Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19 eftir ummælarum. Og hetta ger høvundurin, sum her verður umrøddur, í ólukkumáta. Men eitt slær hann fast við sjeytummaseymi: "Samanumtikið. Sagt, sum vitiligt er: So kenni eg.....als onga trongd til at taka eitt einasta orðið aftur av tí, ið eg havi skrivað." - Hetta høvdu vit heldur ikki væntað! Tann bíbilski, gamaltestamentaligi forherðingurin er óvikandi; hann er alvitandi, og eingin - als eingin - kann fáa hann at hugsa øðrvísi ella halda annað enn tað, sum hann einaferð helt seg vera sann­førdan um. Og so er bara eitt at gera: at leypa á, at trútta og tvíhalda, at niðra tey, ið "tora" at mæla ímóti ørskapinum. Onkur ummælari loyvdi sær at halda fyri, at bókin bendi á, at høvundurin var hevndarhugaður. Og høvundurin missir aftur tamarhaldið og sigur útsøgnina vera "burtur úr vón og viti. Tað mann (sic) hava verið ein ikki hissini vírikur hjá tær, sum eg havi stigið á. Og tað harmar meg vitiliga. Tí humor er helst ikki tín sterka síða." - Ikki eiti á, sum hasin høvundurin er skjarrligur, nú ummælið snýr seg um, hvussu óhøvisk, óbærilig og skendsk hansara bók er. Men tað skemtiligasta er, at so fer Arnstein at meta um, hvønn "humor" fólk hava, í hesum føri ummælarin. Eisini skrivar úrmælingurin um ummælið, at "stílurin er so sum so; men tað skal ikki skilja okkum. (Eingin er forpliktaður út yvir síni evnir.)" - At høvundurin fær seg at taka heitið "stílur" upp á tungu - og so má hann (sjálvsagt) eisini meta um "evnini" hjá fólki; og eisini tað heldur hann seg hava førleika til. Óførur maður, má sigast! Vit onnur, deyðiligu, drýpa høvur í hávirðing og umbera, at vit eru til! Satt at siga er stílurin í tvætli­ bókini Herskin herðindi um og undir miðal, í støðum heilt út av lagi. Men so sigur høvundurin sjálvsagt, at tað eru vit, lesararnir, sum eru býtt og ikki skilja hansara serliga slag av "humori". Tað verð­ ur so harvið. Tá ið ummælarin hóvliga vís­ir á ta órímiligu viðferð, ið H. D. Joensen fær í bókini, verð­ur soleiðis tikið til í svar- og álops­ grein høvundans: "Og eg fái meg als ikki at vera við í jubilfestini ... fyri Lands­læknanum. Fyri mær og klaks­víkingum yvirhøvur var H. D. Joensen ein begávaður og vald­grammur maður, sum helst trongdi til onkra hjálp. Hetta sigi eg ikki niðursetandi – bara konstaterandi. Eg havi tí - eftir evni – roynt at lýst hann við nøkrum grammum av humori eisini." (Vágaportalurin, 6/12/2017) - Hvat? Er Arnstein eisini sálarfrøðingur? Valdsgirnd haldi eg vera eitt sindur ónærisligt at leggja pápa mín undir, tí tann eginleikan hevði hann ikki meira enn onnur fólk; og onkustaðni nevnir høvundurin, at H.D.J. var ikki "semjusøkjandi" (H.h., 54). Ein maður, sum var uppi í so nógvum tingingum og so nógvum til- og átøkum sum hann, kann neyvan hava verið stórvegis valdsgrammur, men má so avgjørt hava verið semjusøkjandi. Og hvørja "hjálp" man skemtarin Arnstein sipa til? - Mong okkara halda, at tað heldur er Arnsteini, ið álvarsliga tørvar hjálp at fáa skil á tankum, hugburðum, muru og illsinni sínum. Men nú er ov seint, eins og hjá undirritaða tvørballi - báðir eru vit komnir væl upp um dustsins ár. Onnur grein um stórverk høv­ undans, sum loyvir sær at rætta og finnast at onkrum í bókini, verður heldur ikki væl upptikin; og aftur er úrmælingurin á gosi. Einastaðni skrivar vargurin: "Í mínum fyrra aftursvari til seinastu herðindini ... móti bókini var kanska ein heldur herkin (sic) snertur av humorið (sic) undir greinini, og sum helst ikki fall honum o.ø. so væl, “stílurin er jú maðurin” (Paul V. Rubow, prof.)." - Aftur at válka sær í fyribrigdum, sum hann lítið ella als einki skil hevur á: "humori" og "stíli"; og bara orðalagið av­dúkar bæði sinnisrørslu og and­stygd. Høvundurin tykist rætti­liga forliptur í professarum og øðrum akademikarum, treytað av, at hann kann (mis)brúka teir. Men at skuldseta Paul V. Rubow professara fyri fyrstur at hava javnsett "stíl" og "mann" er burt­ ur­við; tí orðafelli sum "stílurin er maðurin" er nógv eldri enn so og er at finna longu fyri 2500 árum síðani. Í nýggjari tíð skrivaði franski náttúrugranskarin George L. C. Buffon (1707-1788) á leið tað sama, eins og enska skaldið og menta­ummælarin Matthew Arnold (1822-1888) og seinni írski/ bretski rithøvundurin Oscar Wilde (1854-1900); og so kanska danski pro­fessarin Paul V. Rubow (1896- 1972). Langar til Men høvundurin glettir á tonn, nú ein friðarmaður úr Klaksvík verður hunddálkaður fyri at hava búð fleiri áratíggju í Danmørk - hann skal bara halda kjaft, hann var ikki á barrikadunum sum eg, hugsar høvundurin kanska. Og so langar hann til: "Og sum [hann, ið skrivar] endaði fyrru grein sín (sic) við: “Ruðuleikin og vanæruliga skommin var einans [íkomin av] uppreisnarmonnum klaksvíkinga! Sum báðar bøkurnar (Líggjasar og mín) hálova.” Her kann eg als ikki fylgja honum. Hetta er so burtur úr vón og viti! Ikki tí, at øvundin hevur allar dagar verið. Í túsundára gomlu bókini við svartari permu verður hugtakið avdúkað longu á 4. síðu - eystan fyri Eden. Har annar lat lív." (Vágaportalurin, 18/12/2017) - Her fáa vit neyðars deyðiligu kanska ikki fylgt Søgumanninum Mikla: Hvat er tað fyri "øvund", ið sipað verður til? Og so endar Arnstein so eingla- og halgimannakent: "... hampa­fólk í Norðuroyggjum, sum bara vildu hava ein góðan lækna, blivu bard, blóðsorað, dømd og fongslað av óflýggjakroppum í búna við skotvápnum við lið og knipplum á lofti. Soleiðis er tað." - Men var hetta ikki aftaná, at bæði føroyskir, danskir og al­tjóða miðlar høvdu sagt frá, at umleið túsund vápnaðir menn í Klaks­vík vóru tilbúnir at forða fyri "atsóknum" myndugleikanna, donsku stjórnarinnar og kanska NATO, og Føroya Landsstýri hevði biðið ríkismyndugleikarnar um at fáa skil á har norðuri? Tær berst í látur, tá ið høv­ und­urin skrivar í somu grein: "..... frá fleiri kønum fólkum er givið til kennar í seinastuni (og hetta eru ikki míni orð), at bókin er eitt søguligt dokument. Væl greidd úr hondum, ein breið lýsing av høvuðspersónum og hendingum í málinum, rættargongdin er upp­ lýsandi viðgjørd (viðhvørt á ein skemtiligan hátt)." - Ikki eiti á! So "køn" fólk meta skendsilsbókina so høgt? Hevði verið áhugavert at vitað, hvørji hesi kanska eru. Ella er hetta bara sjálvrós? Og so kemur rosinan í pylsu­ end­anum: "Og harmiligt er tað vitiliga, um onkur....hava fingið bókina í rangastrúpan; men hetta má so vera. Tí, sum sagt er frá í bókini, var mítt endamál við hesi ritgerð, at skrivað varð uttan nakr­ an beiskleika." Mura og hugburður Í stuttum broti, sum eitur "Krepp­ an harðnar" (H.h., 160) stendur: "... Og kent er tað, at í einumhvørjum óskipaðum hópi eru tað radikalar kreftir, sum í óðum verkum vilja fara út um mark. Og serstakliga har, ið eingin sterkur leiðari er valdur at ráða og kann stýra fólk­inum....úrslitið kann tí verða, at eftir stendur ein eyðmýktur hópur av hampafólki...sum kenna seg slept upp á fjall av onkrum ótanga....tí kann tað henda, at tann hampiligi hópurin - í ókunnigum mannaeygum kring land og ríkið (sic) - fær alla skuldina fyri allar tær óhepnu hendingar og má bera ábyrgdina av tí, sum síðani hendir av rongum tilburðum." - Er hetta ein ásannan av, at vantandi skil var í átøkum rumbulsmanna? Ella er tað atfinning av myndugleikum, sum ikki steðgaðu ørskapinum nóg tíðliga? Í øðrum stuttum broti, kallað "Andróður innanborða" (bls. 163) verður skrivað: "Men, fyri at siga sum er, so var eisini ein "fíggindi" staddur innanborða hjá adressumonnunum. Tí ein lítil partur av manningini royndist meira til fortreð enn til gagns - við støðugt óheppið at skjóta á - í mangari almennari atgerð og á fundum. So óstýriligir, hesir." - (Gev gætur "stíl" høvundans her - ella kanska "humor".) - "Hesir vóru einstakir garpar, sum kendu hug til at vísa seg - "til egið gagn at fremja" í trongastu merking, og vóru tí ein kleppur fyri sjálvt málið." - (Og so kemur hygni sálarfrøðingurin.) - "Kanska høvdu hesir garpar eisini brúk fyri onkursvegna at "gera seg upp" og eina trongd til eina raska staðfesting av: at verða sæddur av fólki." - (Sipar høvundurin her til sín sjálvs?) - "Hetta stavar kanska frá einum miseydnaðum uppvøkstri ella traumatiskum barndómi. Ella hetta, at fjala út yvir egnan fjáltur millum manna." - (Ikki eiti á djúphugsaðari greining!) - "Hesir fingu sær vanliga upp í nevið og lótust so at vera framherjar fólksins. Men teir vóru við teirra geipan og galdran bara til bága. Og eyðsæð bara til gagns fyri fíggindan." - (Hetta var tann atburður, sum var fagnaður í ávísum kreðsum, eisini í Havn, minnist meg.) - "Hetta ólag fór fram...bæði millum 95'arar og 5'arar. Onkur brúkti telefonina á náttartíð til at hótta fólk við. Og onkur annar gjørdi seg eitt nú inn á sethúsini hjá einum fólkavaldum við at grýta grót í vindeygu til skelk og ótta fyri tað (sic) hjartkiptu familjuna KJAK - Er hetta ein ásannan av, at vantandi skil var í átøkum rumbulsmanna? Ella er tað atfinning av myndugleikum, sum ikki steðgaðu ørskapinum nóg tíðliga? Sami óhøviski og óhóskandi atburður kemur til sjóndar, tá ið Føroya løgmaður, Kristian Djurhuus, ringir til lánslæknan at finna eina loysn á kreppuni