týsdagur 13. februar 2018síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
innandura...onnur hús kundu á
kvøldi fáa steinar grýttar niður á
takið." - (So eitt sindur av ófriði og
yvirgangi var, ikki so?) - "Eyðsæð
er, at hesir "knassar" ikki lótu seg
stýra av vanligari fólkaligheit ella
sissandi átalu frá teimum sáttligu
undangongumonnunum..." -
Hesar vóru so tær fáu hampiligu
og toluliga røttu atfinningar,
ið høvundurin borðreiðir fyri
lesarunum, umleið hálv onnur síða
av teimum 469.
Lesarin fær her, eins og aðra
staðni í bókini, eina kenslu av,
at høvundurin roynir at bera í
bøtuflaka fyri tann yvirgang, sum
fór fram í Klaksvík hesi syndarligu
ár. Og hetta skínur eisini ígjøgnum
í teimum mótálopum, hann
ger á tey, sum borið hava fram
onnur sjónarmið. Sum heild bóru
rumbulsmenn seg rætt og bæriliga
at; hitt snúði seg einans um
onkrar fáar ørligar einstaklingar.
Onkur kundi havt hug at mett
høvundan sum ein av hesum
einstaklingum, ið hvussu er eftir
skrivingarlagnum at døma. Men
lat tað fara.....
Óhøviskt dramblæti
Ið hvussu er bendir øll bókin
á, at tilelvingin at skriva er
sprottin úr dramblæti, illsinni
og fananskapi. Um hetta kemur
av muru høvundans, kunnu vit
einki siga um; men ikki man tað
vera óhugsandi. Annað er so
hugburðurin til hendingarnar,
sum líkist tí, ið nazistiskir dema
gogar sum Goebbles, Hitler og
aðrir hatursmenn bóru fram í
1930árunum; og sum aðrir bera
fram á okkara døgum. Eitt er
"trúgvin" á sokallaðar leiðarar
ella oddamenn, sum nevnt í
fyrsta reglubroti í partinum
undan hesum. Annað er tað, ið
lánslæknin sigur í blaðvitali í 1956,
tá ið hann byrjaði læknaviðtalu í
Keypmannahavn aftaná rumblið
(H.h., 431f). Í viðtalinum er hann
stórlátaður og ikki sørt errin.
Millum annað sigur hann, at í
politikki er tað ikki skipanin, ið
umræður, men sterkir menn,
sum ganga á odda. Og tá ið blað
maðurin nevnir, at sjónarmið
hansara ikki júst hava verið hon
um at gagni, svarar hann, at ikki
kann noktast fyri, at hann hevði
havt tað trupult, síðan hann gjørd
ist limur í nazistaflokkinum; men
hevði hann somu fortreytir sum
tá, so hevði hann gjørt tað sama
aftur. - Hetta heldur høvundurin
vera óført og bæriligt út um alt
mark!
Sami óhøviski og óhóskandi
atburður kemur til sjóndar, tá
ið Føroya løgmaður, Kristian
Djurhuus, ringir til lánslæknan
at finna eina loysn á kreppuni
(H.h., 231); og her er viðmerking
høvundans: "Longri kom løg
maður, hesin "Diplomat par
excellence" (sambært H. C. Han
sen) ikki við at mýkja hendan
ærukæra og ovbyrjaða læknan,
sum visti av royndum, hvat ið
hann kundi vænta sær av landsins
og ríkisins myndugleikum." Semja
var annars fingin í lag; men tá ið
ein oddamaður "adressumanna"
ringdi til lánslæknan, noktaði
hesin blankt at góðtaka hana.
- Nei, har gjørdist helst lítið og
einki við samráðingum, tingingum
ella skilapráti. Tað var ið hvussu
er ein orsøkin til, at alt endaði í
ruðuleika.
Annars er skelkandi, sum høv
undurin dregur gamlar nazistar,
eisini føroyingar, fram og ber í
bøtuflaka fyri ta mannvondu
rørslu, sum teir av onkrari orsøk
fingu samhuga við og vildu
stríðast fyri. Og yvirhøvur er
hugburðurin jaligur mótvegis tí
ekstrema, nationalistiska og ras
istiska høgraráki, ið fascisman/
nazisman er; men hetta hevur
als ikki verið ókent millum
føroyinga. Summir menn fingu
enntá eyknevni ella yndisnøvn
sum Goebbels, sum var nazitýski
propaganduráðharrin, Himmler,
oddabøðilin í SS, ella Gestapo,
sum var drápsfúsa nazistiska
loyniløgreglan (Geheime Staats
polizei), vanliga við herðing á
fyrsta stavilsi.
Kanska er hóskandi at enda við
tí, sum føroyski søgufrøðingurin
Hans Andrias Sølvará doktari
viðmerkti á Facebook 13. januar í
ár, tí hetta kenst sum ein uttan
veltaður stubbi, sum samstundis
er ein innilig áheitan:
"Ein kendur 95-ari hevur í
sínum persónligu endurminn
ingum frá læknastríðnum tikið
soleiðis til um teir fáu og duldu
95-arar, sum framdu yvirgang,
m.a. løgdu og sprongdu bumbur
í húsum og á løgreglustøðini, í
Klaksvík, sum m.a. løstaði fleiri
løgreglufólk og kundi havt kostað
mannalív:
"Hendan enn fjalda frásøgnin
… er enn ikki búgvin til at greiða
nærri frá. Tykist mær. – Fyrst og
fremst av virðing fyri teimum,
sum tóku sær av hesi mótstøðu,
sum kundi kostað teimum og øðr
um lívið".
"Tað hevði verið áhugavert
at vitað, hvussu nógvir 95-arar
ella norðoyingar hildu og enn
halda, at hesir fáu bumbumenn
stríddust teirra søk undir lækna
stríðnum. Og er tað av virðing
fyri m.ø. Fischer Heinesen, sum
stríddist uttan harðskap og síðan
tók ábyrgdina á seg, at hesir
víðgongdu bumbumenn, sum
ongantíð tóku ábyrgd av sínum
gerðum, ikki skulu avdúkast? Ella
er tað av virðing fyri løstaðum
donskum løgreglufólkum, sum
vóru inni á løgreglustøðini,
tá ið bumban brast, at søgan
um bumbumenninar ikki skal
forteljast? Ella er tað bert av
virðing fyri bumbumonnunum
sjálvum?"
"Eg skilji væl tøgnina, men
eg kundi hugsað mær at vitað,
hvussu nógvir norðoyingar
góðtaka, at tøgnin verður rættvís
gjørd soleiðis. Eg spyrji, tí eg haldi,
at her er tørvur á veruligari støðu
takan og sjálvrannsakan."
*
Men undirritaði má eyðmjúkliga
ásanna tað, sum Sokrates gamli
segði: "Tað einasta, ið eg veit,
er, at eg einki veit!" – ið hvussu
er samanborið við Háborna og
Alvitandi Høvundan.
Í Glasgow, 9. februar 2018,
KJAK
Annars er
skelkandi, sum
høvundurin
dregur gamlar
nazistar, eisini
føroyingar,
fram og ber í
bøtuflaka fyri
ta mannvondu
rørslu, sum teir
av onkrari orsøk
fingu samhuga
við og vildu
stríðast fyri