týsdagur 13. februar 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. februar 2018 · Nr. 19
Tróndur Arge
Magni Mohr, leiðari á Deplinum
fyri Heilsu- og Almannagransking
á Fróðskaparsetri Føroya, hevur
útgivið
meta-analysu
review
saman við donskum og serbiskum
granskarum í høgtmetta tíðar
ritinum British Journal of Sports
Medicine við heitinum "Broad-
spectrum physical fitness benefits
of recreational football: a syste
matic review and meta-analysis".
Greinin viðger data í teimum
umleið 150 vísindaligu greinunum,
sum eru útkomnar, har fyrst og
fremst Magni Mohr og hansara
altjóða
samstarvsfelagar
hava
nýtt fótbóltsvenjing sum heilsu
frama og viðgerð av fólkasjúk
um. Meta-analysan staðfestir, at
fótbóltsvenjing
fremur
hjarta-,
evnisskiftis-, og vødda-beinagrind
arheilsu. Fótbóltsvenjing virkar
sostatt sum breiðspektraður heili
vágur.
Magni hevði framløgu
Greinin kom út á fyrstu altjóða
ráðstevnuni við heitinum "Football
is Medicine", sum á føroyskum
merkir ”fótbóltur er heilivágur”,
sum var í Lissabon í Portugal, fyri
tveimum vikum síðan. Magni Mohr
hevði høvuðsframløgu og May-Britt
Skoradal frá Fróðskaparsetrinum
legði eisini sína gransking fram. 300
luttakarar úr øllum heiminum tóku
lut. Onnur "Football is Medicine"
ráðstevnan verður í Odense í
januar 2019.
Fótbóltur er heilivágur, er grein
av stóra altjóðakonseptinum "Exer
cise is Medicine", ið verður umsett
til venjing er heilivágur, sum hev
ur 10 ár á baki, og sum arbeiðir
fyri at fáa kropsliga venjing sum
fasta viðgerð av lívstílssjúkum. Í
USA meta granskarar og læknar,
at kropsligt óvirkni nú er størsta
deyðsorsøkin og hevur yvirhálað
royking.
trondur@sosialurin.fo
Tað er framvegis niðurstøðan, eftir 150 kanningar, sum staðfesta, at fótbóltsvenjing fremur hjarta-,
evnisskiftis-, og vødda-beinagrindarheilsu. Fótbóltsvenjing virkar sostatt sum breiðspektraður heilivágur
Arbeiðið við at menna føroyskan barna- og ungdómsfótbólt heldur fram. Í fjør var ráðstevna,
sum fyriskuparnir halda riggaði væl. Tí verður ráðstevnan endurtikin í ár
Fótbóltur er heilivágur
FSF:
Tródnur Arge
Aftur í ár fer FSF at skipa fyri ráð
stevnu um barna- og ungdóms
fótbólt. Í ár verður ráðstevnan í
døgunum 2. og 3. mars, skrivar FSF.
fo.
- Ráðstevnan í fjør eydnaðist
væl, har eini 60-70 venjarar luttóku.
Í ár útbyggja vit konseptið eitt
sindur, við millum annað at fáa út
lendingar á vitjan, umframt at lut
takararnir hesaferð fáa møguleikan
at gista fríggjakvøld.
- Vónandi kann hetta gera ráð
stevnuna enn meira áhugaverda,
og ikki minst økja um óformella
fótbóltsprátið, nú luttakararnir fáa
møguleikan at gista fríggjakvøld,
sigur Pætur Clementsen, teksn
iskur stjóri í FSF.
Aftur í ár fer Fótbóltssamband
Føroya at skipa fyri ráðstevnu um
barna- og ungdómsfótbólt. Hesa
ferð verður ráðstevnan í døgunum
2. og 3. mars. Endamálið við stevnu
ni er at geva teimum, ið fáast við
barna- og ungdómsvenjingar úti
í feløgunum íblástur og høvið at
hittast og práta um fótbólt.
- Við hesari ráðstevnu ynskja
vit at skapa eitt tiltak, har venjarar
kunnu fáa fakligan íblástur, og
vónandi kann hetta eisini blíva eitt
hæddarpunkt á árinum hjá øllum
barna- og ungdómsvenjarum í Før
oyum, sigur Pætur Clementsen við
heimasíðuna hjá FSF.
trondur@sosialurin.fo
RÁÐSTEVNAN
VERÐUR ENDURTIKIN
Í ár verður ráðstevnan um barna-
og ungdómsfótbólt fríggjadagin
og leygardagin, 2. og 3. mars.
Tilmeldingarfreistin er 19. februar
Mynd: Hans Erik Danielsen