mikudagur 3. november 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 210 - 3. november 2004
Nr. 210 - 3. november 2004
37
HANDILSINNBÚGV TIL SØLU
Vit hava Handilsinnbúgv til sølu fyri
sera lagaligan prísp/f Valdemar
Lützen
tlf. 317920 - Høgni Lützen
NIKON COOLPIX 3500
Lítið brúkt digitalt kamera, 3,2M
pixel vid ladara, 64MB Compact
Flash, nýtt battarí, USB2 kort lesari
(4 í einum). Í sera gódum standi,
virkar perfekt.2100 kr.
Tlf. 314587
NADDODDUR
Thailendskur matur leygarkvøldið
13. november kl. 19.30. Øll eru
vælkomin. Tilmelding áðrenn 11.
nov. á
tlf. 371827
CANON IXUS 500
Digitalt myndatól 5 megapixel 3x
optiskt zoom. Fyllur sum ein cigaret
pakki. Sera flott kamera. Til sølu fyri
4.500 kr.
Tlf. 269294
FRISØRHJELMUR
at heingja uppá veggin til sølu fyri
2.500 kr.
Tlf. 504014
TIL SØLU
Nokia 8310 200 kr. Nokia 6210 200
kr. Nokia 3310 við 9 eyka cower
300 kr.
Tlf. 318428/257874
JÓLABORÐHALD
Leygarkvøldið 4. desember verður
jólaborðhald í Roynhøllini.
Forrættur: Karrysúpan við rækjum.
Høvuðsrættur: Buffét við m.a.
stoktum lambskjøti og fleskasteik
við øllum, sum hoyrir til.
Omaná: Rísdessert.
Eftir borðhaldið er almennur dansur,
har Strange Fruit spælir.
Kostnaður fyri alt tiltakið; 250
krónur. Kostnaður bara fyri dansin:
100 krónur. Tekning í seinasta lagi
mikudagin 1. desember.
Royn
UM NAKAR
eigur nøkur brettir, Møllestue panel
ella sokallaðan brendan við, brúkt
ella óbrúkt, at selja mær. Vinarliga
ring
tlf. 361167 ella 361767
TIL SØLU
H.C. lyftari til sølu, árg. 2004.
Tlf. 212322
TIL SØLU
Hvít skjótihurð 73x205 við karmi til
sølu fyri 1200 kr. Dupultur radia-
torur v/ termostati, h. 56, b. 61, til
sølu fyri 300 kr.
Tlf. 317606/226298
KSR-ÁRSVEITSLA
Ársveitslan hjá KSR verður í Glæm-
uni 13. november kl. 19. Atgongu-
merki eru at fáa í handlinum hjá
Hannemi.
Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag
FARTELEFON
Samsung E-700, 2 mðr. gomul til
sølu.
Tlf. 318522 eftir kl. 17
NICORETTE TYGGIGUMMI 4
MG.
Eg havi nakað av Nicorette tyggi-
gummi, sum eg selji fyri hálvan prís,
um tað skuldi verið ein, sum vil
leggja av at brúka tubbak.
Tlf. 313196
ER TAÐ NAKAR
sum vil sleppa av við grót, so ring
og vit kunnu tosa um tað.
Tlf. 423495/222154
EIN DKU-5 KÁPIL
bíliga til sølu. Passar til tær flestu
Nokia telefonirnar. Ring og gev eitt
boð. Boð undir 350,- ongan áhuga.
Nýprísur 500,- kr.
Tlf. 257141
TIL FØROYA Á JÓLUM
Eg eri blind kvinna, ið mangli ein at
fylgjast við til Føroya síðst í viku 50
og til Danmarkar aftur í viku 1. Tú
fært ein bíligan ferðaseðil sum takk
fyri hjálpina. Ring skjótast tilber
+45 28708411, Sonja
TIL SALG
Sony Discman, kun brugt en gang.
300,-
Tlf. 322120/522120
JÓLASØLAN 2004
Árliga jólasølan hjá Føroya Heima-
virkisfelag verður í Høllini á Hálsi
27.–28. november. Opið er:
leygardagin kl. 10.00–19.00 og
sunnudagin kl. 14.00–19.00.
Nevndin
SAMSUNG E700
KLAPTELEFON
við innbygdari antennu og í lekrum
sniðið v/ myndatóli og litskermi.
Hevur 9MB dynamiskt memory. Til
sølu fyri 2000,- ella hægsta boð
yvir.
Tlf. 255909 aftaná kl. 15
STÓRUR
MARKNAÐARDAGUR
verður í Kunoyar skúla og bygdar-
húsinun leygardagin 6. nov. frá kl
14.00 til 21.00. Nógvir sølubásar,
tombola, fiskibrunnur, bóltkast,
loppumarknaður, kafeteria og
meira…øll eru vælkomin
1og 3 flokkur í Kunoy
GULDHALSKÆDE
til mand, 14 krt. elegant anker-
kæde, 50 cm. Vægt 50,9 gr. sælges
for 4.500,-
Tlf. 271827
FRÍMERKJAMAPPUR
frá 1977-1984 frá Postverk Føroya
og nøkur grønlendsk frímerkir frá
1997 til sølu fyri 1500 kr. Skriva til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn.
Bill.mrk. 1949/2
VIKUSKIFTISFERÐ
virði 2.607 kr. til sølu fyri 2.400 kr.
Tlf. 316097
NOKIA 6610i
Ein nýggj Nokia 6610i, bílliga til
sølu. Hon hevur allar nýggjar
hentleikar so sum kamera, mms og
gprs. Nýprísur 2500 kr, til sølu fyri
ca. 1500 kr. Àhugað ring á
telf. 22881138, e-mail
nielsheilmann@stofanet.dk
103 VINNINGAR
Send ABC til 1441. At vinna
fartelda, fartelefonir, 25 ks. 1 1/2 ltr.
Coca Cola, døgurðarættir, 20 før.
røst krov, 1 Apex ferðaseðlar. Sí
meira á portalinum.
Bygdarfelagið Báran í Árnafirði
VESTMANNA SKÚLI
Okkara klassi/ar eru ikki sum hinir
klassarnir, og av somu orsøk halda
vit »26 ára« jubileum. Øll tey sum
vóru liðug í 1979 ella sum byrjaðu í
’69 eru vælkomin at vera við til
okkara »mega coola party«. Nær:
síðsta vikuskifti áðrenn Ólavsøku
2005. Hvar: er ikki avgjørt enn. E-
mail til: stiggjur@serforsorg.fo
Tu.Was@aon.at durita@solar.fo
has@ahr.fo hl@tunnil.fo fi-
jo@post.olivant.fo - ella ringi
tlf. 218944 / 215048 / 212558 /
226226
TIL SØLU
1 ára gamal, sera góður íslendskur
ríðisaðil, av merkinum JARL, til sølu
fyri 8.500 kr.
Ring 219020
TIL SØLU
Spildurnýggj Sony Ericsson T610
óútpakka fyri kr. 1800,-.
ring tlf. nr 598674
FARNIR DAGAR Í MYNDUM
Nakrir árgangir av myndablaðnum
Nú til sølu fyri 25 kr. pr. árg.
Tlf. 316340
EIGUR TÚ
Nokia fartelefon 3510i uttan
pinkort og battarí, vinarliga ring
Tlf. 532105
TIL SØLU
5 rullur glasfilt á 25 m. rullan, í alt
750,- kr.
Tlf. 315557
TIL SØLU
Ein fartelefon, Nokia 5210, ein
fartelefon, Nokia 7650 v/kamera, 1
fartelefon, Siemens eF62, næstan
nýggj.
Tlf. 251946
BYRSUR TIL SØLU
Brúktar byrsur til sølu.
Tlf. 220626
LOPPUMARKNAÐUR
verður í KFUM leygardagin 6. nov.r
frá kl. 10-17. Vit taka tí fegin ímóti
øllum lutum og klæðum leygar-
dagin 30. okt. frá kl. 14-19 í KFUM
ella ringja á tlf. 254116.
2.a í Hoydølum
TIL SALG
Standerlamper, sølv farvet. m. læse-
lampe til salg for 250,- kr. begge
400,-
Tlf. 322120/522120
Føroyar endaðu nr.
75 av 130 londum í
talvolympiaduni.
Hetta varð tólv pláss
oman fyri styrkis-
metingina
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Hóast avboð frá okkara
sterkastu telvarum, megn-
aði føroyska talvlandsliðið
at fáa eitt tað besta OL-
úrslit nakrantíð. Metið er
frá Moskva í 1994, tá liðið
savnaði heili 29,5 stig inn.
Høvuðsmálið
undan
kappingina varð at fáa 50%
skoru, tvs. 28 stig. Hetta
gekk tíverri júst ikki, men
27,5 stig er sanniliga eitt
góðkent úrslit.
Martin Poulsen reisti seg móti endanum av kappingini
og fekk hann eitt hampiligum úrslit. Sjálvur var hann ikki
heilt nøgdur, men hugsa vit um mótstøðuna hann fekk, var
úrsliti á góðari leið.
Kollfirðingurin Hans Kristian Simonsen fekk í roynd og
veru sítt gjøgnumbrot á Mallorka. IM-normurin sum
spøkti og stigini hann skolaði inn fyri liðið, prógva virðið
í 21 ára gamla føroyameistaranum frá 2002. Hans Kristian
tapti bert eitt talv.
Olaf Berg, ið mannaði 3. borð, hevði tyngsta róðurin.
Sjey tap á hansara fyrstu olympiadu er ikki júst ein
ynskibyrjan. Sigast skal tó, at Olaf møtti sera sterka
mótstøðu í seks av hansara níggju talvum, umframt at
hann seks ferðir leikti við svarta fólkinum. Sum hann
sjálvur segði miðskeiðis undir OL, so var hetta einfalt ikki
hansara kapping.
Mr. Olympic
Stigslúkarin á liðnum hesuferð var aftur John Rødgaard.
Hetta var tann tíggjunda olympiadan hjá John. Fyrsta
talvið hann telvaði fyri Føroyar var javnleikurin móti
Boris Spassky í fyrsta umfarinum av OL 1984.
Fyri fyrstu ferð mannaði John eitt lægri borð enn 1-2.
borð og relativt veika mótstøðan, í mun til undanfarin ár,
gagnaðist honum óføra væl. Bæði hann og Hans Kristian
vinna sær væl av rating og hava nú omanfyri 2300 í
føroyskari rating.
Eftir síni fyrstu trý talv, hevði Eyðun Nolsøe vunnið sær
tvey stig, við eitt nú at vinna á sterkum telvara við 2452
ratingstigum. Síðani kom lítil turkur, ið ikki gav honum
mong stig. Hóast Eyðun sjálvur var ónøgdur, er úrslit
hansara okey.
Sjálvur eri eg hampiliga nøgdur við mítt úrslit. 50%
skora sigst altíð at verða gott sum føroyskur OL-telvari,
men telvingin kundi tó verið meira støðug.
Venjarin, Sergey Kayumov úr Usbekistan, var okkum
ein góð hjálp. Serliga tá talan var um íblástur og
eftirmetingar av talvunum.
Ukraina steðgaði sigursrøðini hjá Russlandi/Sovjet, sum
síðani 1978 hevur vunnið OL. Hin 36´inda talv-
olympiadan er av og leiðin gongur til Turin, Italia, í 2006
og síðani til Dresden, Týskland í 2008.
Einkultúrslitini
Martin Poulsen
4,0/11
(37%)
Hans Kristian Simonsen
7,5/12
(63%)
Olaf Berg
2,0/9
(22%)
John Rødgaard
8,5/12
(71%)
Eyðun Nolsøe
3,0/7
(43%)
Carl Eli N. Samuelsen
2,5/5
(50%)
Føroyar tilsamans
27,5/56
(49%)
Endaliga støðan
1 Ukraina
39,5
2 Russland
36,5
3 Armenia
36,5
4 USA
35,0
5 Ísrael
34,5
6 India
34,0
7 Kuba
33,5
8 Holland
33,0
9 Bulgaria
32,5
10 Spania
32,5
…
28 Danmark
31,5
39 Norra
30,5
45 Svøríki
29,5
47 Ísland
29,5
49 Finnland
29,5
75 Føroyar
27,5
Kvinnurnar
1 Kina
31,0
2 USA
28,0
3 Russland
27,5
HT-vikuskiftiskapping 29-31. oktobur
1
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
5,0/5
2
Margar Berg
3,5
3-4
Jaspur T. Gaard
3,0
3-4
Bjørn E. Thomsen
3,0
5-8
Bardo Rios
2,0
5-8
Heiðrikkur Jacobsen
2,0
5-8
Jaspur Enghamar
2,0
5-8
Hjalti Jógvansson
2,0
9
Hálvdan Dalsgaard
1,5
KÍ nýggja
fótbóltdeild
Fótbóltsdeildin hjá KÍ
hevði ársfund fríggja-
kvøldið, og fleiri broyt-
ingar vóru í nevndini.
Tríggir av nevndarlim-
unum góvust, og nevndin
fór frá at vera ein fimm-
mannað nevnd til at vera
manna við trimum fólk-
um. Formaðurin seinnu
árini, Markus Tummas
Jacobsen, tók ikki við
afturvali, og tað gjørdu
nevndarlimirnir
Hans
Jacob Heinesen og Dánjal
Jákup Joensen heldur ikki.
Nýggja
nevndin
er
mannað
tveimum
av
gomlu limunum, Símun
Gullaksen
og
Manna
Høgnesen, og Jan Joensen,
sum er nýggjur í nevndini.
Símun Gullak-sen er nú
formaður.
SÍF og MB
mikudagin
Nú hevur FSF gjørt av,
nær dystirnir hjá sundur-
lisna FSV skulu spæla
Sambært reglugerðini,
sum varð gjørd, tá FS
Vágar varð stovnað, skulu
SÍF og MB spæla um, hvat
teirra skal hava plássið hjá
ovara stadda liðnum, um
so er, samstarvið slitnar.
Tað gjørdi tað sum so
longu í vár, og nú hevur
FSF so ásett, nær dystirnir
skulu leikast.
Fyrri dysturin verður
mikudagin, tá SÍF hevur
heimavøll, og leygar-dagin
verður so dystur í Mið-
vági.
-jm
Vogts segði upp
Skotski landsliðsvenj-arin
vildi ikki longur finna seg
í lemjandi atfinningunum,
sum hann hevur verið fyri
Trýstið byrjaði longu í
fyrsta dystinum hjá Vogts
sum venjara. Móti Føroy-
um á Svanga-skarði vóru
skotar hepnir at fáa ein 2-2
javnleik, og so stóðu
miðlarnir til reiðar.
Tað eydnaðist tó skot-
um at stríða seg fram til
play-off dystirnar í sein-
astu undankapping, men
hetta var kortini ikki nóg
mikið, og nú inniverandi
undankapp-ing á ringast
hugsandi
hátt,
hevur
trýstið verið ovurstórt.
Gitt hevur verið, at
einasta orsøkin til, at
skotska fótbóltssambandið
ikki segði honum úr
sáttmálanum var, at hetta
vildi kostað ov nógv, men
nú skulu teir so ikki hugsa
um tann postin longur.
Spurningurin er so, hvør
verður nýggjur skotskur
landsliðsvenjari. Uppgáv-
an tykist í løtuni sera
ótakksom, og eftir við-
ferðina, sum Vogts hevur
fingið, er ilt at ímynda sær
ein venjara, sum av fríum
huga fer í sessin.
-jm
ViasatSport
verður hvørt
CL-kvøld
Telavarpið boðar nú frá, at
hvørt kvøld, tá Champ-
ions-League dystir eru á
skránni, fer Rás1 at broyt-
ast til ViasatSport. Tað vil
siga, at tað altíð verður
møguleiki at fylgja fleiri
dystum, tá europeiska
meistarakappingin er á
skránni.
Týskvøldið verður tað
soleiðis dysturin millum
Celtic og Shahktar Do-
netsk,
sum
verður
á
skíggjanum, og miku-
kvøldið verður dysturin
millum Deportivo la Cor-
una og Liverpool sýndur
beinleiðis.
Hartil
ber
sjálvandi
eisini til at síggja teir
dystirnar, sum verða sýnd-
ir á 3+.
-jm
Góðkent úrslit
Við eini skoru upp á 71%, var John Rødgaard lutfalsliga besti føroyski telvarin á OL. Og
samlaða heildaravrikið hjá liðnum var sanniliga eisini góðkent
Talvið hesa vikuna
IM John Rodgaard (2310) — Jonathan
Gluckman (2194)
36th Olympiad (5. umfar), 19.10.2004
1.Rif3 d6 2.d4 Bg4 3.c4 c6 4.Ric3 Rid7 5.e4 e5
6.Be2 Be7 7.0—0 Bxf3 8.Bxf3 Rigf6 9.Be3 a6
10.b4! exd4 11.Bxd4 c5 12.bxc5 dxc5 13.Be3
(Tykist kanska sum svartur hevur loyst allar
byrjanartrupulleikar, men hvítur hevur kontrol yvir
viktiga d5-puntinum) 13...Fc7 14.Rb1 Rb8 15.g3
Rie5? (Svartur hevur ikki ráð til hendan leik.
Riddarin verður skjótt rikin burtur aftur) 16.Be2 0—
0 17.f4 Rfd8 18.Rid5 Rixd5 19.cxd5 Rid7 20.e5
(Hvítur hevur vinnandi fyrimun) 20...Bf8 21.d6 Fa5
22.Bc4! (Hóttur millum annað Bxf7+ Kxf7 23.Fd5+
og kongurin verður skák og mátaður innan fáir leikir.
Men leikurin hóttur ikki einans svarta kongin_)
22...g6
Støðumynd eftir 22...g6
23.Bd2! Fa3 24.Rf3! Frúgvin er fangað. Gott,
einfalt og trygt telvað av Rødgaard 1—0
C
M
Y
K
37
36
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Góða elskaða langa
Hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum. Takk fyri
alt tú gert fyri okkum. Vit elska teg.
Ynskja Tóki og Tóra Kristina
Góði elskaði Poli
Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum tann 1. nov.
Allarbestu heilsanir frá ommu, Barbaru og lítlu diddu
Hey Helga
Smílandi og
snøgg, her í
góðum
selskapi á
flatlondum.
Tillukku við tí
runda degnum
í dag. Muss og
klemm.
xxx
Hey lekra
Eitt heilt ár eldri enn í gjár!
Hvør skuldi trú tí? Hjarta-
liga tillukku.
Heilsan gággurnar
Hey Helga
Hjartaligaa tillukku við tí
runda degnum í dag. Takk
fyri seinast, tað var stak
hugnaligt.
Heilsan vit
Góði Jákup
Hjartaliga tillukku við 11
ára degnum. Stuttligt at
síggja teg so fínan.
Bestu heilsanir floksfel-
agarnir í 5 B á Glyvrum
Eg og foreldur míni takka
hjartaliga tykkum, sum
gleddu meg á fermingar-
degnum 28. mars 2004.
Heilsan Asger Eið
Jensen, Hvalba
Góði Trygvi
mamba
Hjartaliga til-
lukku við 6 ára
føðingardegnum
28. okt. Takk
fyri at tú ert so
góður við meg,
og tímir at spæla
við meg.
Heilsan Rókur