundum
eisini ger); men høvundurin megn
ar ikki at lýsa onnur sjónarmið,
sum vóru avgerandi hetta tíðar
skeiðið.
Læknalyftið
Nógv verður gjørt burtur úr
"læknalyftinum", sum sambært
Arnsteini einans lánslæknin helt
til fulnar. Men hvat er so hetta
læknalyftið? Ymisk "lyfti" eru.
Vit kenna skótalyftið, ið givið
verður á St. Georgdegi hvørt ár,
og sum sigur: "Eg lovi at gera mítt
besta fyri altíð at halda skóta
lógina, altíð at hjálpa øðrum, og
í einum og øllum at vísa meg
sum ein rættan skóta." Hetta er
so tað, tað er; men slík lyfti hava
ikki løgfrøðiligt gildi - heldur
ikki prestalyftið og læknalyftið.
Í Danmørk varð hetta seinna
til í 1815 og byggir á forngrikska
hippokratiska eiðin ella lyftið frá
500 á.o.t. - Fá lond hava slík lyfti,
til dømis er Danmørk einasta
Norðurlandið og eitt av heilt fáum
londum, sum treytar sær, at tú
kanst ikki virka sum lækni, fyrr
enn tú hevur givið hetta lyftið á
universiteti tínum. Í Týsklandi
og í Bretlandi, til dømis, er hetta
fyribrigdið ikki til.
Slík lyfti eru einans ritual og
eru sostatt ikki bindandi annað
enn gudfrøðiliga og moralskt.
At leggja annað í hetta er fjákut;
men kortini er at siga, at lyfti
kunnu kennast "bindandi" hjá
summum. Hjá øðrum - teim flestu
- er hugburðurin í lyftunum so
sjálvsagdur, at hann er mestsum
algildur, bæði fyri skótar, læknar,
prestar, verkfrøðingar, skómakar
ar, vaskikonur og øll onnur fólk,
sum liva eitt bæriligt lív. Tí kenst
eitt sindur løgið, mestsum avlagað,
at júst hetta skal hava so stóran
týdning í bók, ið snýr seg um
rumblið í Klaksvík í 1950árunum.
"Haldið tit kjaft!"
Taka vit frá tær tvær umbidnu
umrøðurnar - onnur skrivaði
ein ungdómsvinur høvundans,
sum ikki hevði lisið bókina, hina
skrivaði ein fyrrverandi starvs
felagi, sum helst heldur ikki hevði
lisið megnaravrikið - hava verið
eini tvey ella trý rættilig ummæli
av hesi løgnu og avlagaðu "bók".
Men eingin, sum hevur troystað
sær yvirhøvur at nevna skendslið,
sleppur snikkaleysur.
Høvundinum dámar ótrúliga
væl at "seta fólk uppá pláss".
Hann tolir ikki hálvtalað orð
ímóti sær sjálvum ella tí, ið hann
heldur. Har er eingin eyðmýkt
at hóma, hvørki á tvætlibókini
sjálvari ella í teimum freku og
óreinu svarunum, ið maðurin
gevur teimum, ið vága ella troysta
sær at muta ímóti. Og hetta ger
Arnstein í mestu skriving síni
um onnur mál eisini - einki mark
er fyri, hvussu hann tíggjar
sær. Í filmi um J. F. Kjølbro
øsir apukøtturin seg í hesum
broti: "Eitt var, at Jens CIæmint
Isaksen og Kjølbro, annar sat á
fyrsta beinki í stýriborði og hin
í bakborði, hesir vóru fíggindar
undir læknastríðnum - hóast
brøður í Betesda. Hetta var helst
betri ósagt." Her er hann tó so
edrúur, at hann setir orðið "helst"
framman fyri ábreiðslur sínar.
Og aðrastaðni skrivar hann: "Ikki
tí, í lívsins margfaldi – eisini í
samkomum, kirkjum og millum
trúgvandi annars - eru eisini
fólk “fátæk í anda”, sum kunnu
loypa framav sambært 1. kor. 1,26:
“Tit eru ikki mangir vísir eftir
holdinum, ikki mangir mektigir,
ikki hábornir.”" (Vágaportalurin,
28/10/2017) - Um hann metir seg
sjálvan vera millum teirra, sum
eru “fátæk í anda”, er ivasamt; men
hann hevur so nøkur bíbliuorð,
ið taka broddin av møsninum. Og
skriftstøðini tróta ikki í tí, sum
maðurin letur frá sær.
Eisini loyvir høvundurin sær
at finnast at Williami Heinesen,
einum av mætastu listamonnum
og skaldum okkara. Hóast hann
einastaðni endurgevur William
fyri at dygdarmeta Kristian
Djurhuus løgmann sum "den
pedantiske kontorius" (H.h., 253),
sum eyðvitað hóskar Arnsteini, so
brigslar hann skaldinum fyri at
skriva "Hitleristen og kynikeren
Halvorsen" í grein í kommunista
blaðnum Land og Folk, har hann
við peikifingri á lofti skrivar: "Men
hetta átti hann ikki at gjørt."
Heilt stuttligt er eitt annað
brot, har ið hann gevur øðrum góð
ráð í sambandi við søguskriving:
"Øll mannaverk eru ófullkomin.
Og søguskriving eigur tí eingin
at havast at einsamallur - uttan
eina neyva og serkøna ritstjórn.
Tí søgufrøði er ikki nøkur
eksakt vísindagrein, og menn
meta/gita mangan skeivt."
(Vágaportalurin, 28/10/2017) -
Hevði bara Arnstein Niclasen fylgt
sínum egnu ráðum, meðan hann
í hersknum herðindum skrivaði
skendsilsbókina!
Ósiður
Ikki er vanligt, at høvundar tala at
ella viðmerkja til ummæli ella tað,
ið onnur siga ella skriva um avrik
teirra. Tá ið bókin er útkomin,
er hon ikki "ogn" høvundans
longur; tá er hon "ogn" lesarans;
og í framkomnum londum verður
tað mett ósiður og ólátað at koma
afturum aftur. Tó kemur slíkt fyri
av og á, men tað verður roknað
sum rárastu undantøk. Í Føroyum
er kortini øðrvísi; tí har er ikki
heilt óvanligt, at høvundur leggur
KJAK
"...hampafólk í
Norðuroyggjum,
sum bara
vildu hava ein
góðan lækna,
blivu bard,
blóðsorað, dømd
og fongslað
av óflýggja
kroppum í búna
við skotvápnum
við lið og
knipplum á lofti.
Soleiðis er tað."